Kavajólaskipið 1953
Tá ið tað kom til dreingjalív í Fuglafirði, varð bygdin býtt upp í Gjógvarádreingir, Garðsdreingir, Traðardreingir, Toftadreingir og Bakkadreingir. Tá ið bardagi var millum hesar partar, var í flestu førum stríðið ímillum Bakkadreingir og Gjógvarádreingir. Hetta vóru teir stóru hóparnir. Hinir hóparnir mongdaðu seg upp í hesi liðini, og kundi orrustan telja einar 50 – 60 dreingir, ið bardust hvør ímóti øðrum við træsvørðum, bogum, gassum, tráum og skjøldrum. Avtalað varð um bardaga í skúlanum. Í dag skuldi kríggj verða millum Gjógvará og Bakkan.
Gingið varð í skrúðgongu úr hvør sínum heraðshorni, og brustu
herarnir saman t. d. á Muntra. Tað
var ikki gamansleikur at vera fyri, men ongantíð kom nakar fyri ta vanlagnu at
fáa mein av hesi orrustu. Hugsi ikki, hetta var eindømi um slíkan bardaga ímillum
dreingir á bygd, men havi eg hoyrt fólk greiða frá fleiri slíkum bardøgum í
øðrum bygdum og t. d. frá Havnini við.
Kríggj og Muntra
Sjálvandi var hetta eitt spæl, har teir størru dreingirnir skipaðu
fyri og løgdu alt til rættis. Hugsi ikki,
at nakrar snildir vórðu
tiknar við í hesi hólmgongu, men onkuntíð goymdi tú teg aftan fyri okkurt
húsahorn ella garð og við eitt varð eitt sniðálop gjørt, og kundi tá
mótparturin taka beinini upp á nakkan og flýggja. Hvør hópur hevði onkran, sum
allir dreingir vóru eitt sindur bangnir fyri, sum í øðini við sveiggjandi
svørði ella tráu kundi sópað alt fyri sær. Var ein slíkur knevil í tínum parti, var ein ávísur tryggleiki í
herliðnum. Hetta vóru dreingir, sum ongan ótta sýndu ella kendu, men høvdu eitt
árræði, sum einki mark hevði. Tá ið ringast stóð til, kundu teir fara við einari
tráðu sveiggjandi kant av kanti á vegnum og reka alt fyri sær heimeftir ella
norðureftir . Hinir hermenninir hildu seg so aftan fyri hesar hetjur og róptu
og slerdu á skjøldrarnar, so gangurin kundi verða øgiligur. Var hetta ein
seinrapart, kundu menn standa á Muntra, undir handlinum hjá Gamla Sámal Peturi,
Piddasa handli og práta. Var bardagi, so fylgdu teir væl við hesi orrustu og
róptu á okkum við einum brosi: “Ja, hin gamli, ger nú av við hann. Hevði abbi
tín nú sæð teg, so hevði hann verið stoltur av tær… omma tín hevði grátið….
og pápi tín hevði givið tær ein brest í dyntilin, um tú tapti slagið!” Tá ið tú
hoyrdi hesi orð, ja, so gjørdi tú teg meira upp og legði í vaðið við allari
tínari megi og royndi at basa mótpartinum. Tú stýrdi verøldini, tað skuldu teir
gomlu vita. Tú vart eingin ónytta, kventil ella vesalavætti, sum einki nyttaði.
Menninir á Muntra høvdu ein stuttleika burtur úr hesum leiki og
mintust á ta ferðina, tá ið teir vóru smádreingir, og hvussu leikur plagdi at
fara fram. Hetta var næstan sum í Gamla Rom, tá ið gladiatorarnir brustu saman
at berjast, t. d. í Colosseum. Her galt tað lív ella deyð, og var hetta eitt
ómenniskjansligt undirhald, men slagið á Muntra var eisini eitt sermerkt undirhald
fyir hesar menn, sum vóru eldri
menn, sum fingu eina mynd, sum fluttu teir aftur í tíðina, har dreingjalótur og
dreingjasnildir áttu dagin og løtuna í teirra barnaárum.
Ongantíð kom tað fyri, at nakar fekk mein av hesi orrustu, sum
bert vardi ein seinrapart.
Tá ið komið var í
skúlan dagin eftir, var t. d. Bergfríður Leiti, Beggi, róstur upp til skýggja fyri sítt dirvi,
at hann við seiðatráðuni hjá pápanum hevði rikið allar gjógvarádreingir fyri
sær heim um Bugin við sveipum sum heimsins besti slóttumaður, og vit aðrir í
hølunum á honum rópandi við svørðum, spjótum og gassum upp í rógv. Ja, hetta
skuldi til fyri at fáa gjógvarádreingir at lúta fyir bakkadreingjum, sum høvdu fingið toftadreingir og
traðardreingir í sín part. Garðsdreingir hildu seg uppat gjógvarádreingjum.
Beggi var krígshetja frá hesum degi, og var hann nógv róstur fyri sítt dirvi
og áræði av sínum krígsfeløgum.
Kavi
Kríggjast varð um heystið, vertíðin við flakunum var um várið, og um vetrarnar var tað fyri tað
mesta spælt í kavanum. Í fimmtiárunum
var ofta stórkavi, og kundi hann liggja einar fjúrtan dagar ella longri,
serliga tá ið hann brádliga snaraði aftur upp í norðan eftir stutt toybil. Tá
var gaman at leva. Í stórkavanum 1947 varð skiðað av Svarthamri oman í fjøruna.
Hetta er ein brattur teinur, men væl bar til, tí ikki ein steinpirra kom undan.
Tað fór at kava á kyndilsmessu, og kavin lá í 67 samdøgur. Sólin bræddi kavan burtur.
Var tað so, at tað fór at regna og blot kom í fjallaskalvin, so hevði okkurt
skalvalop verið. Eingin ivi um tað.
Kristian í Køk var komin oman í kjallaran í Piddasahandli, har
Hans Petur við Garð stóð og egndi. Hann sigur við Hans Petur: “ Góðin, tað
verður eingin kavi í ár!” Hetta var á kyndilsmessu. Hann hevði ikki meira enn
sagt hetta, so fór at kava av møkum. Hann mýldi kavan niður. Hann var eystligur
í ættini helst eysturhallur landnyrðingur, tí var stilli inni á Fuglafirði. Fuglfirðingar
kalla hetta fyri lágur landnyrðingur. Tað var avkavað allastaðni og ikki ein
steinpirra sást. Vit høvdu eina ær uppi í Fjalli. Faðir fór út á fjørðin í
einum báti at kika og vita um hann sá ærina. Jú, dekan fari ikki, lá hon uppi
undir Svarthamri. Farið varð niðan eftir henni og vassaði tú í støðum upp undir
hendur fyri at røkka ærini. Hesturin hjá Jóan Petur á Bakkanum var eisni her um leiðir, og kom hann eisini
undan. Persónliga minnist eg ikki so nógv frá hesum døgum, tí eg var einans 3
ára gamal.
Tað er serliga veturin 1953, ið hevur sett seg í minnið.
Skalvarnir húsanna millum lógu sum stór bylgjubrot. Slíkan fannakava hevur
eygað ikki sæð síðani tá. Børn – serliga dreingirnir, gróvu djúpar holur í
hesum fyllingum og ikki at tala um at leypa skalv. Hetta vóru dreingjadagar,
sum seint verða gloymdir.
Á Bakkanum vóru nógv børn, serliga við Ovara Veg. Við Niðara Veg
var barnatalið minni, men hópurin, tá ið hann var samlaður, tók hann seg væl út. Her var ein ávís
stýring á av teimum eldru dreingjunum, sum stundaðu til tannáringaaldur, ið førdu seg fram sum menn yvir fyri okkum
yngru.
Tað, sum serliga rennur fram fyri meg, er kavaskipið, ið vit bygdu 1953 eftir ein herviligan ir kavastorm.
Dungakavin var øgiligur. Eingin ferðsla var í bygdini, tí nógvastaðni lá
skalvurin javnt við takskeggið á sethúsunum. Neyðsynjarvøra varð flutt við
sletum. Livast skuldi, og øll komu undan á ein virðiligan hátt. Tá ið veðrið bleiv
betri, komu tey skapandi evnini fram. Vit fóru undir “skipasmíð”. Teir eldru
dreingirni, Johnny, Debus,
Eyðbjørn, Jimmi, Regin, Kári, Jógvan Martin og Poul Jacob vóru teir, sum gingu undan í hesum skipasmíði. Vit,
sum vóru yngri, hingu uppí. Spannir og onnur íløt vóru brúkt at snikka hetta
heimsskip til við. Tað leið rættiliga skjótt eftir, tá ið einir 10 – 15
dreingir fóru undir hetta megnar verk. Serliga hegnisligir vóru Johnny Øre og
Debus Feilberg, sum nú liggja undir grønutorvu. Teir høvdu eisini altíð tey
snøggastu skipini, tá ið siglt var fram við sævarklett ella í onkrum hyli í
onkrari á. Kári Zachariasen er eisini farin í Harrans hendur. Høgni og Martha
Zachariasen, foreldur Kára, fluttu inn til Fuglafjarðar úr Norðagøtu í novembur
1950, tí Høgni var blivin bedingsmeistari
í bygdini. Hetta vóru grannar okkara, og vóru hesi fólk stak fitt fólk í
allar mátar. Fyrstu ferð, ið eg bar eyga við Kára, var eitt kavakvøld, um sama
mundi, tey vóru flutt inn, spældi við ein bil undir útilyktini í grannalagnum.
