Handan

Tað góða orðið
14.12.2014
Sprotin

Orðið handan etur seg inn allastaðni, har tað ikki eigur at vera. Tað er ivaleyst tí, at vit seta setningar við hasum orðinum í saman eftir enskari/danskari fyrimynd.

Á enskum kanst tú siga – the man behind the crime í týdninginum,
tann sum hevur staðið fyri tí, hevur lagt brotsverkið til rættis. Soleiðis siga
danir eisini: manden bag kuppet og nú vit siga tað soleiðis eisini.

Vit fara undir eina orð
fyri orð týðing – sum sjáldan er meira enn hálvlunkað.

Vit siga hetta øðrvísi á
føroyskum, men týða vit orð fyri orð, tí vit duga ikki betur, týða vit til
dømis: the man behind the crime til maðurin aftan fyri
brotsgerðina –. Tað er ikki heppin týðing, tí vit meina, at tað er
hann, sum hevur skipað fyri henni ella okkurt sovorðið.

Tað kemur sjónskt
fram, tá ið fólk týða donsku orðingina “Det
som ligger bag”
til “Tað, sum liggur
aftanfyri” .
Tí føroyska orðingin er:
Tað, sum býr undir.

Hetta aftanfyri er síðan flutt yvir í tað fiksara orðið handan.

Men nú verður sagt maðurin
“handan” brotsverkið, handan samráðingarnar.

Og vit siga listamaðurin “handan” verkið ella høvundurin “handan”
bókina ella journalisturin “handan” mikrofonina og knappaborðið og
m.m.a.  

Men orðið “handan”
er skeivt brúkt, tí “handan” merkir annaðhvørt  “hinumegin
frá” ella “hinumegin.” Maðurin, sum stendur fyri samráðingunum,
kann ikki vera “handan” samráðingarnar. Hann kann standa fyri,
stjórna, leggja ráð og annað. Listarmaðurin, sum hevur gjørt verkið, kann ikki
vera “handan” verkið (uttan so, at hann krógvar seg hinumegin
løriftið ella standmyndina). Tú situr “við” eitt knappaborð – ikki
handan, og tú hevur mikrofonina “fyri” tær – tú kanst ikki sita
handan mikrofonina. Eingin mikrofon er skrúva soleiðis saman, at tú skalt
syngja inn í leidningin (um nakar er).

Til ber at siga: handan ánna hinumegin ánna; bygdin er
handan
fjøllini; handan hav
hinumegin havið, ið skilir okkum.

Vit kenna orðið brúkt til
dømis í átrúnaðarligum samanheingi – lívið her og handan – t.e. tað lív, ið er
hinumegin jarðarlívsmarkið.

Jonhard Mikkelsen 

Deil á

Aðrar greinar

Tað góða orðið
Um navnið KOKS

Tað var undirritaði, ið skeyt upp at kalla matstovuna KOKS, tí skyldi eg tykkum eina frágreiðing. Lý...

Tað góða orðið
Advent – jólaføsta

Løgið, so skjótt árshjólið er farið at hurra. Um stívar tríggjar vikur verður enn eina ferð stytsti ...

Tað góða orðið
Søgan um at sprota – í tølum

Í farnum tíðum vóru tungumál, teirra uppruni og deyði, tongd at ...