Dagurin kólnar

Bókaprát
11.05.2014
Sprotin

Í 1916 mitt í fyrra heimsbardaga royndi Edith Södergran seg fyrstu ferð sum yrkjari við savninum ‘Dikter’. Fyrsta yrkingin byrjar soleiðis: ”Jag såg ett träd som var större än alla andra …” Síðan sær hon eina kirkju og eina kvinnu. ”En krets var dragen kring dessa ting, den ingen överträder.” Soleiðis rammar Edith Södergran okkum heimin inn. Heimin, hon í allari undran vil fáa okkum at síggja.

Yrkingarnar vórðu illa fagnaðar. Tað varð flent at henni, hon varð hildin fyri
gjøldur og bara nøkur fá ognaðu sær savnið. Skrivingarlagið var ov fremmant og
myndirnar ov løgnar. 

Hon tók sær tað ógviliga nær og
skrivaði í allari neyðini bræv til forlagið og bað tey avsanna alment, at ein
Edith Södergran hevði yrkt alt hetta.
 
Onkur undraði seg yvir, at eitt konufólk kundi skriva yrking sum hesa:  

 

  


Dagen
svalnar
úr Dikter, 1916
I

Dagurin kólnar mót kvøldi…

Drekk varman úr hond míni,

í hond míni er vársins heita blóð.

Tak hond mína, tak mín ljósa arm,

tak longsilin í mjáu akslum mínum…

Undarligt hevði verið at kent,

eina einstaka nátt, nátt sum hesa,

títt tunga høvur móti brósti mínum.

II

Tú kastaði reyðu rósu kærleiks tíns

í mítt hvíta fang

í mínum heitu hondum kroysti eg

tíns kærleiks reyðu rósu, sum følnar brátt…

O, tú høvdingi við køldum eygum,

eg taki ímóti teirri krúnu, tú rættir mær,

sum boyggir mítt høvur niður móti mínum hjarta…

III

Eg sá harra mín fyri fyrstu ferð í dag,

titrandi kendi eg hann aftur alt fyri eitt.

Nú kenni eg longu hansara tungu hond á mínum lætta armi…

Hvar er mín hjartaligi gentulátur,

mítt kvinnufrælsi, brestandi nakka?

Nú kenni eg longu hans tungu hond um mín skelvandi kropp,

nú hoyri eg veruleikans harða klang

móti mínum skjøru, skjøru dreymum

IV

Tú leitaði eftir einari blómu

og fann eina frukt.

Tú leitaði eftir einari keldu 

 og fann eitt hav.

Tú leitaði eftir einari kvinnu

og fann eina sál –

tú ert vónsvikin.

Edith
Södergran
(1892-1923) 
Jákup í Skemmuni týddi í 2014

  

Skrivar Edith Södergran um seg sjálva
og sínar tankar? Ella er tað soleiðis, kvinnan frá fyrndartíð hevur havt tað
saman við manninum? Ella hugsar hon um Guð? Er tað hon sjálv, yrkjarin, sum tekur
ímóti reyðu rósini og eini krúnu sum tekin um, at hon er tann kosna.   
Flestu yrkingarnar hjá Edith
Södergran hava hetta margtýdda í sær; tær eiga í sær eina meining, sum hvørvur,
tá ið vit eru ov vís í at vit hava tamarhald á henni.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...