Álmanakkanøvn

Tað góða orðið
18.05.2014
Sprotin

Dømi um uppkalling eftir halgidegi er t.d. Vilhelmina Christina Him­me­lina Justesen. So­leið­is varð genta, ið varð fødd á Viðareiði Kristi himmals­ferðar­dag (Kristi himmel­farts­dag), 28. mai í 1840, skírd. Navnið’ Vilhelmina’ er harumframt álmanakka­navn. Drongur føddur 01.11.1910 varð skýrdur ‘Alf Helenius’ Nicolaj Frederik Hans Andreas, tey bæði fyrstu nøvnini eftir alhalgunadegi (allehelgensdag).

Ein aldagamal navnasiður aðrastaðni er at kalla barn upp eftir halgimennanavni í álma­nakk­anum. Halgimennini eru vanliga nevnd í álmanakkanum á deyðadegnum, t.d. hin heil­agi Martin úr Tours (316-397), Fraklands tjóðarhalgimenni, sum í álmanakkanum stend­ur undir 11. november, mortansmessu. Hendan dag í 1483 varð Martin Luther, sum varð borin í heim dagin fyri, doyptur og kallaður upp eftir halgimenninum. Seinni verð­ur uppkallingin eftir álmanakkanavninum fyri føðingardagin. Ein heimskendur mað­ur varð skírdur eftir hesum siði, Napoleon Bonaparte (1769-1821) keisari, sum varð fødd­ur á minningardegi Napoleons pínslarváts úr Alexandria.

Hesin navnasiður at kalla barn upp eftir halgimennanavni í álmanakkanum rínur – eins og aðrir siðir – eisini við her hjá okkum, og hevur hann samband við siðin at geva barni fleiri enn eitt navn. Eins og við fríggjadags- og sunnudagsnøvnunum verður álma­nakka­navnið havt aftur at høvuðsnavni ella -nøvnum, men tað kemur tó eisini fyri, at tílíkt navn verður havt sum høvuðsnavn ella eisini sum einnevni.

Nær ið fyrsta dømið um uppkalling eftir álmanakkanavninum fyri føðingardagin sæst í kirkjubókunum, kann neyvan staðfestast við vissu, tí fyri 1816 var tað sjáldsamt, at føðingardagurin var tilskilaður, men eftir hetta ár er føðingardagurin at kalla altíð til­skilaður. Tað tykist, sum mikkjalsmessudagur er tíðliga uppkallaður. Her niðanfyri verða nakrir álma­nakka­dagar nevndir. Teir eru skrivaðir við skák­skrift.

29.09.1819 Blasius Mikael Simonsen, Koltri
29.09.1819 Mikel Kristiansen, Tórshavn
29.09.1819 Elsebeth Susanna Mikkelina Niclasdatter, Froðba
29.09.1820 Jon Frederik Mikael Joensen, Tórshavn (føddur fríggjadag)
17.04.1844 Johannes Anicetus Johannesen, Kollafirði
18.05.1831 Helene Erikline Jacob-Severinsen, Tórshavn [Erik]
29.05.1828 Joen Maximinus Niclassen, Tórshavn
24.10.1828 Christian Proclus Christiansen, Tórshavn
03.09.1837 Joen Daniel Serafias Olsen, Sørvági [Seraphia]
11.03.1840 Berenth Tallius Olsen, Miðvági [Thala]   

