Tóm rúm
Upplýsingar um bók
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundar: Marjun Syderbø Kjelnæs
Bólkar: Leikrit
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Høgni Heinesen
Uppsetan: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-035-7
Útgávudagur: 1. feb. 2014
Síður: 142

Tóm rúm

179,00 DKK

Book club price

143,20 DKK Ikki limur? Melda til!
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Lýsing

Kanska ber tað til at finna eydnuna, tá ið høpisloysið fløðir, og tómleikin oysir niður. Ella í øllum førum at hóma hana. Gleðina. Tá ið søgur uttan kjøt og blóð missa sína gandamegi, og náðin, tú helt teg síggja, vísir seg at vera endurspegling av tínari egnu ræðslu.  

Tey leita í leikinum tóm rúm. Kaga í skuffur og minni, lata upp og læsa aftur, trilva og tiga. Kanska er tað tómt handan forhangið, og kanska er einki loynirúm við arvasynd. Men ber tað til at feira heimleysa sirkuslívið? Ber tað til at skapa sær eitt glopp, eitt tómrúm, har mann fær livað og andað?

--

Marjun Syderbø Kjelnæs er fødd í Tórshavn 30. apríl 1974.     

Marjun skrivaði síni fyrstu verk beint eftir aldaskiftið, og eina heiðurliga slóð av viðurkenningum hevur hon longu lagt eftir seg. 

Í 2012 læt hon úr hondum yrkingasavnið Rót Tripp, sum sannførandi vísti, at hon sum lyrikkari brýtur upp úr nýggjum.    

Sami tóni og sama dulda snið er í hesum leikinum. Ósjónligu bondini, ið binda menniskju, ættarlið og fatanir saman, laða eisini upp ósjónlig mørk millum menniskju, sum eru í rúmum, ið onkursvegna eru tóm.

Upplýsingar um bók
Vøruslag Pappírsbók
Høvundar Marjun Syderbø Kjelnæs
Bólkar Leikrit
Upprunaland Føroyar
Kápusnið Høgni Heinesen
Uppsetan Sonja Kjølbro
ISBN 978-99972-1-035-7
Útgávudagur 1. feb. 2014
Síður 142