Eitt sermerkt kvøld

Bókaprát
18.10.2012
Sprotin

Í gjárkvøldið hittust fleiri enn 150 fólk á Hotel Føroyum, og gleddi tað fyrireikararnar almikið at kenna so góða undirtøku. Orsøkin var, at viðgitni høvundurin Mikhail Sjisjkin var í Havn í sambandi við, at bók hansara “Brævabókin” nú fæst á føroyskum. Umframt hetta var ein stór russisk-føroysk netorðabók løgd fram.

Tað er Johnny Thomsen, sum hevur í fleiri ár hevur totast við hetta arbeiði, eins og teldukønu menninir á Faroe Media hava havt sítt stríð við at fáa kabaluna millum latínskt stavrað og kyrilliskt stavrað at ganga upp. Tað eydnaðist umsíðir, og nú verður ein orðabók afturat løgd í rúgvuna, eins og Johnny eisini hevur nørt um rúgvuna við týddum bókmentaverkum á føroyskum, tí umframt Brævabókina, hevur hann eisini týtt Meistaran og Margaritu, sum eisini varð løgd fram í gjár. 

Johnny týðir beinleiðis úr russiskum, og tað er stuttligt hjá Sprotanum at reypa av, at vit kunnu geva bók út, sum ikki enn er komin út á enskum. Sig so tað, at smámálini ikki kunnu fóta sær, um bara onkur hevur dirvi og áræði at hugsa stórt og arbeiða fyri málinum. Birgir Kruse hevur skrivað ein fínan blogg um kvøldið, les her

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...