Kambsrisin

Sagnir
04.01.2010
Sprotin

Kambsrisin búði í Kaldbakshaga. Hann gjørdi seg einaferð til at fara í Norðuroyggjar.

Av Gøtunestindi ætlaði hann at leypa yvir á Kalsoyargalv; annar fóturin kom á helluna vestan fyri Foringaklett við Galvsrætt, sporið eftir honum stendur har enn tann dag í dag og skal vera so stórt sum leggstaðið eftir einum seyð. So illa bar til, at hann var um at fara bakleiðis á sjógvin. Fyri at handa sær, tók hann í hvørjumegin fjallið oman fyri Galvin. Har er nú ein klettur, sum verður kallaður Risahøvdið.

Men hvat hendi ikki! Kalsoyggin rivnaði, tá ið hann best hevði fingið hendurnar fyri seg – ein riva kom á hvørjumegin fjallið og gekk líka niður ígjøgnum og er blivin til tvær gjáir. Gjógvin eystanfyri kallast Nesgjógv, og hin vestanfyri verður nevnd Rættargrøv.

Tá ið Kalsoyggin sveik og tók á at rivna, misti kambsrisin tak í hana, og hann fór eftir rygginum í Leirvíksfjørð. Andøvsíðan, ið gongur í útnyrðing fram við Kalsoynni, fekk tá fatur í hann og beindi fyri honum.

Tað var missur í einum slíkum menni!

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

Árni Dahl hevur hevur staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst.

Kelda: snar.fo

Deil á

Aðrar greinar

Sagnir
Tær horvnu

Katrina “úti í Stovu” í Leirvík hevði ójavnar dagar og ymist at minnast á í sínum aldurdómi. Hon átt...

Sagnir
Marmennil og Anfinnur bóndi í Elduvík

Marmennil er líkur fólki, men er góðan mun minni í vakstralagi; fingrarnir á honum eru langir. Hann ...

Sagnir
Judasarheyggjur

Ímillum Hagagjáar og Sandfellis nakað sunnan fyri Elduvík í Eysturoy er ein heyggjur, sum kallast Ju...