Here We Go Again
Gud viti, um nakað annað hjálandaveldi við lóg hevur tvingað sínar undirsáttar at læra harramálið so “godt og grundigt”, sum danir við heimstýrislógini hava kravt av okkum. Eitt er kortini vist: einki hjálandaveldi hevur havt undirsáttar, sum so lýdnir og undirbrotligir hava aktað harraboðini, sum vit. Vit akta tey so væl, at tá ið danir halda, at nú er tíðin búgvin at geva okkum longri boð, taka vit tað sjálvkravdir innaftur.
Endiliga fingu vit føroyskt viðurkent í Danmark sum førleikagevandi móðurmálsgrein.
Einastu norðurlendingar, sum ikki eru slopnir á donsk universitet við síni egnu móðurmálsundirvísing sum grundalagi, eru føroyingar. Íslendingar, norðmenn,
sviar eru slopnir, men ikki føroyingar. Hví? Tí vit skuldu partú inn á donsk universitet sum danir – og teir hava skil í pappírunum: teir krevja danskt. Nú
hava vit viðurkent, at vit eru føroyingar, søkja inn sum føroyingar og sleppa inn.
Helena Dam á Neystabø hevur framt tað bragd at fáa hesa viðurkenningina í lag, og tað er ein bæriligur varði at seta eftir seg sum landsstýriskvinna í
mentamálum.
Málið er so greitt, sum tað kann vera. Nú kunnu tey, ið vilja hava danskt á miðnámsskúlastigi, fáa tað á høgum stigi. Tey, ið halda seg hava havt nóg mikið av
donskum til at klára seg her í lívinum og vilja hava okkurt annað í staðin, fáa tað. Tímatalvan verður rúmsáttari og loyst til annað og meira enn danskt. Tað
er stórt framstig og sjálvsagt frælsi.
Nú skuldi verið sloppið
MEN, nei! So títt og brátt, hetta bragd er framt, kemur aldagamla skrímslið fram aftur á pall. Danska íhaldsskrímslið, ið hevur forðað fyri so mangari
skilagóðari menning í hesum landinum. Hesa ferð í nýpussaðari 2011-de-luxe-útgávu. Eitt blandað akademiskt kór við svornari tjóðveldiskonu sum dirigenti,
syngur:
vit hava ikki álit á okkara egna máli
vit hava ikki álit á okkum sjálvum
vit koma ikki longri fram enn tað sama
ov nógv føroyskt kvettir sambond
Nú Dimma er smokkað saman í síni egnu ómegd og sínum svarta íhaldi, taka studentaskúlalærarar – dastið komið upp undir pensjónsaldur – seg saman og kveikja lív
í gamla boðskapin, sum hevur forkomið tjóðini.
Tað er píniligt!
Framsøknu studentarnir, sum fóru á barrikadurnar í 70árunum, koma nú fram aftur á pall sum gráir næstan-pensjonerðir lærarar og messa: Harrin signi tað danska
í Føroyum, tí tað forutan liggja vit deyð inni.
At vit ikki hava álit á okkum sjálvum og okkara egna máli er einki nýtt. At vit siga, at “hetta man vera tað frægasta, vit klára” er eyðsýnilig ellisvomm og
ómegd. Slíkt siga fólk, sum hava mist kraftina og evnini at hugsa nýtt. At danskt á miðnámi hevur tryggjað kunnleikan hjá føroyingum til Norðurlond, er bluff.
Føroyskir studentaskúlanæmingar vita svarta einki um onnur Norðurlond enn Danmark. Tað, tey vita, hava tey ikki fingið gjøgnum danskt.
Einki, sum hetta kórið messar, byggir á haldgóðar próvgrundir.
Allar lærubøkur eru danskar á øllum miðnámsskúlum. Alt, sum allir føroyskir miðnámsskúlanæmingar læra, læra teir á donskum. Eingin annar í heiminum uttan fyri
Danmørkina lærir so nógv danskt sum vit. Er tað ikki nóg mikið? Tað stendur so illa til við føroyskum, tí vit lesa alt í lívfrøði, søgu, heimspeki, alisfrøði
o.s.fr. á donskum við tí úrsliti, at vit sjálv hava einki mál um øll hesi viðurskifti á hesum grundleggjandi stigi. Í staðin fyri at geva donskum nøkulunda
sama status sum enskt, so hava vit latið tað vera málið, sum er alla staðni har, ið føroyskt eigur at vera brúkt. Úrslitið er, at í staðin fyri at vera
kompetentir tvímælingar, eru vit vorðin málsligir tvítulingar. Øll tann málsliga samansetingin á miðnámsskúlunum er skeiv. Stóri arbeiðssetningurin á
miðnámsskúlum eigur at vera at fáa tað brekið rættað. At krevja, at allir føroyingar oman á tann skeivleika skulu hava fleiri tímar í donskum aftrat, er
óðamannaverk.
Kórið: Danskt inniheldur [sic] undirvísing í bókmenta-, lista- og mentanarsøgu, sum ikki beinleiðis kann flytast í
føroyskt
Hvat er tað, ið ikki kann verða flutt inn í føroyskt?
Hvat er tað, tú so lættliga kann undirvísa í á donskum, sum tú ikki kanst undirvísa í á føroyskum?
Tað, ið umboðar breiðar sveipir í evropiskar mentan, tað, ið ungir studentar eiga at vita um evropiska mentan, hevur ongantíð tikið seg upp í DK. Tað er ikki
danskt tilfar. Tað eru danskar útgávur og danskar týðingar av hugsanum, ið eru kveiktar í teimum stóru londunum.
Á íslendskum, norskum, svenskum, donskum studentaskúlum kunnar tú um tekstir og tankar hjá teimum stóru hugsarunum. Tankar og tekstir hjá teimum stóru
evropearum í íslendskari, norskari, svenskari, danskari týðing verða flættaðir inn í ymsu lærugreinirnar. Ber tað til at lesa hesar hornasteinarnar undir
vesturlendskari siðmenning og mentum á íslendskum, norskum, svenskum og donskum, so er bara at týða hesar tekstir til føroyskt eisini, so er málið loyst.
Loysnin er beint fyri hondina. Loysnin er ein gáva til væl lærdar føroyingar. Farið undir tann stak áhugaverda arbeiðssetningin at fáa okkum alt hetta tilfarið
á føroyskum. Leggið síðan hesar tekstir og tankar niður í ungdóm á føroyskum, so fáa tey tað innlitið og ta megina, ið krevst, og samstundis menna ungir
føroyingar síni evni at skifta orð um hesarar hugsanir á sínum egna máli. Tað hevði verið ein sømiligur arbeiðssetningur hjá føroyskum akademikarum.
Tre gange tre er ni
Skulu vit brúka hugsanarháttin hjá kórinum, áttu vit ikki at undirvíst í støddfrøði og alisfrøði á føroyskum í Føroyum, tí eingin av teimum stóru
vísindamonnunum var føroyingur, eingin teirra skrivaði á føroyskum, einki føroyskt mál var til støddfrøði og alisfrøði. Teir skrivaðu á fronskum, italskum,
týskum, sponskum – men smátt um smátt varð alt týtt til onnur mál. Tá ið vit fóru undir at nema okkum kunnleika um hetta í Føroyum, roknaðu vit á donskum, lósu
vit á donskum, tí ongar bøkur vóru á føroyskum. Men vit fingur tær, vit mentu málið, vit fluttu mørk, og nú lesa vit alt slíkt á føroyskum. Slíkt er eingin
trupulleiki longur.
Vantar ein bók, Harragud, týð hana – her eru bæði fólk og pengar og førleiki til tað.
Fólk skilja støddfrøði, evnafrøði, alisfrøði og læra tað á føroyskum nú á døgum. Við tykkara hugsanarhátti var alt steðgað upp við tre gange tre er ni. Skulu
vit lesa evropeiskar bókmentir á studentaskúlastigi, so er bara at týða bøkurnar, ið eftir eru at týða.
At týða og skriva og greina og granska er tað, ið alt tað akademiska kórið er útbúgvið til. Hví tað ikki verður gjørt, er tann stóra gátan.
Kolasvørt vanahugsan
Hvørji eru hesi evropisku rákini, ið verða lisin á so høgum stigi á einum almennum flaknaðum miðnámsskúla, at ikki ber til at fáast við tey á føroyskum? Og
hvørjar eru próvførslurnar?
Skeiðini byrja við víkingatíðini – Ber ikki til at lesa Vøluspá og Egil Skallagrímsson á føroyskum?
Er einki tilfar úr miðøldini, sum kann verða lisið á føroyskum? Til dømis okkurt kvæði?!
Ber ikki til at skilja endurburðartíðina, tá ið tú lesur Martin Luther, Boccacio og Shakespeare á føroyskum?
Gruggar tað kunnleikan um upplýsingartíðina, lesur tú Holberg og Kant á føroyskum?
Kunnu romatikkarar sum Goethe, Burns, Poe, Heine….ikki verða lisnir í føroyskari týðing?
Kunnu ongar av teimum vesturlendsku bókmentunum frá 1850 til 2010, sum týddar eru til føroyskt, verða lisnar á studentaskúlum?
Hetta er kolasvartasta íhald, ið hevur sæð dagsins ljós, síðan “sprogforeiningin” varð stovnað. Slíkar afturundirgerðir taka seg sjálvandi altíð upp
innímillum, men at heppikórið var so stórt, hevði eg forsvorið.
Kórið: Í øllum Norðurlondum læra tey mál, sum gera tey før fyri lætt og neyvt at samkifta í norðurlendum høpi …….. Svass. Eg havi verið við í
norðurlendskum málsamstarvi í 25 ár. Sviar skilja ikki danskt, danir skilja ikki nýnorskt – nógvir finnar skilja einki, eingin skilur íslendskt, íslendingar
klára seg javnt illa í øllum málum, eingin dugir at tosa nakað grannamál – Hvussu ljóðar ein dani, tá ið hann tosar norskt og norðmaður danskt? Hvussu ljóðar
íslendingurin, tá ið hann kønkar á blandinaviskum? Har er einki skil á, og tað er eitt stórt norðurlendskt kompleks. Í Norðurlondum er grannmálsundirvísing
raðfest ógvuliga niðarlaga. Norðurlond hava pumpað milliardir inn í skeið og net og verkætlanir og skipanir at byrgja fyri hesi vanlukku og loysa námsfrøðilig
vandamál og fremja fatan. – Mestsum alt hevur verið til fánýtis.
Tey einastu, ið standa seg væl, eru føroyingar, sum smildliga fara yvir í danskt – og sum við gøtudonskum lættliga fara yvir í eitt norskt, sum øll skilja.
ØLL. Høvdu vit verið eitt sindur at okkum komin, og lærdu øll eitt sindur av íslendskum, so var okkara norðurlendska málmynd fullgfíggjað. Fyrimyndarliga
fullfíggjað – og Gud viti hvørjir møguleikar kundu ligið í tí útbúgvingarliga. Vit kundu kanska ment eina norðurlendska deild á Fróðskaparsetrinum, sum hevði
verið kjarnin í øllum felagsnorðurlendskum málmenningarstarvi. Norðurlendskir pengar og norðurlendsk málfólk høvdu kunnað skapt eitt fantastiskt norðurlendskt
umhvørvi mitt inni í Havnini. Tað hevði verið gott fyri okkara sjálvsmynd og hevði kunnað styrkt okkara Føroyamálsdeild. Fólk kundu komið til Føroya at tikið
hesi skeið.
Duga vit danskt, tí vit hava lisið Ingemann og Strunge?
Eru vit so væl fyri og duga vit so væl danskt, tí vit hava gingið á studentaskúla? Nei, ikki tí vit hava havt danskt á studentaskúlastigi, men tí vit liva í
einum danifiseraðum samfelag.
Vit lesa donsk vikubløð, tekniraðir við donskum teksti. Vit lesa um ítrótt í BT. Morgunsendinging hevur Ekstrablaðið sum høvuðskeldu, vit síggja at kalla bara
DR2 í SvF, bókasøvnini eru full av donskum bókum, bókabúðirnar fullar av donskum bókum, kioskirnar av donskum bløðum, amerikanskir filmar eru týddir til
danskt, hvør einasta leiðbeing og hvør einasta vørulýsing á øllum vørum er á donskum.
