Dreymurin um ævinleika
Ymist
25.01.2015
Sprotin
Meðan eg enn var blaðungur, helt eg við fullkomnari vissu, at eg hevði eina ódeyðiliga sál. Eg metti hetta sum eina halga og dýrmæta gávu, og eg var eydnuríkur og erpin um hana.
Ofta segði eg við meg sjálvan:
– Tað lív, eg livi, er ein kámur og ørvitisligur dreymur. Einaferð fari eg at
vakna til ein annan dreym, sum stendur veruleikanum nærri og hevur djúpari
meining. Úr tí dreyminum fari eg at vakna til ein triðja og síðan ein fjórða,
og hvør nýggjur dreymur stendur sannleikanum nærri enn tann fyrri. Henda nærkan
móti sannleikanum er sjálv lívsins meining, og hon er snild og djúp. Og í
gleðini um at vita, at eg í mínari ódeyðiligu sál átti ein kapital, sum ikki
kundi verða mistur í spæli og ikki verða kravdur fyri skuldir, livdi eg eitt
leyslátað lív og søplaði átøkur einum fúrsta burtur alt, sum eg átti, og tað,
sum eg ikki átti.
Hetta róp
gjørdist mín bjarging, tí tað vakti meg úr tí ræðuliga dreyminum um ævinleikan.

Men eitt kvøldið var eg staddur saman við nøkrum av stallbrøðrum mínum í einum
sali, sum glitraði av gulli og ravmagnsljósi, og upp
gjøgnum gólvrivurnar kendist ein ramur deymur av roti. Tvær ungar gentur við
málaðum andliti og ein gomul kona við rukkunum fyltum við gipsi dansaðu har á
einum palli, við hvininum frá orkestrinum sum undirspæli, fagnaðarrópunum av
monnunum og klanginum av brotnum gløsum. Vit eygleiddu hesi konufólkini, drukku
okkum kravan og skiftu orð um sálarinnar ódeyðiligleika.

– Tað er dárskapur at halda, segði ein av stallbrøðrum mínum, sum var eldri enn
eg, at tað skuldi verið ein lukka at eiga eina ódeyðiliga sál. Hygg at hesari
gomlu, sum dansar har yviri, høvdið og hendurnar á henni ristast, tá ið hon
stendur still eina løtu. Tað sæst beinan vegin, at hon er óargalig og ljót og
fullkomiliga virðisleys, og at hon verður tað meir og meir við hvørjum degi.
Hvussu láturligt hevði tað ikki verið at hugsað sær, at hon hevði eina
ódeyðiliga sál! Men tað er eisini beint soleiðis vorðið við tær og mær og okkum
øllum. Á, tað vánaskemt tað hevði verið at boðið okkum ævinleika!

– Tað, ið mær mislíkar mest í hasum, tú sigur, svaraði eg, er ikki tað, at tú
avnoktar sálarinnar ódeyðileika, men tað, at tú hevur fragd av at avnokta hann.
Menniskjuni líkjast børnum, sum spæla í einum húsagarði, ið er umgirdur av
einum høgum múri. Av og á verður eitt portur í múrinum latið upp, og eitt av
børnunum hvørvur gjøgnum hetta liðið. Tá verður sagt við hini, at tað verður
ført burtur til ein annan garð, sum er størri og vakrari enn hesin: so lurta
tey eitt bil í tøgn, og síðan halda tey fram at spæla millum blómurnar. Set nú
fyri, at ein av dreingjunum er forvitnari enn hinir og klívur upp á múrin at
hyggja, hvat ið vorðið er av vinum sínum; og tá ið hann kemur niður aftur,
sigur hann fyri hinum, hvat hann hevur sætt: uttan fyri portrið situr ein risi,
hann etur børnini, sum verða leidd út. Og tey skulu øll verða leidd út gjøgnum
portrið hvørt eftir annað! Tú ert tann drongurin, Martin; og mær tykir tað
ósigandi láturvert, at tú sigur frá, hvat tú heldur teg hava sætt, ikki fullur
av ráðaloysi, men erpin og glaður um at vita meira enn hini.

– Tann yngsta av hesum gentum er ógviliga vøkur, svaraði Martin.
– Tað er ræðuligt at verða týndur, og tað er eisini ræðuligt ikki at kunna
verða týndur, segði ein annar av vinmonnum mínum.

Martin helt fram við hugsanarhátti hansara:
– Ja, segði hann, tað mátti borið til at funnið eina miðleið. Gyrð teg og far
út og søk miðlutfallið millum tíðina og ævinleikan. Tann, sum finnur tað, kann
stovna ein nýggjan átrúnað, tí hann hevur tá í valdi sínum tað besta agnið, sum
ein menniskjaveiðimaður nakrantíð hevur átt.

Orkestrið endaði við einum buldri. Gullið í salinum skygdi gjøgnum
tubbaksroykin, og gjøgnum gólvrivurnar skoraði ein ramur deymur av roti seg
upp.

Vit reistust og fóru hvør í sína ætt. Eg mól leingi aftur og fram á gøtunum, eg
kom inn á gøtur, sum er ikki kendi aftur, og sum eg aldri seinni havi sætt
aftur, undarliga oydnar og tómar gøtur, har húsini tóktust lata lið síni upp og
veita mær rúm, sama hvagar er stýrdi fótum mínum, og síðan loka seg aftur aftan
fyri bakið á mær. Eg visti ikki, hvar eg var staddur, fyrr enn eg alt í einum
stóð uttan fyri mína egnu grind. Hon stóð víðopin. Eg fór inn um liðið og upp
gjøgnum trappurnar. Við ein av trappupøllunum støðgaði eg á og hugdi at
mánanum; eg hevði ikki fyrr enn nú givið mær far um, at mánalýsi var hetta
kvøldið.

Men eg havi aldri hvørki fyrr ella seinni sætt mánan soleiðis vorðnan. Tú kundi
ikki siga, at hann lýsti. Hann var øskugráur og bleikur og ónatúrliga stórur.
Eg stóð leingi og stardi upp á henda mána, hóast eg var útlúgvaður, og mær
longdist eftir at sova.

Eg búði á triðju hædd. Tá ið eg var komin tvær trappur upp, takkaði eg Gudi
fyri, at eg bara hevði eina eftir. Men tá ið eg var komin upp gjøgnum hesa
trappuna, rann tað fram fyri meg, at trappupallurin var ikki myrkur, sum hann
annars altíð var vanur at vera, uttan veikt upplýstur sum hinir
trappupallarnir. Men tað vóru bara tríggjar trappur í hesum húsinum, umframt
loftstrappuna; tí var ovasti trappupallurin altíð myrkur. – Loftshurðin stendur
opin, segði eg við meg sjálvan. Ljósið kemur frá loftstrappuni. Tað er
ábyrgdarleyst av tænastufólkinum at lata loftsdyrnar standa opnar, tjóvar kunnu
jú koma upp á loftið.

Men har vóru ongar loftsdyr. Har var bara ein vanlig trappa, meinlík hinum.
Eg hevði so statt talt skeivt; eg hevði eina trappu eftir.
Men tá ið eg var komin upp gjøgnum hesa trappuna og stóð á trappupallinum,
mátti eg tempra meg fyri ikki at skera í gallróp. Tí eisini á hesin
trappupallinum var ljós, og heldur ikki har stóðu nakrar loftsdyr opnar, men
ein nýggj trappa gekk upp eins og tær fyrru. Og gjøgnum trappuvindeygað skein
mánin inn, og hann var øskugráur og glansleysur og ónatúrliga stórur.

Eg helt upp gjøgnum trappuna. Eg dugdi ikki at hugsa longur. Eg støplaði upp
gjøgnum eina afturat, og so aftur eina; eg taldi tær ikki longur.

Eg vildi skera í gallróp, eg vildi vekja hetta gandaða húsið og síggja
menniskju uttan um meg; men barkin á mær var samansnørdur.

Snøggliga stakst tað upp á meg at royna at lesa nøvnini á duraskeltunum. Hvørji
menniskju mundu kunna búgva í hesum Bábilstorni? Mánalýsið var ov veikt, eg
bresti ein svávulpinn og helt honum tætt inn at einum skelti úr messing.

Eg las har navnið á einum av vinum mínum, sum var deyður.
Tá losnaði tunguband mítt, og eg skar í gallróp:
-Hjálp! Hjálp! Hjálp!
***
Hetta róp
gjørdist mín bjarging, tí tað vakti meg úr tí ræðuliga dreyminum um ævinleikan.
Hjalmar Söderberg
Jákup í Skemmuni týddi, 2014