Børn í heimsveldi

Lesikrókurin
15.06.2022
Sprotin

Tá ið ST eftir seinna heimsbardaga sá dagsins ljós, kravdi altjóða samfelagið, at øll lond skuldu lata hjálondini frá sær og geva teimum sjálvstýri. Tað merkti, at Danmark skuldi hjálpa Grønlandi at fáa sjálvstýri. Men heldur enn at gera tað, fóru danskarar undir ætlan at innlima Grønland í danska ríkið.

Hetta var gjørt við at fjala sannleikan fyri grønlendingum, við at lata ST villleiðandi upplýsingar um viðurskiftini og við at seta í verk nútímansgerð, sum skuldi gera grønlendingar meira danskar.

Í Lesikrókinum hesa ferð viðgera vit virðisløntu bókina ”Børn í heimsveldi”, sum Anne Kirstine Hermann skrivaði. Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Sprotin gav út.

Gestir eru Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Bárður Larsen, løgfrøðingur. Vertur er Eyðun Klakstein.

 

 

Deil á

Aðrar greinar

Lesikrókurin
Saltleiðirnar

Henda søga hetlendinga og okkara eru so líkar, at hon kundi verið føroysk.  Høvundurin fylgir s...

Lesikrókurin
Sigmundur og gullringurin

Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við ...

Lesikrókurin
EDEN

Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har ...