Grunnbrot

Ymist
25.10.2010
Sprotin

Tað er í hesum døgum nærum ómøguligt at lata eitt blað upp, ella tendra úvarpið uttan at fáa ein ella fleiri grunnar frammaná. Vit hoyra um Føroyagrunn, Eik-grunn, Framtaksgrunn, Búnaðargrunn, Húsalánsgrunn, Munkagrunn – og vit kundu hildið fram.

Tað tykist sum, at tað eru onkrir felagsnevnarar fyri alt grunnatosið, meginparturin av orkuni verður brúktur til tað, sum á heilsumálið eitur persónligt
reinføri – millum vanlig fólk eitur tað at vaska sær um hendurnar.

Tað sær út til, at endamálið við hesum reinførinum er, at vit skulu sannføra hvønn annan um, at onkur annar hevur skyldina, og fyri at minka um møguleikan fyri
at orsøkin verður funnin í Føroyum gera vit, hvat vit kunnu fyri at finna onkran syndabukk í Danmørkini.

Og meðan vit spæla blindabukk, hevur okkara kæra móðurland Danmark enn einaferð sent okkum tann frelsandi eingilin Astrup til at rudda upp í Matador spælinum,
siga okkum teir sannleikarnar, sum vit ikki tora at siga hvør øðrum, og – vónandi – stápla eitt “bæredygtigt projekt” upp á beinini, burtur úr tí, sum enn ber
til at raka út úr øskuni.

Astrup hevur – sambært honum sjálvum – funnið orsøkina til, at alt fer fyri hund og ravn. Syndarin eitur “Sjálveigandi grunnar” – ella sum tað eitur norðan
fyri Hórisgøtu- “Sjálvoyðandi grunnar” .

Hugsa vit okkum um, átti tað at sagt seg sjálvt, at ein sjálvoyðandi grunnur ikki kann hava langa livitíð, so fyrsta uppgávan verður at sleppa okkum av við
teir og fáa okkurt annað í staðin.

Best er at binda um heilan fingur, og sleppa okkum av við alt sum eitur grunnar. Skulu vit sleppa undan vandanum fyri fiskaloysi er best at byrja við
fiskigrunnunum. Og helst er best at sleppa okkum av við alt ,sum eitur bankar eisini, hugsið tykkum, um nú Sandoyarbankin fer undir hamaran – ella í
ruskbyttuna, sum tað sigst eita á nútíðar bankamáli – næstu ferð tað lotar úr hanakjafti. Tað má bera til at fáa føroyamálsdeildina at umdoypa alt, sum eitur
fiskimið til okkurt “bæredygtigt”, nú áðrenn nýggja atlasið kemur út.

Menniskjan hevur tann óvanan at hugsa: Hvat verður tað næsta? Eg havi eisini ein ferðil av hesi ónolluni. Og eg hugsi, at Astrup plagar at fáa rætt –
eisini tá hann ikki hevur rætt –

Av tí at danski nationalbankin eisini er ein sjálvoyðandi stovnur, er tað helst bert ein spurningur um tíð, áðrenn hann ger av við seg sjálvan, og fíggjarliga
sjálvoyðandi grunnbrotið tekur eisini hann við sær í ferðini.

Tað frægasta man vera at gera ríkiligt av plássi undir koddanum. Tað má bera til at venja seg við at hava hægri undir høvdinum –

Tummas

Deil á

Aðrar greinar

Ymist
PORTUGISISK ORÐABÓK

Øll eru hjartaliga vælkomin í Løkshøll í dag 26. januar kl. 16. Ókeypis atgongd. Kom og hoyr søguna ...

Ymist
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum ...

Ymist
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber...