Charlie Hebdo
Meðan sorgin legði seg í sinnið eftir miskunnarleysa drápið á keiputeknararnar í París, festi Frits Johannesen hesa inniligu yrkingina á blað.
Skriva eitt orð,
skriva ein setning
–
ger eina tekning –
lat myndataluna í orðum
og myndum
avspegla
samfelagið,
har ráðandi fólk
á palli í
peningagyrðing,
í guðagivnum bási
hella vanga
og lyfta
lítlafingur og mæla:
Krónan er stór og
Guð er lítil!
Orð og penna- og
penslastrok
fara um allar
geilar,
men koma at
gørðum,
har útraksturin
bert er í einum
stað,
har valdsharrar og
andans gorlakkar
sláa við veingjum
sum øskulittir
vetrarfuglar,
ið nápa av hvítmyljum
og hjómhvítum
landbrimi
á vetrardegi
á firðum og fram
við fjøruklett.
Stokkut var
stundin við fjøruklettin –
Charlie Hebdo,
har døkkir, dimmir, svartir vetrarfuglar
gjørdu bart –
týndu, særdu
og slerdu við sínum veingjum
á myndir,
tekningar og skrivaða orðið,
so blóðið fleyt.
Lat okkum til
ævigar tíðir TEKNA og skriva
við blóðlittum
stavum.
Leingi livi frælsið:
Charlie Hebdo!!!