Álmanakkanøvn
Dømi um uppkalling eftir halgidegi er t.d. Vilhelmina Christina Himmelina Justesen. Soleiðis varð genta, ið varð fødd á Viðareiði Kristi himmalsferðardag (Kristi himmelfartsdag), 28. mai í 1840, skírd. Navnið’ Vilhelmina’ er harumframt álmanakkanavn. Drongur føddur 01.11.1910 varð skýrdur ‘Alf Helenius’ Nicolaj Frederik Hans Andreas, tey bæði fyrstu nøvnini eftir alhalgunadegi (allehelgensdag).
Ein aldagamal navnasiður aðrastaðni er at kalla barn upp eftir halgimennanavni í álmanakkanum. Halgimennini eru vanliga nevnd í álmanakkanum á deyðadegnum, t.d. hin heilagi Martin úr Tours (316-397), Fraklands tjóðarhalgimenni, sum í álmanakkanum stendur undir 11. november, mortansmessu. Hendan dag í 1483 varð Martin Luther, sum varð borin í heim dagin fyri, doyptur og kallaður upp eftir halgimenninum. Seinni verður uppkallingin eftir álmanakkanavninum fyri føðingardagin. Ein heimskendur maður varð skírdur eftir hesum siði, Napoleon Bonaparte (1769-1821) keisari, sum varð føddur á minningardegi Napoleons pínslarváts úr Alexandria.
Hesin navnasiður at kalla barn upp eftir halgimennanavni í álmanakkanum rínur – eins og aðrir siðir – eisini við her hjá okkum, og hevur hann samband við siðin at geva barni fleiri enn eitt navn. Eins og við fríggjadags- og sunnudagsnøvnunum verður álmanakkanavnið havt aftur at høvuðsnavni ella -nøvnum, men tað kemur tó eisini fyri, at tílíkt navn verður havt sum høvuðsnavn ella eisini sum einnevni.
Nær ið fyrsta dømið um uppkalling eftir álmanakkanavninum fyri føðingardagin sæst í kirkjubókunum, kann neyvan staðfestast við vissu, tí fyri 1816 var tað sjáldsamt, at føðingardagurin var tilskilaður, men eftir hetta ár er føðingardagurin at kalla altíð tilskilaður. Tað tykist, sum mikkjalsmessudagur er tíðliga uppkallaður. Her niðanfyri verða nakrir álmanakkadagar nevndir. Teir eru skrivaðir við skákskrift.
29.09.1819 Blasius Mikael Simonsen, Koltri
29.09.1819 Mikel Kristiansen, Tórshavn
29.09.1819 Elsebeth Susanna Mikkelina Niclasdatter, Froðba
29.09.1820 Jon Frederik Mikael Joensen, Tórshavn (føddur fríggjadag)
17.04.1844 Johannes Anicetus Johannesen, Kollafirði
18.05.1831 Helene Erikline Jacob-Severinsen, Tórshavn [Erik]
29.05.1828 Joen Maximinus Niclassen, Tórshavn
24.10.1828 Christian Proclus Christiansen, Tórshavn
03.09.1837 Joen Daniel Serafias Olsen, Sørvági [Seraphia]
11.03.1840 Berenth Tallius Olsen, Miðvági [Thala]
26.12.1818 Juliane Maria Olesdatter, Sandi
25.12.1820 Inger Juliane Marie Møller, Tórshavn
25.12.1820 Hans Julius Joensen, Vági
25.12.1823 Ole Julius Dionesen, Miðvági
24.12.1824 Anna Juel Thomasdatter, Nólsoy
24.12.1825 Julianna Jensdatter, Hvalba
25.12.1826 Thomas Juul Kjælnæs, Tórshavn
27.12.1826 Anna Juul Pedersdatter, Tórshavn
Dømi um uppkalling eftir halgidegi er t.d. Vilhelmina Christina Himmelina Justesen. Soleiðis varð genta, ið varð fødd á Viðareiði Kristi himmalsferðardag (Kristi himmelfartsdag), 28. mai í 1840, skírd. Navnið Vilhelmina er harumframt álmanakkanavn. Drongur føddur 01.11.1910 varð skýrdur Alf Helenius Nicolaj Frederik Hans Andreas, tey bæði fyrstu nøvnini eftir alhalgunadegi (allehelgensdag).
Anfinnur Johansen.