BÓKADAGAR 2014
Nú eru ársins bókaavrik fingin frá hondini og klár at njóta. Avrikini verða løgd fram og umrødd og hátíðarhildin við bókadøgum í Norðurlandahúsinum hetta vikuskiftið. Skráin er bæði fjølbroytt og áhugaverd.
Íslendska mentakonan Sif Gunnarsóttir, sum hevur
fingið avrikað so mangt og mikið gott hesa tíðina, hon hevur verið hjá okkum, legði
í fjør lunnar undir ein veruligan føroyskan bókafagnað. Ein bókafagnað, sum ikki hevur sín líka
í føroyskari bókasøgu. Hon endurtekur eydnusøguna hetta vikuskiftið.
Her verða høvundar at hitta, ið hava gjørt
vart við seg á altjóða pallinum, her verða høvundar at hitta og lurta eftir, ið
vit hava fingið týtt til okkara mál. M.a. kendi íslendski skaldsøguhøvundurin
Sjón, sum skrivaði Skuggabaldur og Mánastein, sum SPROTIN hevur givið út.
síni nýggjastu verk fram. Carl
Jóhan Jensen fer at skifta orð við Gunnar Nolsøe um nýggju skaldsøguna Eg
síggi teg betur í myrkri. Ingun Ásdisardóttir, sum týddi Ó-søgur til íslendskt fer at greiða frá arbeiðinum
at týða so stórt verk í annað mál. Ingunn hevur fingið heiðursgávu fyri týðingina.
Bæði Sjón, Ingun og Carl Jóhan verða á pallinum í morgin
leygardagin kl. 15.
pallborðinum verða tveir yrkjarar, sum hava fylgst á yrkjarabreytin seinastu 20
árini. Báðir eru á bókadøgunum við teirra nýggju yrkingasøvnum. Petur Pólsson við Opus 6 og Oddfríður Marni Rasmussen við Oktoberbløð í fallandi sól.
ARCHIE / HANUS. Saman við stuttum tekstbrotum, ið lýsa yrkisleiðina hjá listamálaranum
Archibald Black, síggja vit einar
hálvthundrað heilsíðumyndir við andlitsbrøgdunum í fólkakæra
trubadurinum Hanusi G. Johansen. Archie hevur í royndum granskað
andlitsbrøgdini í Hanusi. Burtur úr tí er komin sjaldsom bók, sum kemur á
marknaðin til bókadagarnar.
góðar, hava vit gjørt nakrar teirra til plakatir, sum til ber at ogna sær hesar
dagarnar og annars í bókabúðunum um alt landið
bókina kl. 17 sunnudagin, og Hanus
fer sjálvandi at leggja koll í hetta stórfingna vikuskiftið við nøkrum góðum
sangum.
/ Hanus
prísur 348,-
298,-
síggi teg betur í myrkri
prísur 248,-
198,-
kongur 3
prísur 229,-
198,-
Pól F.
prísur 249,-
198,-
skránna her.