BÓKADAGAR 2014

Bókaprát
21.11.2014
Sprotin

Nú eru ársins bókaavrik fingin frá hondini og klár at njóta. Avrikini verða løgd fram og umrødd og hátíðarhildin við bókadøgum í Norðurlandahúsinum hetta vikuskiftið. Skráin er bæði fjølbroytt og áhugaverd.

Íslendska mentakonan Sif Gunnarsóttir, sum hevur
fingið avrikað so mangt og mikið gott hesa tíðina, hon hevur verið hjá okkum, legði
í fjør lunnar undir ein veruligan føroyskan bókafagnað. Ein bókafagnað, sum ikki hevur sín líka
í føroyskari bókasøgu. Hon endurtekur eydnusøguna hetta vikuskiftið.

Her verða høvundar at hitta, ið hava gjørt
vart við seg á altjóða pallinum, her verða høvundar at hitta og lurta eftir, ið
vit hava fingið týtt til okkara mál. M.a. kendi íslendski skaldsøguhøvundurin
Sjón, sum skrivaði Skuggabaldur og Mánastein, sum SPROTIN hevur givið út.

Her verða okkara egnu høvundar, sum leggja
síni nýggjastu verk fram. Carl
Jóhan Jensen fer at skifta orð við Gunnar Nolsøe um nýggju skaldsøguna Eg
síggi teg betur í myrkri
. Ingun Ásdisardóttir, sum týddi Ó-søgur til íslendskt fer at greiða frá arbeiðinum
at týða so stórt verk í annað mál. Ingunn hevur fingið heiðursgávu fyri týðingina. 
 

Bæði Sjón, Ingun og Carl Jóhan verða á pallinum í morgin
leygardagin kl. 15.   
 

Klokkan 16 verður “Yrkjarating”, og við í tí
pallborðinum verða tveir yrkjarar, sum hava fylgst á yrkjarabreytin seinastu 20
árini. Báðir eru á bókadøgunum við teirra nýggju yrkingasøvnum. Petur Pólsson við Opus 6 og Oddfríður Marni Rasmussen við Oktoberbløð í fallandi sól.
 
Ein bók, ið víkur frá hinum, er bókin
ARCHIE / HANUS. Saman við stuttum tekstbrotum, ið lýsa yrkisleiðina hjá listamálaranum
Archibald Black, síggja vit einar
hálvthundrað heilsíðumyndir við andlitsbrøgdunum í fólkakæra
trubadurinum Hanusi G. Johansen. Archie hevur í royndum granskað
andlitsbrøgdini í Hanusi. Burtur úr tí er komin sjaldsom bók, sum kemur á
marknaðin til bókadagarnar.

 

Av tí, at hesar myndirnar eru so sjaldsama
góðar, hava vit gjørt nakrar teirra til plakatir, sum til ber at ogna sær hesar
dagarnar og annars í bókabúðunum um alt landið

 

Archiebald prátar við Gunnar Nolsøe um
bókina kl. 17 sunnudagin, og Hanus
fer sjálvandi at leggja koll í hetta stórfingna vikuskiftið við nøkrum góðum
sangum.

Allar bøkur Sprotans frá 2014 verða til
sølu á bókadøgunum, og Sprotin hevur hesi sertilboð:

  


Archie
/ Hanus
 
Vanligur
prísur 348,- 
Tilboð
298,-

  


Eg
síggi teg betur í myrkri
 
Vanligur
prísur 248,- 
Tilboð
198,-

  

Sverri
kongur 3
 
Vanligur
prísur 229,-
Tilboð
198,-

  


Heilsan
Pól F.
 
Vanligur
prísur 249,-
Tilboð
198,-

 

 

  

Annars er bókadagaskráin bæði fjølbroytt og áhugaverd. Sí alla
skránna her.

  

Væl komin í Norðurlandahúsið um vikuskiftið til eitt bókaprát.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...