 
Í døm­unum omanfyri bera tvey mannfólk álmanakkanavn, sum er myndað burtur úr konu­fólka­navni, t.e. Serafius < Seraphia og Tallius < Thala. Eitt konufólk ber álmanakkanavn, sum er mynd­að burtur úr mannfólkanavni, t.e. Erikline < Erik. Tey dømini standa í horn­klomr­um á listanum. Eftir miðja 18. øld gerst tað rættiliga vanligt her á landi at kalla álmanakka­dag­in upp. Tá ið álmanakkanavnið er einnevni, er tað eyðvitað kallinavn, men eru tey annað ella triðja navnið, er óvist, um tey hava verið kallinøvn, men tílík nøvn sum t.d. Ani­cetus, Erikline, Maximinus, Proclus, Serafias og Tallius hava neyvan verið kallinøvn. Um tílík nøvn hava tykist fólki margháttlig, er ilt at siga, men danski læknin Severin Thom­sen (1866-1922), ið var lækni í Norðuroyggjum frá november 1891 til mai 1892, ger ið hvussu er vart við henda eftir hansara tykki sermerkta navnasið. Í dagbók síni 10. januar 1892 skrivar hann: “I en lille Bygd, der hedder Helle, har Søen taget alle Bygdens Baade i et Antal af tre. Den ene af de tre Fiskere hedder Samuel; den halvvoxne Dreng, der var med i den lille tremands Baad Nyt­aarsdags Aften, hedder Elias, og Færingerne excellere i det Hele taget i bibelske Navne. Naar de ikke vælge Navnene derfra, vælges de i Reglen ud af Almanaken, og herved frem­kom­mer det mærkelige Fænomen, at en ret bekjendt Fisker i Thorshavn hedder Venus. I Alma­nakken har der maaske ved hans Fødselsdag staaet en eller anden Bemærkning om Planeten Venus; de uskyldige Forældre have vel antaget det for Navnet paa en eller anden Helg­en, og Faktum er i al Fald, at Venus lever i bedste Velgaaende og mange Gange har roet for Faktoren fra Thors­havn til Klaksvig. Engang kom en Færing til Faktorens Broder, der var Præst heroppe, og bad om at faa sin Søn døbt ”Johannes Hals”; i Alma­nak­ken stod der nemlig saa­ledes ved Fødselsdagen. Ved nærmere Efter­syn viste det sig, at det var en forkortet Angiv­else af Søndags-Evan­gel­iet, der handlede om Johannes den Døbers Halshuggelse”.   Barn varð ikki bert uppkallað eftir halgimennanavni í álmanakkanum. Høg­tíðar­dagar og halgi­dagar vórðu eisini uppkallaðir, serstakliga jólini. Yvirlitið niðanfyri vísir upp­kall­ing eftir jólunum í Føroyum tíðliga í 19. øld: 25.12.1816 Julianne Marie Pedersdatter, Selatrað
26.12.1818 Juliane Maria Olesdatter, Sandi
25.12.1820 Inger Juliane Marie Møller, Tórshavn
25.12.1820 Hans Julius Joensen, Vági
25.12.1823 Ole Julius Dionesen, Miðvági
24.12.1824 Anna Juel Thomasdatter, Nólsoy
24.12.1825 Julianna Jensdatter, Hvalba
25.12.1826 Thomas Juul Kjælnæs, Tórshavn
27.12.1826 Anna Juul Pedersdatter, Tórshavn

Í 20. øld fáa tílík “jólanøvn” eisini føroyskt snið, t.d. drongur, føddur 25.12.1940, sum fekk einnevnið Jólsvein.

Dømi um uppkalling eftir halgidegi er t.d. Vilhelmina Christina Him­me­lina Justesen. So­leið­is varð genta, ið varð fødd á Viðareiði Kristi himmals­ferðar­dag (Kristi himmel­farts­dag), 28. mai í 1840, skírd. Navnið Vilhelmina er harumframt álmanakka­navn. Drongur føddur 01.11.1910 varð skýrdur Alf Helenius Nicolaj Frederik Hans Andreas, tey bæði fyrstu nøvnini eftir alhalgunadegi (allehelgensdag).

Anfinnur Johansen. 

Lektari á Føroyamálsdeild Fróðskaparsetursins.

Deil á

Aðrar greinar

Tað góða orðið
Um navnið KOKS

Tað var undirritaði, ið skeyt upp at kalla matstovuna KOKS, tí skyldi eg tykkum eina frágreiðing. Lý...

Tað góða orðið
Advent – jólaføsta

Løgið, so skjótt árshjólið er farið at hurra. Um stívar tríggjar vikur verður enn eina ferð stytsti ...

Tað góða orðið
Søgan um at sprota – í tølum

Í farnum tíðum vóru tungumál, teirra uppruni og deyði, tongd at ...