Bilurin var heimagjørdur, og kundi hann vippa, og hjólini frammantil snara. Hann hevði reytt stýrihús og
svarta last. Hesin litur stóð so ljóst livandi ímóti tí snjóhvíta kavanum.
Ljósið frá útilyktinti risti rúnir
í henda lítla, lastbil og tann nýggja grannadreingin. Og hesar rúnir liva enn
tann dag í dag um hesi ediligu fólk á ymsan hátt í minninum.
Kavaskipið
Kavaskipið varð bygt ímillum húsini hjá Hans Øre og Elin og
Kristian Gaard á Bakkanum. Hans Øre var einkjumaður. Greinskrivarin og Hans Øre
vóru trímenningar. Hann var sonur Jógvan Øre og Malenu Øre. Hon var dóttir Elin
og Hans Klein. Elin var av Hellunum, dóttir Lamba Símun og Marin Margrethu
Johannesen. Sostatt var Elin fastir pápa. Hetta vóru langabbi og langomma
greinskrivaran. Kona Hans Øre æt Kristina og doyði knappliga 1948. Hon var
dóttir Berthel og Ellu Eliasen.
Elin Gaard var dóttir Niklas og Poulinu. Kristian var sonur Hellu
Johan og Elspu Súsannu. Hellu Johan og omma í Ansastovu í Oyndarfirði vóru
systkinabørn. Sostatt vóru mamma og Kristian trýmenningar. Skipið stóð oman og
niðan. Tá ið tað var liðugt var tað eins og eitt jólaskip, sum stevndi í heimin
út ella sigldi ímóti heimligum strondum. Snotiligari skip hevur ikki verið
húsanna millum í Fuglafirði síðani landnámstíðina. Alt skipið hevði eitt skap,
sum valla vakstramannahondin hevði kunnað tilevnað betur. Alt var hvørt eftir
øðrum, og her var einki at dylja yvir, at Debus og Johny við síni stillu atferð
løgdu teimum yngru dreinngjunum
lag á, so alt gjørdist so snøgt, sum til bar.
Sniðið á hesum skipi minti nógv um Gulldrang, sum varð bygdur á
Bedingini í Fuglafirði eftir kríggið. Sannleikin var tann, at Krosstindur,
slupp, sum var keypt úr Vágunum skuldi umbyggjast á Bedingini. Alt var skift á
skipinum uttan kjølurin. Jákup í Hvanngarðinum í Oyndarfirði segði, at hetta
var sum at seta ein nýggjan hatt á Gamla Sámal Petur. Gulldrangur hevði keys,
egningarskúrar, brúgv og hvalabak. Gulldrangur hevði gott orð á sær. Hetta
hevði okkara kavaskip eisini. Hugsi, at kavaskipið hevði fleiri kúgveygu enn
Gulldrangur.
Alt okkara dreingjaspæl var ein ímynd av tí, ið fedrarnir gjørdu,
har flest allir vóru sjómenn. Hugaverðin spøkti í hvørjum kúgveyga og
stýrhúsrúti. Tá ið siglt var við teimum smáu skipunum í hyljum og fram við
fjøruklett, vistu vit hvar Ísland,
Grønland og Hvítahavið vóru. Nú var hetta ein ímynd av hesum leiðum, har Johnny
ella Debus stóð í stýrihúsinum. Endamaður var eisini ein ávís tygn at hava.
Jógvan Martin og Pól Jakob vóru endamenn ávikavíst framman og aftan. Regin tók
hond í og hjálpti bæði á hvalabakinum, á dekkinum og har afturi á hekkuni. Jim
og Eyðbjørn vóru í maskinuni og restin av hesum dreingjariðili var á dekkinum,
keysini, egningaskúrunum og á hvalabakinum. Kári var 2. stýrimaður. Á det
dreingjalív.
Tann skapandi megin
Tey skapandi evnini komu væl til sín rætt.Tann deyði, hvíti kavin
bleiv livandigjørdur undir hesum dreingjahondum. Ja, mangan vart tú troyttur,
tá ið tú komst til hús um kvøldarnar. Tá ið farast skuldi í song varð farið inn
á kamarið heimeftir í ovaru síðu at hyggja at hesum sjáldsama skaparaverki –
fáa tað seinasta frá hesum listaliga skapi í hugan, áðrenn farið varð undir
fjaðrarnar – droyma sælar dreymar um skipið, sum lá úti á víðopnum havi við Grønland,
Ísland, undir Føroyum ella á veg til tann bretska marknaðin við útróðrarfiski
til jóla. Gøtuljósið oman fyri vegin læt hetta skipið í eina livandi hugmynd, har t. d. ljósið, sum
var um borð, og útiljósið, sum bleiktraðu í tí køldu vetrarkvirruni, tosaðu
sítt stumma mál sínámillum. Teir eldru dreingirnir vóru ikki enn farnir í land,
men sótu frammi í lugarinum ella stóðu uppi á brúnni og hugnaðu sær saman við
kertunum, sum góvu skipinum eitt annað lív, enn tað meira stirvna elljósið læt
av sær. Sjálvandi komu hesi ljós saman, tá ið tú stóðst heima við hús og leit
yvir tekjur, tún og teigar. Kom eitt kavaæl, ja, so fløktist skipið inn í hetta
livandi kavaælið og hevdaði seg sum ein lúðrasveinur, ið spældi í kvøldarkvirruni ljóðfyltar parafrasur á
Varmakeldustevnu ella á Muntra til jóla.
Tað var eins og skipið kom kjálkandi út undan ælinum, tá ið kavaælið
fór sína kós. Hetta var vakurt. Siglingarljósini og lanternurnar skumpaðu
flykrurnar fyri sær og søgdu við tær:” Her ráða vit!” Her vann ljósið bæði á
flykrunum og myrkrinum. Skipið sá út sum ein nykbrandur, har tað lá í tí stóra
skalvinum við kertuljósunum innanborðs og uttanborðs.
Dánjal Jákup á Bakkanum
Kristian Lundsbjerg og Dánjal á Bakkanum, sum vóru teir eldru
mennininir í hesum umhvørvi, plagdu at arga okkum eitt sindur. Teir steðgaðu á
oman fyri skipið onkuntíð, meðan vit buktaðust við hetta skip. Teir vór barnavinir, róstu
okkum altíð og plagdu eisini at spæla við okkum . Lundsbjerg var dani. Hann var
á einum sinni komin við eini skonnart
inn á Fuglafjørð og var vorðin skotin í Hansinu Elenu, dóttir Elin og Hans
Klein á Høvdanum. Elin var fastir pápa og var av Hellunum , dóttir Lamba Símun
og Elin Margrethu. Sostatt vóru faðir og Hansinulena systkinabørn.
Lundsbjerg vildi koma aftur til Fuglafjarðar. Lundsbjerg var
ættaður úr Grevinge, norðanvert Holbæk. Hann var komin til Aberdeen og sá eina
føroyska slupp liggja í havnini í hesum býi. Hetta var Boðasteinur úr
Fuglafirði, sum Víkar Rasmus átti. Hugsi, sum hann eisini førdi. Lundsbjerg fer
til Víkar Rasmus, og spyr hann, um hann kann koma við til Føroyar? Um so var, so skuldi hann klippa honum
restina av lívinum!!! Sum sagt, so gjørt. Hann kom beina kós úr Aberdeen inn á
Fuglafjørð, og tann kærleikin, sum var sprottin millum Hansinulenu og
Lundsbjerg, fekk eina endurføðing og vardi alt lívið. Lundsbjerg klipti Víkar Rasmusi
restina av lívinum, men ikki bara honum, men eisini fleiri øðrum fuglfirðingum.
Hann var ein stak hugnaligur maður. Hann plagdi onkuntíð at koma oman til
okkara, t. d. um jólini. Faðir og Lundsbjerg vóru teir fyrstu javnaðarmenninir
í bygdini, og fóru teir inn í bestustovu at syngja sjómansvísur. Hetta var stak
hugnaligt. Báðir høvdu gott mál.
