Erlendur Patursson
Jákup Thorsteinson lýsir Erlend Patursson soleiðis í innganginum í bókini ‘Loysingarpolitikkur í 1940-árunum’.
Erlendur Patursson hevur fingið nógv rúm í viðgerðini sum
politiskur persónur. Men hann var í tíð síni mettur sum tann fremsti millum
tjóðveldismenninar. Sum Sofus Olsen segði í samrøðu við undirritaða: Teir virdu
hann sum primus inter pares. Hetta sama kemur fram í heilsan H.D.
Joensens til Erlends á sjeytiáradegi hansara. H.D. Joensen segði m.a.: ” …
Leiðir Erlends vóru øðrvísi (enn hjá øðrum føroyskum studentum í
tríatiárunum) … fór hann ungur til Íslands at ganga í skúla, tók
studentsprógv í Reykjavík, síðan til Oslo at lesa búskap og tá fyrstani til
Keypmannahavnar. Okkara millum føroyinga mundi hann í fyrstani kenna seg sum
ein fremmandan fugl. Og tað sama hildu flest okkara um hann. Hóast hann
ivaleyst hevði fingið gott í beinini heima í Kirkjubø, hevði tíðin í Íslandi og
kanska eisini í Oslo sett annan dám á hann, enn vit høvdu. Hann dugdi tá, sum
rímiligt var, nógv betur íslendskt enn føroyskt. Men mest var hann eyðkendur av
tí, at hann hugsaði heilt øðrvísi og í heilt øðrum rásum enn vit. Kundi tí
tykjast snubbutur í politiskum kjaki, sum ungdómar altíð hava fyri, kveistra
meiningar okkara til viks sum avoldaðar, týdningarleysar og við ongum botni í
veruleikanum. Ikki hugsi eg, at hann virdi okkum stórt. Og satt at siga dámdi
okkum hann ikki rættiliga. Vóru heldur enn ikki ótryggir í samlagi við hann. Tí
meðan vit ivaðust í øllum og trilvaðu eftir einari støðu, var hann altíð
avgjørdur í meiningum sínum. At hann tá harumframt var ógviliga eysturhallur,
skerst ikki burtur. Annað hevði verið heilt løgið, minnast vit aftur á, hvørjar
hugsjónir tá vóru fremstar lesandi ungdóma millum bæði í Íslandi og Noregi.
Hann helt tá nógv meiri saman við íslendingum enn við føroyingum – og einki er
at undrast á tað. Bæði Ísland og USSR komu honum javnan aftur um brekku seinni
í lívinum. Og tær heilt ógrundaðu, sniðfundigu atsóknirnar, hann javnan hevur
verið fyri alt lív sítt, tí at hann tá sá hesi lond sum mynsturbúðir, mundu
helst verið mongum øðrum monnum ivaleysar … .”
Henda lýsing av Erlendi millum aðrar
føroyskar ungdómar í lestrarárunum í Keypmannahavn er áhugaverd í sjálvari sær,
tí hon sigur frá politisku búning hansara og miðvísu ástøðiligu, politisku og
tjóðskaparligu sjónarmiðum hansara. Hesin blaðungi maðurin hevði, sum H.D.
Joensen orðaði tað, longu hugsað um og sæð fyri sær, hvussu mannagongdin átti
at vera í føroyskum loysingarstríði. H.D. Joensen legði dent á, at hjá Erlendi
var hetta ikki heilaspuni. Erlendur hevði leitað fram øll atkomilig hagtøl og
vísindalig verk um livilíkindini í Føroyum bæði á sjógvi og á landi. Gamli
landslæknin vildi vera við, at alt tað, sum síðan hevði verið frammi í
føroyskum politikki, longu tá stóð Erlendi greitt. Erlendur var á ungum árum
sannførdur um, at skuldi nakað spyrjast burturúr í Føroyum, høvdu føroyingar
einki at líta á uttan seg sjálvar: fólkið, landið og sjógvin.
Longu tá sá Erlendur, at sjómarksstríð fór
at taka seg upp. Tað fór at vera ógjørligt at sleppa undan slíkum. Erlendur var
sannførdur um, at skuldu føroyingar liva í Føroyum, so var alneyðugt at fáa
aðrar tjóðir beindar burtur av føroysku landgrunnunum. Eisini var Erlendi
greitt, at uttan iva fóru føroysku fiskimenninir at fækka munandi næstu árini,
og tí ráddi um, so skjótt sum gjørligt, at fyrireika fiskiídnað uppi á landi,
sum fór at geva fólki vinnu og hava við sær, at fiskurin ikki bara fór sum
ótilgjørd rávøra út av landinum. Harumframt hugsaði Erlendur eisini um
landbúnaðin og aðrar vinnugreinir. Jú, H.D. Joensen, sum tá var stud. med. og
búði á Studentagarðinum saman við Erlendi Paturssyni og øðrum góðum føroyskum
studentum, skilti sjónarmið Erlends Paturssonar. Hann skilti tey til fulnar.
Hann tók undir við teimum.
Saman við fram um øðrum Jóannesi Rasmussen jarðfrøðingi, men eisini øðrum
fólkum, hevur H.D. Joensen verið við til at byggja upp vísindaligt granskingar-
og undirvísingarumhvørvi í Føroyum. Slíkt lærdómssetur er ein av grundarsteinunum undir politiskt óheftum ríki.
Jú, Erlendur Patursson fær nógv rúm í hesi bók. Men aðrir
sjálvstøðugt hugsandi hugsjónarmenn samstarvaðu við hann. Mentamaðurin og
sakførarin Sigurð Joensen (1911 – 1993), sum skrivaði uppskot um føroyska
grundlóg – bygdi á aðrar norðurlendskar grundlógir, var mong ár ein av
oddamonnunum í føroysku tjóðveldisrørsluni. Hann sat á tingi í 12 ár. Ein annar
tingmaður Tjóðveldisfloksins var Hanus við Høgadalsá (1913 – 1998), eisini ein
skrivandi og virkin maður, kendur fyri tingstarv sítt og fyri virki sítt í
Samvinnufelagi fiskimanna (samvinnuhugsjónin hevði altíð áhuga tjóðveldismanna)
og Húsalánsgrunninum. Dánjal Pauli Danielsen (1913 – 1991) var sakførari og
tingmaður 1950 – 1958. Eins og aðrir av gomlu tjóðveldismonnunum ein
vinstrahallur og politiskt hugsandi maður, sum virkaði fyri at bøta um kor
verkafólksins – bæði á tingi, sum sakførari, í skrift og í talu. Millum bøkur
hansara skal her verða nevnd ”Tjóðfundarleiðin” (1945), sum var týðandi partur
av samfelagskjakinum, sum tað var í árunum kring fólkaatkvøðuna og
heimastýrislógina. Enn dagin í dag er bókin áhugaverd hjá fólki, sum gevur sær
far um, hvussu loysingarleiðin kann
verða løgd og gingin.
Millum hesar menn skal eisini Jákup í
Jákupsstovu (1922 – 1976) verða nevndur. Hann var upprunaliga javnaðarmaður,
tingmaður 1945-1946; men í harða politiska stríðnum í 1940-árunum stuðlaði hann
fullveldisleið fólkafloksmanna. Hann varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum – sbr.
bók hansara ”Ein exclusión” (1946). Jákup var einasti tingmaður, sum ikki
aktaði boðini frá donsku stjórnini, tá løgtingið varð upployst og tingmenn
sendir heim (september 1946). Einsamallur sat hann millum tómar
tingmannasessir, meðan áhoyrarar sungu fyri honum: ”Situr tú seggur í oyðini
høll.” Eftir Jákup liggur eisini bókin ”Kor fiskimanna í Føroyum” (1972).
Jákup í Jákupsstovu var í mong ár skrivari Føroya fiskimannafelags. Johan
Simonsen (1917 – 1980) var fyrsti tingmaður Tjóðveldisfloksins í Norðuroyggjum.
Virkin politikari, sum legði stórt avrik eftir seg í tingstarvi sínum. Karsten
Hoydal (1912 – 1990) landbúnaðarfrøðingur umboðaði Tjóðveldisflokkin á tingi
1966 – 1970. Hann var landsstýrismaður 1963 – 1967. Eftir hann standa m.a.
yrkingar, týðingar, stuttsøgur. Eitt aðalmál hansara var at fáa hervaldið av
landinum. Hann var humanistur og friðarhugsjónarmaður. Stillaði upp sum
valevni á ”Atomlistanum” (1962). Hóast listin fekk góða undirtøku, varð
Karsten ikki valdur í fólkatingið.
Mong hugsjónarfólk, sum ikki vóru
beinleiðis uppi í politikki, men tó skrivandi og skapandi fólk, alment kendir
føroyingar, frælslyntir og framtakshugaðir, stuðlaðu Tjóðveldisflokkinum í
verki og talu. Millum hesi fólk vóru William Heinesen, hvørs áhugaverda
skjalasavn, sum m.a. gevur innlit í samfelagsligu sjónarmið hansara, er í Kgl.
Bókasavninum í Keypmannahavn. William elvdi ungum skaldum sum T.N. Djurhuus til
at halda fram í listaliga verki teirra. Ein av vinmonnum Tummasar var
høvundurin, lærarin og blaðmaðurin Ólavur Michelsen, sum m.a. skrivaði
áhugaverdar greinir um tjóðveldishugsjónina og tann partin av
tjóðskapartilvitskuni, sum var hansara, og sum hann legði dent á. Aðrir ungir,
intellektuelt hugsandi menn vóru André Niclasen, Tórður Jóansson og skaldið
Arnbjørn Danielsen, ið doyði á ungum árum. Og millum teirra intellektuellu var
tann gamli og altíð ungi myndahøggarin Janus Kamban, sum heilt frá ungum árum
var hugsjónarmaður bæði í mentan og samfelagsáskoðan. Hann var, saman við
Hanusi Debes Joensen og øðrum frægum føroyingum ein teirra at seta á stovn
Listafelagið. Hetta var í Keypmannahavn – longu í krígsárunum. Hesi fólk sóu
týdningin í tí at hava eitt føroyskt tjóðlistasavn. Eisini ein mentanarligur
grundstuðul í landi, sum strembar eftir frælsi og millumtjóða virðing.
Jákup Thorsteinsson