Grann skoðan
Vit hava ymiskar siðir her í okkara lítla landi. Ein av teimum er pynta jólatræ. Jólatræið var í fyrstuni eitt kustaskaft, sum vælmeint fólk hongdu okkurt glitur uppá, vavdu inn í vatt, gomlu dimmu, og tað sum annars var fyri hond. Síðan hesa trilvandi byrjan hevur siðurin bara vundið upp á seg. Sum alt annað, ið fær fótin fyri seg, verður gjørt meira og meira burturúr.
Jólatræið varð miðdepilin í jólunum, og sjálvt eftir at handlarnir fóru avstað við hátíðini, mugu jólapakkarnir smyrja seg við at liggja undir
jólatrænum. Vit fingu sangir, sum søgdu okkum, at vit skuldu ganga, renna og dansa um jólatræið, og sum skikkilig børn gjørdu vit eftir boðunum.
Vit fingu eisini ein sang um, hvørt jólatræið skuldi standa ovarlaga ella niðarlaga, men tá var politikkur komin uppí, og ongin semja fekst um nakað.
Ein óvani, sum sæst aftur nærum allastaðni, har okkurt skilagott kemur fyri seg í hesum landinum, er at reglugerðir skulu gerast. Fólk í fyrisitingini fáa til
uppgávu at ansa eftir, at reglugerðirnar vera hildnar, hesin svullurin veksur seg størri og størri, og áðrenn vit hava vent okkum á gólvinum, liva hesar
reglugerðirnar og tey fólkini, sum umsita tær, teirra egna lív. Endin plagar at vera, at tað, sum reglugerðirnar skulu verja, doyr í berari umsiting.
Nú sær út til at jólatræið stendur fyri tørni. Seinastu vikuna, ella báðar tvær, hevur onki annað verið at hoyrt uttan grann skoðarar. Onkur hevur sett sær
fyri, at øll jólatrøini skulu skoðast, vælsagtans fyri at byggja enn ein karnap upp á almenna fyrisitingarbygningin. Fyri okkum vanligu hampafólk sær tað út
til, at stríðið stendur um, hvussu grann skoðanin skal gerast, og av hvørjum.
Alt tað politiska og umsitingarliga apparatið er á gosi fyri at finna útav, um norskir grann skoðarar kunnu brúkast til at skoða nordmansgrann, um vit skulu
hava kommunistar til at skoða reyðgrann,danskar statsgóðkendar ditto til at skoða tað sum verður innflutt úr danmark, meðan teir føroysku, sum skilst, vera
settir at skoða viðarlundinar í Kunoy, Selatrað, Úti í Grøv, og Sunnukvøldsplantaguna.
Sama hvat teir semjast um, er úrslitið givið frammanundan. Reglugerðirnar, umsitingin og avgjøldini fyri at halda mylluna gangandi skulu gjaldast av teimum,
sum brúka sínar síðstu krónur til at keypa eitt statsgóðkent, heilsufrøðiautoriserað, landsskattaskrásett, umhvørvisgóðkent, vistfrøðiligt, burðardygt
jólatræ.
Og um fá ár hevur ongin ráð til at keypa sær tað árliga jólatræið, og vit venda aftur til kustaskaftið.
Vit kunnu, um ikki annað, gleða okkum um, at tá ið kustaskaftið á vaglinum verður tendrað, sleppa vit undan at hoyra tað vanliga romantiska tómgongdartosið.
Við tað at elsti gøtusóparin sjálvsagt heldur røðuna, kunnu vit væntað okkum nøkur jarðbundin, skilagóð orð frá einum, sum hevur bæði beinini á vegnum –
– t