Daniel Jacob – Dánjal Jákup var sonur Skósa Petur – Sámal Petur Petersen
úr Funningi. Hann hevði konu úr Garðshorni, sum æt Kristianna. Skyldskapur var
okkara millum í móðirlegg. Langomma mín úr Tarti, Anna Maria Gaard í
Oyndarfirði, var ættað úr Garðshorni. Dánial Jákup var giftur við gentu úr
Sandvík. Hon varð í Fuglafirði rópt Suðuroyar Kristina. Havi hoyrt, at tey
møttust undir Varmakeldueiði á Varmakeldu.
Dánjal Jákup hevði
listaligar gávur. Hann var skyldmaður Sigmund Petersen. Listarnar kring
vindeyguni á sethúsum hansara, hevði hann skorið út og hevði stoypt eina goggu
í sementið, sum hann hevði standandi á
niðara horninum á húsinum norðureftir (á kumpassini suðureftir). Tá ið
konan doyði, gjørdi hann henni ein gravstein somuleiðis úr sementi. Hesin
steinur er enn til skjals á
gravstaðnum hjá Suðuroyar Kristinu. Motivið er Jesus á krossinum, sum er ein
frøi fyri eyga at sjá. Hetta er stak sjáldsamt.
Lundsbjerg og Dánjal Jákup høvdu báðir verið sjómenn. Lundsbjerg
tosaði danskt, hann segði t. d., tá ið teir báðir stóðu á vegnum oman fyri
jólaskipið: “ Altså, Daniel, synes du ikke, at det styrhus er for lille, hvis
vi skulle komme til at styre denne båd?” “ Jú, Lundsbjerg, tað haldi eg, og
høvdu vit havt konurnar við, so var bara pláss fyri okkum um borð.” Hetta
hoyrdu vit. Teir smírdust, og vit grinu. Onkur segði, at kona Lundsbjerg,
Hansinulena kundi verið kahytsjomfrú. Tá rungaði látur húsanna millum, og
Lundsbjerg og Dánjal Jákup fóru brosandi sína leið at húsum.
Aftur til Jólaskipið –
endi
Jólaaftan var skipið skrýtt við ljósi allar vegir og steðir. Tað
lá har í kvirruni jólaaftan og sang eina stilla jólavísu um barnið í Betlehem
og ljósið, sum kom í heimin. Himinin var stjørnuklárur og stjørnugrúsið lýsti vælsignilsi yvir alla bygdina
og norðlýsið, sum dansaði sín
jóladans millum Blábjørg, Gjógvaráfjall, Húsafelli og Borgina. Hetta var ein
sjón fyri eygað. Omma mín, Lena í Ansastovu, plagdi at fara niður í kjallaran
og tendra ljós hjá kúnni og høsnunum jólaaftan. Tá hon kom uppaftur ígjøgnum
kjallaratrappuna og læt lemmin upp segði hon: “ Frægari høli fekk frelsarin
ikki, tá ið hann kom í heimin!” Ja, hetta er væl sagt, og er kertan ímyndin av
tí, ið jólini bera boð um. Eisini jólakavaskipið ber henda førning við sær.
Runið niðri við fjøruklettin boðaði frá, at nú bleiv hann sunnan í
ættini. Hann fór at lækka og koma við lýggjari veðri og regni. Men skipið lá í
sínum bylgjudali og lætst ikki um vón. Annað jólakvøld fór at regna. Skipið
hevði kent sviðan av hesum skoli í einum stuttum toybili og var í støðum so hart sum bein.
Tað bleiv av ringasta
veðri, vindi og vátaslettingi. Seinni tustu regndroparnir um húsahornini
og um stevnið á Jólakavaskipinum. Kertur stóðu í stýrihúsinum, í keysini og egningarskúrunum.
Hesi kvøldar- og náttarljós royndu at berjast ímóti teimum nasku hvirlunum, men
so við og við so kódnaðu hesar smáu eldtungur. Skipið stríddist ímóti
natúrunnar oyðandi kreftum og fór so smátt at missa sítt skap og yndi.
Morgunin eftir vóru einans rovini eftir av hesari vala skútu. Tað
var trist at síggja, tá ið tú fórst í kamarsvindeygað at hyggja at heimsins
vakrasta kavajólaskipi, ið fórst í “briminum” hesa nátt. Tað livir enn í
huganum sum eitt gleðiligt minni frá hesum døgum.
Frits Johannesen