Hesin kunnlekin til danskt seyrar inn í høvdið allan sólarkringin. Tí duga vit so væl danskt – skilja so væl danskt. Hesin kunnlekin til danskt + føroyskt sum
móðurmál skapar tað spennið, ið ger okkum før fyri at skilja so væl norðurlendskt. Vit hava annað beinið í eysturnorrønum hitt í vesturnorrønum. Teirri støðu
er einki annað Norðurland í.
Gloppa dyrnar og doyggj
Vit avmarka okkum ikki til enskt, tí samfelagið er alt sum tað er, danskt. Sambondini eru donsk, flogsambondini er donsk, flutningsfeløgini fara bara til
Danmarkar – alt er danskt. Vit avmarka okkum ikki til enskt. Men tað kann væl vera, at vit nú hava áræði at gloppa dyrnar til stóra heimin, ið tosar enskt. Tað
kemur okkum til góðar, men tað merkir ikki, at vit missa sambond við Norðurlond.
Vit hýsa saktans fleiri málum enn donskum. Hetta er ikki annan enn ein gomul vanahugsan, ið vríggjar seg í andaleypi.
Kórið: Tað fer at hava avleiðingar fyri danskt á læraraskúlanum.
Svarið er nei: Tað fer ikki at hava avleiðingar fyri danskt á læraraskúlanum, tí har er danskt linjulærugrein. Og skalt tú inn á ta linjuna, er kravið, at tú
hevur havt tað sum vallærugrein á miðnámsskúla. Tey, ið hava tann áhugan, kunnu halda fram á læraraskúlanum og fara út í fólkaskúlan at læra ungar føroyingar
danskt. Har er eingin trupulleiki.
Kórið: Í Íslandi er danskt kravd lærugrein.
At kravt verður, at íslendingar læra eitt sindur av donskum er lætt at skilja, tí tað man vera minstakravið fyri at teir skulu klára seg í Norðurlondum.
Teirra skúli er íslendskur, bøkurnar eru íslendskar, á bókasøvunum eru íslendskar bøkur. Far í eina stóra bókabúð í Reykjavík – allar bøkurnar eru íslendskar!
Tær góðu skaldsøgurnar eru týddar úr stóru málunum til íslendskt. Filmarnir verða týddir til íslendskt, Dunnaldur tosar íslendskt. Tí tørvar teimum ávísan
kunnleika um okkurt norðurlendskt mál. Eru fleiri íslendingar, ið fara til Danmarkar at lesa, so veksur tørvur á lærugreinini – Parallelt við hetta: fóru nú
fleiri føroyingar til Týslands ella Fraklands at lesa, so hevði trýst komið á tær greinirnar í Føroyum. Hví? Tí landið er danskt og einki týskt ella franskt
sæst og hoyrist í Føroyum. Nakað soleiðis er støðan í Íslandi – har er lítið og einki danskt, tí mugu teir sum minstamát hava eitt sindur av tí á
studentaskúlunum. Viðurskiftini hjá íslendingum og okkum kunnu als ikki verða borin saman.
Føroyingar klára seg, eisini tey, sum ikki hava danskt frá studentaskúla. Øll klára seg í DK, tá ið tey koma hagar – ikki at tala um, tá ið tey hava verið har
í nakrar mánaðir. Tað er eingin neyð við teimum. Hví? Tí danskt hevur verið tilvitandi og ótilvitandi lagt í tey frá tí, at tey sóu sjónvarp á fyrsta sinni,
frá tí tey fóru í skúla, frá tí tey lósu fyrstu vørulýsingina á havragrýnspakkanum. Tí tey liva í einum danifiseraðum samfelag.
Treytir og undanstøkking
Vanlukkan við at danskt sleppur at seyra inn í hvønn krók í undirvísingarverkinum er tann, at studentaskúlalærarar við vælsignilsi frá politikarum sleppa sær
undan ábyrgdini at gera føroyskt undirvísingartilfar. Teir dúva upp á danskt tilfar í staðin fyri at gera føroyskt tilfar og úrslitið er grátiligt. Tað danska
tilfarið verður ein koddi at hvíla seg á. Tað eru viðurskifti, ið kórið eigur at fylkjast um, tí tað er stóra málið.
Várið 2011 fer í søguna sum várið, tá ið Vár í Ólavstovu skeyt seg í fótin, meðan studentaskúlalærarakórið messaði: Det er et yndigt land.