Fuglar okkara

Bókaprát
01.06.2022
Sprotin

Stórverkið eftir Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson verður á marknaðinum um leið 1. oktobur. Til ber at keypa verkið her longu nú.

Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson hava síðan 2017 arbeitt miðvíst við eini nútíðar bók um fuglar í Føroyum. Bókin, ið ber heiti ’Fuglar okkara’, lýsir í teksti og myndum øll villini fuglasløg, sum skrásett eru í Føroyum.

Endamálið við Fuglum okkara er at kunna um fjølbroytta fuglalívið, sum er í Føroyum. Bókin er ætlað sum hjálp at eyðmerkja fuglar og skapa gleði og alsk til føroyska náttúru og fuglalív. Bókin hóskar bæði væl sum prýðisbók heima við hús, og sum tilfar til undirvísing í skúlum og á stovnum. Teksturin hevur fakliga tyngd, og bókin hevur hópin av stórum myndum, sum bæði stuðla tekstin og eru fragd fyri eygað. 

Fyri øll fuglasløg er tekstur um at greina fugl, um livihátt, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum. Serliga nógv er gjørt burtur úr føroysku búfuglunum, har m.a. eisini eru tekstabrot um, hvussu fuglurin reiðrast og myndir av eggum. Annar tekstur er m.a. um atburð í náttúruni, hóttanir móti fuglalívi og um føroyska fuglaárið. Harumframt eru allar skrásetingar av øllum sjáldsomum fuglum við í bókini.

Bókin verður útgivin í trimum stórum bindum í húsa, saman við eini fikkubók at hava í lummanum.

Bókin verður á marknaðinum um leið 1. oktobur í ár.

Stødd: 22×28 cm
Síðutal: 1500
3 bind í flottum húsa + fikkubók
Søluprísur: 800 kr

Keyp verkið her

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...