Frá Comala til Macondo

Bókaprát
06.12.2011
Sprotin

Rithøvundurin Juan Rulfo varð føddur 1918 og doyði í 1986. Hann gav í 1955 út skaldsøguna Pedro Páramo. Hann skrivaði bara hesa einu skaldsøguna, og so eitt savn av stuttsøgum, sum kallaðist “El Llano en llamas”.

Susan Sontag, bókmentafrøðingur, skrivar í fororðinum til eina enska týðing av Pedro Páramo:

“In fact, the point of a writer´s life is to produce a great book, that is, a book that will last – and that is what Rulfo did. (…) Rulfo´s novel is not only one of the masterpieces of twentieth-century world literature, but one of the most influential of the century´s books; indeed it would be hard to overestimate its impact on literature in Spanish in the last forty years.”

Ein av teimum rithøvundum, sum henda lítla bókin hevur havt stóra ávirkan á, er colombianarin Gabriel García Márquez. Hann sigst at duga skaldsøguna uttanat og at kunna endurgeva hana orð fyri orð. Hetta sæst eisini aftur í ritverkinum, har heilir setningar eru tiknir nærum beinleiðis úrPedro Páramo,fyri ikki at tala um frásøgutekniskar snildur. 

Byrjanin til Pedro Páramo ljóðar soleiðis:
Eg kom til Comala tí tey søgdu mær, at her búði pápi mín, ein ávísur Pedro Páramo. Mamma mín segði mær tað. Og eg lovaði henni, at eg skuldi fara at vitja hann so skjótt sum hon var deyð. Eg kroysti hendur hennara
sum tekin um at eg fór at gera tað, tí hon lá til at doyggja, og eg var til reiðar at lova alt. (…)

Hendan byrjanin er ein av teimum kendu í heimsbókmentunum, og staðið Comala er í latínamerikanska
bókmentaheimum blivið eitt nærmast mytiskt stað, á sama hátt sum vit kenna tað við Macondo, fiktivi býurin hjá García Márquez í skaldsøguni 100 ára einsemi, sum kom út í 1967. Báðar bøkur byrja við at introdusera eitt stað, ein bý, sum síðani verður ímynd av einum ávisum samfelag, ella einum ávísum huglagi. Stórur munur er á teimum báðum ímyndaðu støðunum, men lítil ivi er um, at García Márquez bæði kendi og brúkti Comala sum íblástur til sín bý tá ið skaldsøgan hjá honum kom út 12 ár seinri.

Comala
Søgan hjá Rulfo byrjar hjá teimum livandi: mamman sendir sonin út at leita upp pápa sín, Pedro Páramo. Men deyðin hongur frá fyrstan tíð uppi yvir honum:
longu í fyrsta reglubroti doyr mamman, og sonurin er einsamallur eftir. Hann heldur lyfti sítt og fer til heimbygdina hjá mammuni, Comala, men tað, sum hann finnur, er ein útdeyð bygd. Hann hittir fólk, men fólkini eru undarliga kám, og bæði frásøgufólkið og lesarin missa skjótt kensluna av, hvør er livandi og hvør
er deyður. Røddirnar liva sítt egna lív: 

– Alt gevur afturljóð her í bygdini. Tað er sum eru ljóðini læst inni í sprekkum í grótveggunum ella niðri undir steinunum. Tá ið tú gongur, er tað sum at stíga í sporunum hjá øðrum. Tú hoyrir ríkjan. Látur. Ein gamlan látur, sum var láturin troyttur. Og slitnar røddir, sum vóru tær brúktar ov nógv. Alt hetta hoyrir tú.

Og so við og við gerst greitt, at øll hesi fólkini, sum siga søgurnar, eru deyð. Mitt inni í bókini doyr eisini 1. persóns frásøgufólkið, Juan Preciado, men røddirnar halda fram við sama lag, og hansara verður bara ein av mongum í samlaðu myndini.

Tað eru hesar mutlandi røddirnar, sum bera frásøgnina fram. Í pettum og brotum verður søgan søgd, og flís fyri flís verður ein mynd bygd upp, ein mosaikk, har øll brotini tilsamans mynda umhvarvið av Honum: Pedro Páramo, ein ímynd av tí latínamerikanska valdsharranum. Tað Comala, sum vísir seg í frásøgnunum, verður lýst sum eitt helviti, har Pedro Páramo hevur rátt eirindarleyst.

Men um frásagda fortíðin verður líknað við eitt helviti, so er tað Comala, sum Juan Preciado møtir, samstundis at líkna við eitt ongamannaland. Tey, sum føra orðið eru friðleysar sálir, sum ikki hava fingið syndanna fyrigeving, og tí reika íkring, bundin at hesum staðnum, meðan tey bíða eftir endurloysn. Við øðrum orðum: eitt Purgatorio – ein reinsingareldur. Fortíðin í Comala er eitt helviti av valdsmisnýtslu, nútíðin eitt limbo fult av spøkilsum. Hetta er ein mynd og ein sannroynd, sum sæst aftur ferð eftir ferð í latínamerikanskum bókmentum síðani, men Rulfo er hann, sum kanska fyrstu ferð megnar at orða tað skaldsliga í ein mun, so tað kenst at merginum.

Macondo
Í fyrsta umfari kann Macondo, býurin hjá García Márquez í 100 ára einsemi, tykjast at liggjalangt fra Comala, bæði í tíð, staðseting og skaldsligum huglagi. Men hyggur tú væl eftir, hómast Comala og Rulfo støðugt í bakgrundini, tá ið tú lesur skaldsøguna. Hon kann (m.a. eisini) lesast sum ein viðmerking til, ella ein uppgerð við Pedro Páramo, sett í nýggjum umhvørvi. 

Macondo er (ella tykist at vera) tvørturímóti Comala eitt nýtt stað. Patriarkurin í Macondo er José Arcadio Buendía, sum – júst fyri at kvetta við fortíðina og (heilt ítøkiliga) flýggja frá sínum spøkilsum – dregur út fyri at grundleggja ein nýggjan bý. Har, sum hesin býurin verður bygdur er

verðin (…) so nýggj, at nógvir lutir enn ikki høvdu navn, og fyri at nevna tey, mátti tú peika við fingrinum.

Aftur og aftur verður sipað til undansyndafalls-sakloysið í hesum býnum, sum at byrja við enn ikki hevur nakran deyðan (smb. Comala, har øll eru deyð longu áðrenn frásøgnin byrjar). Í Macondo er eingin gamal látur, ongar mutlandi røddir. Tvørturímóti máa orðini skapast av nýggjum. Og fólkið í Macondo er livandi. Familjan Buendía og hini í skaldsøguni berjast við hond og fót fyri at broyta síni kor og sleppa sær inn í framtíðina.

Og tó: ferð eftir ferð renna tey seg føst, fortíðin tekur seg inná tey. Tað, sum tey halda er fram, vísir seg at verða aftur, og tey fløkja seg inn í eitt lokkanet av endurtøkum, harðskapi, valdsmisnýtslu, incest, politiskum meiningsloysi, júst tað, sum eyðkendi samfelagið í Comala. Til tey at enda skilja, at alt er avgjørt frammanundan, at tey ongan møguleika hava fyri at broyta nakað. So eisini tey eru í grundini spøkilsir, ella kanska heldur statistar í sínum egna lívi. Afturljóðini eru læst føst í sprekkum inni í teirra egna hugaheimi, soleiðis, at tey eru bundin til altíð at stíga í fótasporini hjá øðrum, at endurtaka gamlar syndir.

Men er so nakar vegur út úr hesi fastløstu støðu, sum báðir býirnir ímynda?

Pedro Páramo er ein svartskygd skaldsøga. Eingin nýggj byrjan finst í Comala. Har er alt gamalt longu frá byrjan av. Og av tí sama er heldur ongin endi møguligur. Røddirnar halda áfram, sjálvt eftir deyðan, og tær tykjast resignera yvir fyri tí veruleika, at tey ongan møguleika hava fyri at broyta sínar umstøður. 

100 ára einsemi endar við at Aureliano Babilonia situr og týðir gamlar skriftir um søguna hjá familjuni og hjá Macondo (og súmbolskt øllum kontinentinum) í somu løtu sum hendingarnar, hann lesur um, fara fram:

Og tó, áðrenn hann kom til seinasta ørindið, hevði hann longu skilt, at hann ongantíð aftur fór at koma sær
út úr hesum kamarinum, tí tað var avgjørt frammanundan, at býurin úr speglum (ella speglingum) fór at vera sópaður burtur av vindi og strikaður úr minninum á monnum í somu løtu sum Aureliano Babilonia varð liðugur at týða pergamentini, og at alt, sum stóð skrivað í teimum, var ógjørligt at endurtaka, frá fyrndini av
og í allar tíðir, tí at tey, sum vóru dømdtil hundrað ára einsemi ikkifingu ein annan møguleika her á fold. 

So er tøgn. Onki er eftir at siga. 

Tað er ein avgjørdur munur á áhaldandi mutlanini í Comala, sum heldur áfram sjálvt eftir deyðan, og so endaligu tøgnina í Macondo, har alt at enda verður sópað burtur “from the face of earth”, so onki er eftir.

Tað kann tykjast sum eisini 100 ára einsemi er svarskygd, og lítil vón er at homa í hesum apokalyptiska endanum.Vit flyta okkum frá helviti og reinsingareldi í Comala, til ragnarok og dómadag í Macondo. Og tó: hómast ikki ein ávís vón júst í tøgnini, sum kemur aftaná? Tí eftir dómadag, hvat tá? Fáa sálirnar tá frið? Kanska heldur mutlanin tá uppat, so tað ber til at orða heimin av nýggjum?

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...