Gud er mongol

Ymist
16.03.2016
Sprotin

“Ímynda tær, at tú, hin eina dag, møtir Gudi, og hann er mongol,” brast tað úr Jen fyri eini 10 árum síðani. Hon las gudfrøði í Skotlandi samstundis sum eg. “Hvat hevur hon nú roykt,” hugsaði eg.

Sjálvandi skal Gud ikki samanberast við ein mongol. Mongolar eru blíðir og fittir, ikki tað – men tú kanst ikki mynda tær hin alvaldandi og alvitandi Gud sum ein einfaldan mongol, ið hevur tørv á øðrum alt lívið. Gud er stórur og sterkur, Gud stendur á tí kosmisku brúnni og førir alheimin gjøgnum brotasjógvar til hina ævigu havn. Ein mongolur stýrir ongum.

Og tó, tankin hevur elt meg síðani.

Fyri nøkrum árum síðani, segði eitt annað vinfólk, Jane, mær frá elskaða soni sínum Rowan. Hennara orð hava heldur ikki slept mær: fyrst skelkurin, tá ið sjúkrasystirin segði, at nýføddi sonurin hevði ílegur, ið vóru settar saman ótraditionelt. Hjá henni og Ben, manni hennara, var lívið ein ørgrynna av góðum møguleikum, og idealfamiljan við 3 – 4 vælskaptum børnum var ein sjálvsagdur táttur í eydnumyndini. Men boðini, ið vóru staðfest við teimum eitt sindur skeivu eygunum og serkenda smílinum, vóru ein spísk nál beint inn í mytuna um tað eydnusama lívið. Alt vendist til kaos, alt skuldi hugsast av nýggjum.

Men alt átti eisini at hugsast av nýggjum. Tað var skjótt, at lítli Rowan, ið einki kendi til tey spjøldur, vit festa á hvønn annan, vísti hvør hann var, størsta gávan, Jane og Ben kundu hugsa sær. Hann gjørdist meiningin í lívinum. Ímeðan tey bæði elskaðu hann og gjørdu alt fyri, at hann fekk bestu korini at liva sítt lív, leiddu hann tey inn í ein nýggjan heim, myndaði veruleikan av nýggjum. Smílið, álitið og gleðin, sum Rowan hevði eitt innlit í, júst tí hann var mongol, vísti á nøkur grundleggjandi virði, ið svinna sum døgg fyri sól hjá okkum flestu, ið halda, at vit mugu prógva okkara rætt at liva, vinna okkara pláss á leikpalli lívsins.

Henri Nouwen, kendur katólskur prestur, rithøvundur og akademikari, skrivaði bókina “Adam” stutt áðrenn hann doyði. Eg las hana fyri 15 árum síðani, og hon hevur eisini brent seg í mítt sinni. Nouwen var professari á Harvard, men vendi yrkisleiðini bakið og flutti inn í eitt heim fyri fjølbrekað fólk í Toronto. Uppgávan, hann fekk, var at vera um Adam Arnett. Adam var fullkomiliga hjálparleysur, dugdi hvørki at tosa ella ganga, hann mátti vera hjálpin frá tí, hann vaknaði á morgni, til hann varð lagdur í song á kvøldi.  Bókin snýr seg um sambandið teirra millum. Í byrjanini helt Nouwen, presturin, at hann var sálarhirðin. Men, sum tíðin leið, vendust leiklutirnir.

“Adam bleiv mín lærari, mitt í mínum hurlivasa tók hann mína hond og leiddi meg í gjøgnum villuna, ið var mítt lív,” sigur Nouwen. “Hann bleiv vinurin, fylgisveinurin, eg kundi líta á, ið vísti mær við sínari nærveru tað, ið eg longu átti at vitað.” Nouwen hevði skrivað bøkur um lívið, ið eitt ótal av menniskjum lósu og elskaðu, men tað var ikki fyrr enn hann sá hvíldina, ið var miðdepilin í lívinum hjá Adam, at Nouwen skilti, at eisini hann veruliga var elskaður av Gudi, soleiðis sum hann var. Tá skilti hann, at lívið er altíð fyrst gáva, ikki eitt avrik.

Í sínari tøgn og hjálparloysi, gjørdist fjølbrekaði Adam, sum hvørki kundi eta ella fara á kummuna sjálvur, sálarhirði hansara. Í Adam sá Nouwen Gud. Í samfelagnum við Adam fekk hann frið við Gud, tí í Adam sá hann kærleika Guds, og hvat tað vil siga at vera óavmarkað og treytaleyst elskaður. Nouwen sigur, at Adam segði við ongum orðum við øll, ið møttu honum: “Óttast ikki. Tær tørvar ikki at flýggja frá pínuni. Hygg at mær, ver mær nær, og tú skalt síggja, at tú er hin elskaða ella elskaði Guds.”

Hvat er tað, mongolar og fjølbrekað vísa og siga teimum, ið taka sær stundir at hyggja og vilja hoyra? Er tað kanska, at júst soleiðis, sum tey eru skerd ella tarnað, vísa tey okkum, at nakað er meira grundleggjandi og ríkari enn tað, vit kunnu avrika við førleikunum, ið okkum untist? Og er tað kanska meir? Sjálvt málið vit brúka – tey menningartarnaðu, tey, ið bera brek – sigur okkum, at vit altíð fyrst varnast tað, ið manglar. Men skulu vit ikki hyggja nærri? Eiga tey kanska okkurt annað, sum okkum tørvar. Tá ið eg lurti eftir Jane, tá ið hon tosar um Rowan ella lesi Nouwen hugleiða um Adam, hoyri eg søgur um fólk, ið eiga innlit í tilveruna, sum vit ikki kunnu fáa frá nøkrum øðrum.

Men er tað ikki eitt langt lop frá at siga, at mongolar kunnu vísa okkum nakað, ið eingin annar kann, og so at siga, at Gud er mongol? Kanska ikki. Kristin siga, at menniskjað er skapt í mynd Guds. Nógv kjak er um, hvat tað merkir, men tað má í øllum førum merkja, at Gud hevur lagt nakað, ið minnir um hann, niður í menniskju. Og um tú vendir tí tankanum, so merkir tað, at tá ið tú sært eitt menniskja, sært tú nakað av, hvør ið Gud er.

Og tað skortar ikki við myndum úr mannalívinum, tá kristin sum eg lýsa, hvør ið Gud er. Hann er kongur og harri, hann er sterkur og vísur. Og sjálvandi brúka vit hesar myndir, tí vit trúgva, at Gud bæði skapti alheimin og heldur honum uppi. Men um vit bara brúka tílíkar myndir, ið lýsa tey idealir, ið grikkar høgdu í marmor, sita vit eftir við einum avgudi, telgdur í okkara egnu oyðandi dreymum.

Um vit siga, sum kristin vilja vera við, at Gud hevur víst seg á mest fulkomnan hátt í Jesusi, so síggja vit ein, ið ræður við at tæna, ið er sterkur í veikleika, og sum sigrar, tá hann hongur nakin á einum krossi. Tá Jesus lýsir idealborgaran í ríki Guds, sigur hann ikki, at tað eru tey ríku, sum eru sæl, men tey fátæku, ikki tey, ið kunnu smíða sær eydnuna góðu, men tey, sum syrgja, og ikki tey klóku, men tey fátæku í andanum. Hví? Kanska tí, at tað eru júst hesi, sum so oftani líða undir eydnudreymunum og idealunum hjá teimum, ið eiga snildirnar og maktina at mynda heimin.

Og millum teirra, sum eru fátøk í andanum, havi eg higartil ikki funnið nakað andlit, ið vísir eitt so beinleiðis álit og ein so treytaleysan kærleika, sum eg síggi í andlitinum á teimum fáu mongulum, ið eg kenni. So, um vit kunnu siga “Gud er kongur,” tá ið vit lýsa almátt Guds, so kunnu vit eisini siga, at “Gud er mongol,” tá ið vit lýsa hjarta hansara. Og uttan at kenna kærleika Guds, vita vit ikki, hvussu Gud er kongur. So Jen var ikki í teologiskum ørviti, tá ið hon sá Gud í einum mongoli. Hon var bara komin longur á leið enn eg.

Og hetta, mynd Guds í mongolum, hevur kanska størri týdning í dag enn nakrantíð. Nakað herfyri las eg eina grein á heimasíðuni hjá BBC um, hvussu kvinnur í Bretlandi gerast eldri og eldri, tá ið tær fáa børn. Ein avleiðing er, at børnini, ið tær eiga, hava lutfalsliga størri møguleika at bera brek. Men hóast hetta, vísir greinaskrivarin á, er talið av føddum børnum, ið eru mongolar, fækkað. Hví? Tí tey fostur, ið bera hetta brek, eru vald frá. Tey passa ikki inn í eydnudreymin og vera sáldað frá. Mongolar passa ikki inn í okkara gerandisdag. Og sum teir hvørva, fánar ein hin vakrasta myndin av markleysa og treytaleysa kærleika Guds, ið vit eiga.

Onkur ilskast kanska um, at eg brúki politiskt ókorrekta heitið ‘mongol’, heldur enn at tosa um fólk, ið hava ‘down syndrom’. Men hvat er óhepnari, hvussu vit nevna menniskju, ið hava serkenni, ella, at vit lúka tey út, tá ið vit sniðgeva okkara børn?

Deil á

Aðrar greinar

Ymist
PORTUGISISK ORÐABÓK

Øll eru hjartaliga vælkomin í Løkshøll í dag 26. januar kl. 16. Ókeypis atgongd. Kom og hoyr søguna ...

Ymist
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum ...

Ymist
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber...