Helgi fer

Røður
01.05.2011
Sprotin

Eg eri ikki listamaður, eg hugsi,” stendur einastaðni í teirri fyrru bókini, sum Helgi Fossádal hevur lagt til rættis, og sum kom út fyrr í hesi vikuni, tað er bókin um Edward Fuglø, eg sipi til. Hetta er ein av mongu setningunum, sum eftir mínum tykki eisini passa væl til okkara fráfarandi stjóra: -“ Eg eri ikki listamaður, eg hugsi.”

At verðin er løgin er einki nýtt. Tí tað er í veruleikanum nokk so løgið, at eg skal standa her og takka Helga fyri tíðina sum stjóriá Listasavni Føroya.Hjá
summumkann verðin broytast upp á nakrar tímar ella upp á nakrar dagar. Og hon broytist eisini upp á sjey ár, Helgi.

Tá ið eg hitti Helga á posthústrappuni29. oktober í 2007- báðir í ørindum fyri hvør sítt savn – fall prátið sum vera mann á Mentamálaráðið. Og vit vóru báðir
so rørandi samdir um, at har var nógv, sum kundi veriðøðrvísi. Ja, har kundi verið tikið øðrvísi fatt á nógvum økjum. Eg má viðganga, at Helgi tosaði
mest hesa løtuna, tí eg visti, atdagin eftir fór útvarpið at siga, at eg var settur í starv sum deildarstjóri í Mentamálaráðnum. Fyrsti maður í telefoninivar
ein púra ovfarin Helgi Fossádal. – Og hann byrjaði samrøðuna við orðunum: Nú er lagað manni at taka fatt…

Helgi hevur verið leiðari fyri Listasavnið í sjey ár, men áðrenn tað hevði hann eisini sitið í nevndini í mong ár, so hann kendi savnið innanífrá, tá ið hann
tók við sum leiðari. Hann var væl greiður um, at við teirri játtan og teirri manning, sum savnið hevði og hevur, skuldi hann standa fyri øllum, frá at keypa
kaffi og wc-pappír til at stíla fyri framsýningum á høgum stigi. Hann skuldi stíla fyri bókaútgávum í sambandi við framsýningar, og hann skuldi í bókstaviligum
týdningistíla fyri at skifta út allar teir rotnu plankarnar í sjálvum bygninginum.

– Tí, sum hann tók til nú ein dagin: her er rot komið í.

Hetta eru korini, okkara samfelag hevur at bjóða, ið hvussu so er,tá ið tað snýr seg um høvuðslistasavn okkara.Soher var einki annað at gera, og her er einki
annað at gera, enn at smoyggja upp um ermar og at taka fatt.

Og tað má man siga, at tú, Helgi, hevur gjørt. Og sjálvandi hevur tú gjørt tað á tín egna hátt. Onkur annar hevði gjørt tað øðrvísi. Janus Kamban leiddi savnið
í sínari tíð, soleiðis sum hann helt vera best, Bárður Jákupsson soleiðissum hann helt vera best, og eg ivist ikki í, at nýggi stjórin, sum byrjar komandi
mánadag, fer at gera sum hann heldur er best – fyri hetta mentanarhúsið.Tað er júst hetta, sum eisini liggur í tí at seta leiðaran í tíðaravmarkað starv. Hann
skal ikki grógva fastur, hann skal ikki stadna í málingini.

Góði Helgi. Við skipan av savninum, við framsýningum við bókaútgávum og eisini við øðrum tiltøkum, hevur tú valt tín stíl at leiða Listasavnið.Tað kann ikki
sigast, at tað hevur verið serliga eyðkennandi fyri tín leiðslustíl, at tú vart at síggja ella at hoyra í fjølmiðlunum í tíð og ótíð. Tað hevur tú fyri tað
mesta latið onnur um. Tú hevur raðfest øðrvísi og gjørt tað, sum tú helt vera best fyri savnið, og hóast tú fyri sumt av tí hevur fingið nøkur høgg, og eg má
siga viðhvørt eisini nøkur órættvís og ódámlig høgg, so vil eg bara ugga teg við tí klassiska setninginum, men um tað hjálpir nakað veit eg ikki, at tað er
nógv betur, at fáa kritikk fyri tað, tú hevur gjørt, enn at fáa kritikk fyri, at tú einki hevur gjørt. Tín styrki hevur allatíðina verið, at tú kendi hetta
húsið, tú kendi fólkið, tú kendi umhvørvið, tú kendihvønn krók, eg kundi sagt, at tú kendi-ikki bara innihaldið, tú kendi sanniliga eisini
rammurnar.

Í allan dag hava vit sitið uppi í Norðurlandahúsinum og hoyrt um list í almenna rúminum.Eitt mál, sum eg veit, at tú hevur stóran áhuga fyri. Í hesum húsi, har
alt meira ella minni skal tulkast, kunnu vit kanska tulka ráðstevnuna í dag sum eitt slag av eini almennari heilsan frá myndugleikunum og listaumhvørvinum til
tín á tínum seinasta arbeiðsdegi – í teirri vón, at hugsað verður uppaftur meira um listina í tí almenna rúminum- í framtíðini.

Vit báðir hava samstarvað nógv hesi bæði síðstu árini, eg veit ikki, hvussu tú hevur upplivað samstarvið, men meg hevur tað lært eina rúgvu bæði um føroyska
list, sum eg ikki visti, um føroyska samfelagið, sum eg ikki visti og ummenniskju, sum eg heldur ikki visti.Arbeiðslagið í stýrinum hevur verið gott við tær
sitandi við stýripinnin. Vit siga tær øll takk fyri tað.

Og so vil eg fegin leggja aftrat, at persónliga, eru tað nøkur mál, sum standa nógv týðiligari fyri mær í dag, enn tey gjørdu fyri tveimum árum síðan. T.d.
hvussu væl tú dugdi at greiða útlendskum gestum frá søgu savnsins, frá myndunum á savninum, frá arbeiðinum við at fáa savnið út til almenningin. Eg havi eisini
verið hugtikin av, hvussu væl tú hevur sett báðar medarbeiðararnar, Mortan og Ogga, inn í savnsins dagliga arbeiði. Sjálvur fekk eg eisini um endan av málinum
um flytingina av Grafiska verkstaðnum. Men tað, sum stendur týðiligast, er málið um bingjuna ‘Bládýpið’, sum hevði staðið her uttan fyri Listaskálan í 14 ár,
og sum knappliga endaði sum forsíðustoff í føroysku heimspressuni. Men eg má siga, at tann løtan, tá ið Tróndur og tú settu tykkara nøvn á sama blað, tann
løtan stendur fyri mær sum eittt ódeyðiligt listaverk í almenna rúminum.

, sum skaldið tók til, tað var um reppið, at:
bládýpið í tínum eygum,
meg hevur í ørviti gjørt.

Góði Helgi. Tað er ikki gott at vita, hvat tey tosa um á posthústrappuni í kvøld.

Røða, ið Martin Næs helt í Listaskálanum 29/4-2011 á skilnaðarsamkomu fyri Helga Fossádal, stjóra.

Deil á

Aðrar greinar

Røður
Vit eru málið og málið eru vit

Málið er ein frummegi. Móðurmálið tekur skap, táið vit koma úr móðurlívi og súgva í okkum móðurmjólk...

Røður
Heiðurskvøða til fjøllistamannin Martin Joensen

- tá ið hann fekk handaða Serstøku heiðursgávu landsstýrismansins 2021 í SALT á Drelnesi 19. januar ...

Røður
Mín slóð í kjalarvørri móðurmálsins

Hann sendir - á skeivari – bylgju – millum - bylgjur – og – á – øðrum – frekvensi -millum – allar - ...