Eingil á Skálum

Ymist
21.11.2010
Sprotin

Kemur ein gestur á gátt, eru vit altíð bæði blíð og týð, sjálvandi, og ikki minst nú upp undir jól verða vit mint á, hvør veruligi blíðskapurin er. Men, er tað nú so einfalt, og valdast tað ikki eisini um gestin?

Í Íslandi er danin burtur, bretin farin og amerikanski herurin pakkaði herfyri alt sítt viðføri og læt eftir seg eina heila heiði og eitt heilt stórt nes
dálkað av eitraðum tilfari. Kanska skuldi friður valda, men so er ikki, og enn sveima fremmandafuglar bæði yvir og alt í kring. Eg meini ikki við póllendingar,
ið koma at sveisa, ella rumenar, sum gjarna vilja flekja fisk ella spæla hondbólt. Fremmandafuglurin, eg sipi til, flýgur í øll heraðshorn, ljódliga, blítt og
týtt, finnur sær ból, smýgur sær við snildum inn í nærumhvørvið, og kemur við boðskapinum: Gull og grønar skógir. Vit fáa arbeiði til allar hendur,
vegir og brýr, og einki verður latið afturfyri uttan hendinga fossur, ein fjarskotin heiði, fuglavarp, hagalendi og hálendisoyða. Fólk fegnast, og fólk eru
gestablíð, men innast inni vita øll, hvagar ágóðin fer, og eingin ivi er um, hvør eigur rovini, tá ið nakað er fráliðið.

Seinasta heyst fóru vit heilt út á Langanes, ein langan túr, ið vit høvdu havt í umbúna í næstan fjøruti ár, og við okkum høvdu vit fullan leyp av heilsanum
til Gunsu, telefongentuna á Skálum. Tað er nevniliga soleiðis vorðið, at tá ið eg av fyrstan tíð kom til Føroya, møtti eg gestablídni, ið eg upplivdi sum ekta,
og helst hevði føroyaferðin endað brádliga og verið heldur snópislig, um ikki allir teir gomlu abbarnir, sum hvør í sínum lagi høvdu fiskað uppi við Steinin,
verið inni á Patreksfjørðinum og á Húsavík og ikki minst komið ferð eftir ferð inn á Skálar, høvdu lagt mær lag á, tosað hálvbrotið við meg og styðjað meg tey
fyrstu fetini inn í føroyska málheimin. Fleiri teirra teskaðu mær í oyrað: “Heilsa mær Gunsu, telefongentuni á Skálum.”

Hetta var í sjeytiárunum, og tá vóru Skálar á Langanesi langt síðan avtoftaðar. Hvagar árini eru farin síðan tá, er ein ørandi tanki, og tað man vera í tøkum
tíma at taka leypin á bakið og bera allar heilsanirnar við sær til ta góðu, fittu og blíðu Gunsu, tí eg hevði torført við at greiða teimum gomlu sjómonnunum,
ið lógu á Landssjúkrahúsinum summarið sjeytitrý, at eingin búði longur á Skálum, hóast fólk høvdu trivist har í øldir. “Tað ber ikki til!” søgdu teir. “Skálar!
Nei, tí hevði eg aldri trúð.”

Undir seinna veraldarbardaga numu bretar og seinni amerikumenn land í Íslandi, summi siga: beint fyri nøsini á týskarum. Herstøðir vórðu reistar í fýra
heraðshornum: Keflavík,Hornafirði, norðast á Vestfjørðum og so her, úti á Langanesi. Av Heiðarfjalli nakað væl norðan fyri Þórshøfn varð fylgt við flogferðslu,
og heilt úti á Skálum varð kagað eftir sjóferðslu, minum, kavbátum og njósnarum. Søgan hevur tað við at endurtaka seg, og torført kann vera at taka dagar
millum ringt og gott, ella minni gott og avbera gott, men tað stutta av tí langa var, at harúti varð fólkið fyri tí, eg kalli einari umhvørvisvanlukku, og enn
og aftur varð ásannað, at fjarskotin støð og villini náttúra hóska illa saman við bráðræsnum vinnulívi og ørari útbygging.

Á Skálum høvdu tey gjørt sær eina líkinda lending, sum riggaði í ávísan mun, og har búleikaðust meiri enn hundrað fólk um hetta mundið, men nú skuldu ábøtur
gerast, og tað skuldi vera her og nú, so ein rættilig atløgubryggja varð í bráðskundi reist oman í ta gomlu lendingina. Torført er í smálutir at siga, hvat
gekk galið, men endin varð, at sjálvt tann gamla lendingin fór fyri skeytið, og atløgubryggjan varð av ongum. Frægari varð tað ikki, tá ið ein mina brast inni
við land beint eftir kríggið og oyðilegði tvey av húsunum niðri í støðni. Eitt satt skot fyri bógvin, og burturflytingin tók dik á seg.

Tað var í tøkum tíma, at vit tóku okkum um reiggj og koyrdu allar teir nógvu tímarnar út á nesið, stóðu har og hugdu út á hav. Eg kann ikki orða tað
annarleiðis, enn at vit fyri fyrstu ferð eru komin út á eitt heimshorn, eitt stað, har markið gongur millum høv og heimspartar, eystur og vestur, suður og
norð. Langanesrøstin toyggir seg long og spísk so langt, sum eygað sær, út millum Atlantshavið og Norðuríshavið, og tað er løgið at sita í kvirruni hjá tí
gamla bátinum og hugsa um, at nú, heitari er vorðið, fara skip at sigla bæði eysturum norðan fyri Russland og Siberia og vesturum norðan fyri Grønland og
Kanada ávegis kring knøttin, og at her er aftur eitt vegamót. Sjónin hevjar seg yvir markleysa fløtu og tankarnir teska niður í svørðin: “Gunsa, góða! Teir
lótu allir samlir heilsa!”

November 2010
Tóra Tóroddsdóttir

Deil á

Aðrar greinar

Ymist
PORTUGISISK ORÐABÓK

Øll eru hjartaliga vælkomin í Løkshøll í dag 26. januar kl. 16. Ókeypis atgongd. Kom og hoyr søguna ...

Ymist
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum ...

Ymist
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber...