Leikrit – ein bókarøð
Sjáldsamt er at síggja føroyskar upprunaleikir á palli. Eitt sindur løgið, tí fyrstu prosaverk, ið skrivað vórðu á føroyskum, vóru júst sjónleikir, og fáur man duga at ímynda sær, hvør stórhending tað hevur verið at hoyra føroyskt mál av palli – fyrstu ferð í 1889. Tá høvdu havnarfólk heilt frá døgum Svabos – tað er frá seinnu helvt av 18. øld – leikt um 40 leikir í høvuðsstaðnum – á donskum.
Lætt er heldur ikki at fáa hendur á hesum leikum, sum eru á prenti í bløðum, tíðarritum og bókum, sum ikki longur fáast.
Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunaleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum.
Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.
Fyrsti leikurin í røðini var “GUNNAR HAVREKI”, sum Rasmus C. Effersøe skrivaði. Hann var framførdur á fyrsta sinni í 1889.
Annar leikur er nú komin í bókabúðirnar. Tað er “JÁKUP Á MØN”, sum havnargentan Sigrid Niclasen skrivaði í 1890.
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis. Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu – skreytmynd: William Heinesen. Bókin er 77 síður og
kostar kr. 100,-. Bókin er at fáa í ymsum bókhandlum kring landið.