EXIT Føroyar

Bókaprát
05.11.2012
Sprotin

Viðførið er pakkað og fráferðin byrjað. Stundin er komin at siga farvæl, og vit takka fyri hesa ferð. Vit kenna støðuna. Tí øll hava vit næstringar, vinir og skyldfólk, ið ikki búgva í Føroyum, men bara eru heima av og á. Hetta eru fólk, sum ikki eru partur av okkara gerandisdegi. Samstundis eru fólkini við til at mynda álvarsomu støðuna, Føroyar eru í. Tey búgva uttanlands, og eru harvið nøkur av teimum mongu, ið hava valt Føroyar frá.

Fráflytingin er vorðin so stór, at fólkatalið minkar. Samstundis flyta ikki nóg nógv fólk til Føroya. Soleiðis hevur støðan verið seinastu árini. Men hví flyta fólk úr Føroyum? Hví koma ov fá aftur? Er lívið so nógv betri aðrastaðni? Og hvat kann venda gongdini?Exit Føroyar er bók um minkandi fólkatalið í Føroyum. Í bókini eru viðtalur við fýra føroyingar, sum siga sína søgu um, hví tey fluttu av landinum. Haraftrat koma sjey konufólk og seks mannfólk til orðanna í 13 tíðargreinum. Fólkini siga – við støði í persónligum royndum – sína hugsan um fólkafráflytingina og hvat skal til fyri at venda gongdini.At talið á føroyingum í Føroyum minkar, kann vera torført at skilja, men Exit Føroyar gevur við gerandisligum dømum innlit í, hvat heldur fólki aftur í at flyta heimaftur. Samstundis eru ítøkiligar loysnir at finna í bókini, sum kunnu vaksa um fólkatalið. 

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...