BALADA

Ymist
24.05.2016
Sprotin

Hvussu ummælir tú tøgnina? Tað var ein tanki eg sat við, tá ið filmurin var farin í gongd fyri hálvfullum sali.

Hetta er filmur, sum Anton Petersen hevur skrivað og leikstjórnað. Filmsfelagið sýndi hann í Havnarbio 18 mai 2016.

Tyngdin í tøgnini er fullfíggjað. Ein nakin íbúð við einum alt ov tungum skápi, einari lampu og einari gamlari ríkjandi madrassu, køksveggirnir eru tó málaðir myrkabláir, og har er ein hamferð av góðum lag og gleði.

Myndirnar flyta seg spakuliga gjøgnum ymsu rúmini og draga teg seigliga við sær inn í seg. Tú hevur hug at kenna luktin av íbúðini, gamal fuktluktur hevur hug at festa seg í nasagluggarnar.

Tøgnin tyngir huglagið. Er tað vónloysi ella er tað ein farri av vón, ið spælir sær á løriftinum? Havi hug at taka til heitið á aðru bókini um Karitas eftir Kristín Marju Baldursdóttir, Ruðuleiki á lørifti. Hetta er eitt slag av ruðuleika. Ein tøgn, ið larmar so nógv og rópar eftir einum pensli, so kenslurnar kunnu slettast í alskyns litum um alt løriftið. Men einki hendir. Orðini eru ikki har, kraftin í orðunum hevur ikki fingið sítt rætta dirvi. Tað byggir seg upp, og filmurin verður meira og meira intensur.

 

 

Kamarspælið er ein balada millum eitt ungt par, eitt sálarligt samspæl millum tvey menniskju. Vit fylgja teimum báðum ein dag. Tey skulu flyta út úr íbúðini, og har er ymiskt, sum má orðnast, áðrenn lyklarnir verða avhendaðir.

Eitt av hesum er eitt merki á hvíta vegginum. Møguliga ein sótblettur. Men hann fæst illa av. Krunkasvartur og kompaktur, einsamallur á vegginum og so sjónligur, at hann hevur hug at fylla rúmið.

Gentan ger eina roynd at vaska hann av, men ikki eydnast henni. Tað kundi sæð út, sum hon við vilja ger blettin størri og størri, smyr sótið út um veggin. Bletturin verður størri, tó ljósari. Drongurin roynir eisini í sínum lag, men sama skil, bletturin verður uppaftur størri og ljósari. Er tað ein farri av vón? Ella merkir tað, at sálarligi ófriðurin verður javnaður út?

Tað er vorðið kvøld. Tað eydnast gentuni at fáa nøkur orð úr manninum. Hon sigur honum um dagin, tá ið hon fann útav, at hann ikki elskaði seg. Hon hevði viljað vitað, hvat hann hugsaði henda dagin.

Svarið var nakað soleiðis: “vilt tú veruliga vita, hvat eg hugsaði handa dagin? Eg orkaði ikki tankan um at liggja við tær aftur. Eg hevði hug at fýra teg úr songini og fleyga mær, meðan eg hugsaði um…” tónin í báðum er ákærandi og ráðaleysur. Dialogurin verður so intensur, at tú púra missir teg burtur í salinum. Og størsta partin av filminum ert tú inni í filminum og ikki salinum, og tað er list at skapa slíkar filmar.

Í dimma kamarinum stendur gentan framman fyri spegilsmynd síni. Hellur seg ímóti sær sjálvari, eygleiðir seg sjálva. Andar døggina á spegilin eins og fyri at vaska ráðaloysið av sær. Við fingrinum teknar hon í døggina eitt smíl, út yvir sínar smílleysu varrar.

 

 

Leikstjórin dugir serstakliga væl at fáa menniskjað fram í filminum. Ikki bert ein karakter við einum dialogi, men veruliga menniskjað. Vænti, at nógv kunnu kenna seg aftur á onkran hátt í tøgnini – tøgnini, ið ger, at tú hevur hug at renna av stað. Kynstrið at liva saman, er ikki einfalt.

Sálarliga samskiftið millum menniskju, ið eru knýtt tætt hvørt at øðrum, er tað, sum Balada er um. Ein mynd av einum ruðuleika, svarta blettinum, ið hevur fest seg á hvíta løriftið. Spurningurin er so, um tey megna at fáa henda svarta blettin burtur.

Sjónleikararnir eru ekseptionelt góðir, og leikstjórin segði eftir sýningina, at hann hevði verið í fleiri londum fyri at finna júst teir røttu leikararnar. Tað var serliga kemiin teirra millum, sum mátti rigga, tí leikararnir eru súlurnar, ið bera filmin. Er eingin kemi teirra millum, er eingin filmur.

Ljóð, litir, longu senurnar, kamarið og leikarar eru alt ein vælskipað og gjøgnumførd heild. Ein flottur filmur.

 

 

Ert tú krøkt/ur? Far inn her og nøkta forvitnið:

http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/05/13/grindinantonpetersen#.V0bGD8evO-J

Deil á

Aðrar greinar

Ymist
PORTUGISISK ORÐABÓK

Øll eru hjartaliga vælkomin í Løkshøll í dag 26. januar kl. 16. Ókeypis atgongd. Kom og hoyr søguna ...

Ymist
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum ...

Ymist
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber...