At koyra
At koyra er eitt hent og gott orð, vit kunnu brúka tað um alt millum himmal og jørð. Men av tí at tað kann fevna um so nógv onnur orð, kann tað í stíli virka eitt fábroytt og fátæksligt um bara hetta eina orðið verður brúkt.
Tað er eisini rætt, at tað er eitt av hesum orðunum, sum gnagar seg inn á nógv onnur orð – og verður nógv brúkt í nógvum nýggjum samansetingum.
eitthvørt nýtt – eitur nú næsta bara at royndarkoyra: Vit royndarkoyra
klænkiskeið og peningaskipanir, vit royndarkoyra bøkur og fótbóltslið undan
einum stórum dysti.
Vit koyra mjólk í drekka
koyra salt í eplini
koyra mjøl í deiggið
koyra sigarettirnar í lumman
koyra klæðini í skuffuna
vit koyra fólk
á dyr
Og so hava vit nógvar samansetingar við hjáorðum:
vit koyra undir næmingar, ið sovna í tímanum
vit koyra á, so vit klára arbeiðið til tíðina
Vit kunnu brúka hetta orðið í ómetaliga nógvum
samanheingi, og tá er tað, vit eru inniá, at tað kann
kann ganga út yvir stílin, tí øll hini frábrigdini fána.
stinga sigarettirnar í lumman
leggja klæðini í skuffuna
vit kunnu skumpa
undir tey, ið sovna í ótíð
vit dríva
á, so vit klára arbeiðið til tíðina
livandi.
Hetta er so tað, tað er, men so
koma nýggjar broytingar, sum geva orðinum nýggjan týdning. Og tað ger sjálvandi, at summi ilskast og onnur grína.
dámdi øgiliga væl orðið at koyra: hann
brúkti koyra um alt. Tá ið eg spurdi hann, hvat hann hevði til døgurða svaraði
hann: Jah – í dag koyra vit við pylsum. Handilskonan sigur: Hesa vikuna koyra vit við
niðursettum prísum.
handilskonan hevur lækkað prísin hesa vikuna. Men orðingin er nýggj.
Og hetta vindur upp á seg, tí tá ið fólk hava
fingið hug á hvør øðrum
heilt uppi at koyra,
royna tey at fáa tað at koyra.
undir, motorurin – men orðini,
sum eru fyri vanbýti, eru so vanlig orð sum: skumpa, skúgva, fíra, flyta,
førka, leggja, seta, stinga, stappa, stoyta, fylla og mong mong onnur.
So tað er einki at siga til, at tað gongur út yvir stílin.
Veit kortini eisini dømi um tað øvuta. Eg kom aftur við
flogfarinum nú eitt kvøldið, og tá ið vit tá gjørdu okkum klár at lenda, segði
flogternan IKKI: Minst til at koyra borðið upp, men hon segði: minst til at
knarva borðið framman fyri teg. Tað helt eg vera flott. Borðið er heft við
einum knarva. Ein knarva setur tú kanska í samband við eitt portur, eina gamla
skápshurð … men knarvin verður brúktur í loftbussinum eisini, sum annars er eitt
tøkniligt undur. Tað orðið er ikki maggut í hasum samanheinginum – bara neyvt
og gott. Eitt fínt dømi um, annað
orð enn koyra, ið riggar væl.
Helst hongur tað soleiðis saman, at ymiskur stílur stavar frá kunnleika
um málið. Størri kunnleiki, meira ymisligur stílur. Veitst tú til dømis ikki,
hvat ein knarvi er – so fært tú ikki brúkt orðið. Tess fleiri orð detta burtur,
tess einfaldari verður stílurin – og hann kann til endans gerast heilt
hjálparleysur. Tú fært einki sagt, tí
tú kennir ikki orðini, og tú kennir tey ikki, tí tey verða ikki brúkt – Tað er hættiligasta ringrás, eitt mál kann
koma í.