Farið fyri bakka
Ofta tá ið orðafellið verður brúkt, ”tað er farið fyri bakka,” vísir tað seg tí betur, at tað ikki er farið. Tað var kortini bjargað í evstu løtu. Orðafellið kom ofta fram fyri meg, meðan eg las ta vøkru og stórbæru bókina hjá Nicolinu Jensen Beder ”Seyður, ull, tøting.”
Umframt ta stóru vitan um seyð og ull, sum Nicolina hevur sogið til sín frá barnsbeini av, móðurin og øll hennara ætt hevði eina ríka seyða- og ullarmentan,
hevur Nicolina trúliga trolað ígjøgnum báði gamalt og nýtt skrivligt tilfar her heima og í øðrum londum.
Nicolina hevur nú – 82 ára gomul – sett henda dýra førning frá sær.
Hóasttað mundi verða fiskur og hvalur, sum góvu okkum gott hold og styrki, var hitin frá seyðaullini lívsneyðugur. “Ull er Føroya gull”, og tað ikki bara sum
søluvøra.
Í “Tættir úr Kirkjubøar søgu” kunnu vit lesa brot úr brævið, sum pápi Jóannes Patursson skrivar til Jóannes 28. sept. 1883, meðan hann er á landbúnaðarskúla í
Noregi:”Du husker måske, at da jeg skrev i Dimmalætting om “Svinehold,” at redaktøren i de linjer, han tilføjede artiklen, sagde, at “den færøske bonde kun
tænkte på lammet, fåret var hans alt. “
Nicolina hevur alt sítt lív virkað fyri, at hesin dýri arvur ikki bara skuldi verða til skjals á fornminnisøvnum, men eisini koma til nyttu í nútíðini.
Henda bókin vil í komandi tíðum vera eitt sera gott og hent amboð hjá øllum, sum fáast við seyð, ull og tøting, eisini er holl og greið frágreiðing um liting,
men sanniliga eisini hjá øllum okkum, ið hava áhuga fyri føroyskari søgu og mentan.
Sum sagt er hetta ein sera vøkur bók, við nógvum sigandi myndum, og so eru átta síður, síðurnar 66, 67, 68, 69, 70, 71, 72 og 73 so serliga vakrar, at um tú
fyrst kemur niður á tær og ikki veit betur, heldur tú, at bókin er ein listabók.
Tíbetur var eg í Læraraskúlahøllini, tá ið bókin varð løgd fram og fekk ognað mær hana tá.
Heimkomin settist eg alt fyri eitt at blaða í henni og las okkurt hissini brot, men longu dagin eftir tók eg hana aftur upp í hondina, og nú slepti eg henni
ikki aftur fyrr enn eg út í eitt hevði hevði lisið tær fyrstu 82 síðurnar.
Men hon verður liggjandi enn í námd, so ein kann skeita í hana, ikki minst tær vøkru myndirnar bjóða seg fram, og í komandi tíðum verður hon álitið hjá øllum
fólkum, sum vilja fáa holla vitan um alt, sum hevur við seyðaullat gera.