Fittur!

Bókaprát
21.12.2014
Sprotin

Vit liva í smáum bygdarsamfeløgum, og tað hevði verið óliviligt, høvdu vit ikki verið hampiliga fitt hvør við annað. Tí man “fitt/ur” vera eitt tað vanligasta lýsingarorðið í føroyskum.

Stundum brúka vit tað til at staðfesta,
hvat vit halda um hetta ávísa menniskjað, parið, ættina, grannalagið – stundum
til at káva út yvir okkurt, bloyta okkurt, sum vit ætla okkum at siga, áðrenn
vit koma til eitt petti av onkrum keðiligum sannleika. Fittur kann eisini vera
eitt hættisiligt orð, tí tað verður eisini brúkt at hylja veruleikan.

Tað er so ymiskt, sum kravt verður av fólki.
Krøv til atburð, ymisk størv, ymiskar
avbjóðingar. Onkur skal vera gløggur, onkur sterkur, onkur diplomatiskur, onkur
treystur o.m.m.a. – Hesi krøv
verða eyðvitað sett okkum – men vit vilja fegin hava eina krúllu á aftrat – at
vit eru fitt. Sama hvat starvið
annars krevur: eisini fitt.

Førleikin yvir øllum førleikum í okkara lítla
landi tykist vera, at vit eru fitt. Vit verða formenn, stovnsleiðarar,
borgarstjórar, kórleiðarar og løgmenn, vald í ábyrgdarstørv, tí vit eru fitt.

Lærd? Gløgg? Treyst? Treisk? Víðskygd? Gjarna
og helst, men eisini fitt.

Er tað heppið?

Tað er ringt at lýsa neyvt í eini orðabók,
hvat tað er at vera fittur, men vit siga til dømis:
Hann
er latur, men fittur maður annars.

Hann
er vátligur, men eitt fitt fólk.

Hann
hevur sínar veiku síður, stakkalin, men fittur er hann.

Halt
kjaft, sum tað snurrar seint hjá honum, men hann er av fittastu monnum.

Hann ber
seg ofta býttisliga at, men fitt er beistið.

Hann
er einki ljós, men Harragud sum hann er fittur.


Alt,
hann fer í holt við, fer á heysin, men hann er ein fitttur fýrur.

Kennir
tú tey? Ja, av fittastu fólkum.

Tey
siga, at hann er so ótrúgvur. Tað kann vera, men hann er ólukksáliga fittur.


Vit síggja, at sama hvørjar ónollurnar eru,
hvør vantandi kunnleikin er, sama hvussu lítið gløgg, vit eru, so brýnir orðið
“fittur” allar hvassar kantar, tað fyllir hol, kámar veruleika
og ger alt lagaliga liviligt hjá
øllum, sum hava síni brek, men skulu hava sín kjans. Og tað er tiltalandi, og tað
man vera neyðugt í lítlum samfelagi – men tað er stundum hættisligt!

Tá ið vit eru atfinningarsom og venda hesum
setningum á høvdið, siga vit til dømis:
Hann
er fittur, men kúgv.
Tá eru vit komin til eina
niðurstøðu, sum vit kunnu brúka til okkurt.
Siga vit: Hann er kúgv, men fittur – kunnu vit vera á vandakós. Tá geva vit kúnni ein kjans, sum hon
ikki átti at fingið.  Vit hava hug
at káva útyvir, at hann er kúgv.

Hvat merkir tað so, venda vit øllum hinum á
heysin: 

Hann
er latur, men fittur maður annars
 – gev honum ein kjans.
Hann
er fittur maður, men latur
 – hann fær ikki starvið, tí hann er
latur.

Hann
er vátligur, men eitt fitt fólk
– Vit mugu liva við
tí, at hann er vátligur.
Hann
stak fittur, men vátligur
– hann fær helst ikki
møguleikan, tí hann drekkur ov illa.

Hann
hevur sínar veiku síður, men fittur er hann
. – Gloym
tær veiku síðurnar.
Hann
er fittur, men hann hevur sínar veiku síður.
– Hann
er helst ikki skikkaður.

Halt
kjaft, tað snurrar seint hjá honum, men hann er av fittastu fólkum
. – Vit kunnu seta hann
í starv eftir øðrum kvalifikasjónum.

Hann
er av fittastu fólkum, men tað snurrar seint hjá honum
. – Hann hevur ongan kjans.
Hann ber
seg ofta býttisliga at, men fitt er beistið
. – Kanska
er hann skikkaður til starvið.

Beistið
er fitt, men hann ber seg ofta býttisliga at
. – Hann
hevur ongan kjans.

Hann
er einki ljós, men Harragud sum hann er fittur
. – Kanska
skuldi hann fingið ein kjans.

Hann er
fittur, men hann er einki ljós
. – Hann sleppur ikki
upp í part.

Málið avdúkar hugsanarháttin – tann fyrra
yvirberandi, tann seinna, sum ger, at viðkomandi má taka avleiðingarnar av sínum
gerðum, eginleikum, vantandi førleikum, viti, útbúgving o.ø.

Hvat er tað, sum treytar hetta at vera
fittur? Tað hevur so stóran týdning í lítlum samfelag at vera fittur: at vera medgjørligur, smílandi,
dámligur, eftirlatin og fúsur at dugna eina hond, til dømis.

Og ofta riggar tað, sum tað skal, at brúka
orðið. Hann er fittur granni. Hann er
fittur svágur. Hann er fittur at heita á.

Men siga vit:
Hann
er ein fittur løgreglumaður.
Fert tú at ivast í, um
orðið ikki er brúkt skeivt. Hann skal síggja til, at lógir verða hildnar. Tað
snýr seg ikki um kenslur – men reglur. Hvat skulu vit brúka orðið fittur til í hesum sambandi?

Hann
er fittur próvdómari.
Tá fert tú at ivast í, um viðkomandi
próvdómari hevur slakað krøvini, og um hann sítt arbeiði til lítar. Merkir tað: “sum
dømir lint” ?

Hann
er fittur løgmaður.
Duga vit tá at gera mun á
embætinum og manninum? Maðurin í landsins hægsta embæti, skal vera gløggur,
dugnaligur, duga væl at bera seg og samskifta og mangt, mangt annað. Men
fittur? Hvat skulu vit brúka tað til?

Málið avdúkar alt – hugsanarhátt, tolsemi,
hugburð, innlit. Málið hýsir øllum.

Og tí stingur spurningurin seg upp: Hvat
man tað siga um okkum, at vit brúka hetta eina orðið – fittur – so nógv?

Jonhard Mikkelsen

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...