26 heimspekingar
Plagdi at siga, tá ið vit høvdu bíbliusøgu, at tað, at vit báði høvdu eitt talumál og eitt skriftmál, var eins stórt undur sum nakað undur í Bíbliuni. Men okkara skriftmál er ungt og á summum økjum alt ov lítið brúkt.
Tekstir um heimspeki eru fáir, tí er tað sera forvitnisligt og gleðiligt, at Sprotin hevur útgivið “26 heimspekingar”, sum Jákup Pauli í Skemmuni hevur týtt,
og tað skal hann takkast og rósast fyri.
Tekstirnir eru lættlisnar eisini á føroyskum.
Tað er sviin Gunnar Fredriksson, sum greiðir frá teimum 26 heimspekingunum, sum hann sjálvur hevur valt, tí teir siga honum nakað, undantikið Heidegger (1889 –
1976 ), sum fór í grøvina sum nasistur.
Longu í 1991 hevði Gunnar Fredriksson seks greinir um heimspekingarnar: Platon, Descart, Voltaire, Kant, Schopenhauer og Wittgenstein í “Vi”-blaðnum hjá teimum
svensku keypsamtøkunum, hetta gav honum blóð á tonnina, og eisini var undirtøkan báði stór og breið.
Hesar, sum hann sigur, “smáu royndir vórðu fyrst øktar til bókina 20 heimspekingar og eru nú vorðnar til 26.”
Bókin byrjar við Thales (640 – 545 f. Kr.), sum verður roknaður sum hin fyrsti evropeiski heimspekingurin, aftrat honum umrøður hann teir báðar Platon (427 –
347 f.Kr) og ta hendinga flogvitið Aristoteles (384 – 322 f. Kr.).
Aristoteles var næmingur á fróðskaparsetri Platons í Aten. Tá ið Platon var deyður, sendi Filip Makadóniukongur boð eftir honum at undirvísa soni sínum, hinum
seinri so navnframa heimssigraranum Alexanduri.
Nógv er longu, sum tú hevur hug til at geva aftur, men dømini mugu takast sum brellbitar, ið fáa fólk at keypa og lesa bókina.
Tú lesur hana út í eitt, men rør ofta afturá aftur til tey ymsu brotini. Nøkur verða sjálvandi vitjað meir enn onnur.
Øll mugu vit geva Aristoteles rætt, tá ið hann sigur:
“Vit halda tað kortini vera best, ja, okkara skyldu, at lívga um sannleikan, hóast tað sakar alt, sum er okkum kært og stendur okkum nær. Tí tað er halgiskylda
at æra sannleikan hægri enn vinir sínar.” Kundi hetta ikki staðið í Nýggja Testamenti?
Um Spinoza (1632 – 1677) hevur lisið hetta hjá Aristoteles er møguligt, men hann livdi eftir tí. Hann var sonur ein jøda, sum var flýggjaður úr Spaniu
tilNiðurlond.
Familjan var væl fyri fíggjarliga, og lítli Benedict Spinoza fekk ta bestu læruna, sum fanst, og av tí at hann var eitt sjáldsamt flogvit, stóð tað ikki á hjá
honum at taka ímóti øllum lærdóminum frá teimum mest lærdu rabbinarunum.Teir elstu í samkomuni gleddu seg til at fáa ein so vitbornan rabbinara, men longu sum
unglingi fór hann at kjakast við teir lærdu og vísa á ósamsvar í sjálvari skriftini, sum hann dugdi raðið uttanat. Endin var, at hann ikki bara varð blakaður
út úr sýnagoguni, men eisini bannlýstur eftir jødanna harðastu bannlýsing.
Tað eru tey, sum halda, at Spinoza var hin stóri slóðbrótarin, og at t.d Voltaire og aðrir standa í skuld til Spinoza, men Voltaire var franskmaður og hin jødi
við nærum ongum føðilandi.
Norski heimspekingurin Arne Næss (1912 – 1995 ), sum eisini er umrøddur í bókini, tekur upp eftir Spinoza: “Fyri honum (Spinoza) er Gud, Deus “immanent”
(nakað, sum verður verandi í nánd, nakað, sum er íborið lutsins náttúru) – ikki nakað, sum er uttan fyri heimin. Gud skapar alt samt heimin við at vera tað
skapandi í náttúruni. Tær livandi verurnar eru við til at skapa. Einari tílíkari fatan av”Gudi” sum einvorðnari skapanarmegi, halli eg til at taka undir við.
Vit finna hana aftur í djúpvistfrøðiligu áskoðanini, at alt í lívinum hongur saman”.
Næss tók lut í kjakinum um at ganga væl um náttúruna. Soleiðis var hann eisini í Alta og royndi at mótmæla, at Altaáin varð tikin til ravnmagnsmegi.
Ein annar jødi, Ludwig Wittgenstein (1889 – 1951), sum hevur verið nógv frammi í nútíðini, verður eisini viðgjørdur. Nógv sera skørp brot liggja eftir hann t.
d. “Hevði ein leyva dugað at talað, høvdu vit ikki skilt hana.”
Kom nú aftur at hugsa um, at danskt erella var mest ávirkað av týskum. Á døgum Kierkegaardstosaði annarhvør keypmannahavnari týskt, og sjálvur hugsaði hann um
at skriva á týskum. Tað gjørdi hann, men nógv av hansara skriving var vend móti Hegel, eitt aftursvar og mótmæli. Teir týskmæltu høvundarnir hava yvirvágina, 9
í tali, men teir 5 anglisaksisku siga mær mest og eiga eisini størri part av tí, ið ber fram til nútíðina.
Locke (1632 – 1704) er helst tann, sum hevur gjørt sítt til, at hugsanarhátturin hjá onglendingum verður settur í samband við sunt vit og skil og vandnar
sannroyndir. Locke var atfinningarsamur ímóti katolikkum og pávaveldi og hevði mótvilja ímóti aðalstættini og kongum, mutri og valdsmisnýtslu.
Og hann var ímóti øllum sløgum av skatting, uttan at tey skattaðu sjálv vóru umboðað, eisini hetta gjørdist ein av grundgevingunum hjá amerikonsku
niðursetumonnunum fyri einum sjálvstøðugum USA.
“Hvussu nógv sál okkara enn reikar í kring í hægri hugleiðingum, flytur hon seg ikki eitt vet aftur um tær hugmyndir, sum sannroyndir og umráðing bera
hugsingini.” Henda niðurstøðan er sera umboðandi fyri Locke.
Skotin Hume (1711 – 1776), var vinmaður Adam Smith og hugsaði nógv um siðsøgu og búskap. Hann segði: “Hugsa heimspekiliga, men ver í allari tínari heimspeki
ein menniskja.” Hesa hansara niðurstøðu skilja vit væl, tá ið vit lesa, at frá miðskeiðis í 15. øld og fram til 1720-árini vóru 17.000 skotar brendur á báli,
dømdir fyri trúvillur, tey flestu vóru konufólk.
Eisini John Stuart Mill (1806 -73) var sera tíðliga mentur, soleiðis fór faðirin at læra trý ára gamla sonin at lesa Esops dømir á grikskum.
Hanntalaði fyri fríum vinnulívi, og vit kunnu kanska siga, at hann helti til sosialliberalu síðuna. Hann tosaði fyri, at kvinnur skuldu kunna fáa størv, og
segði: “Hvør veit, hvussu nógvar av teimum upprunaligu hugsanunum frá mannligum rithøvundum, ið ikki upprunaliga stava frá kvinnuligum hugmyndum, og sum menn
bara hava játtað og evnað til?”
Mill góðtók ikki nakra hugsan um, at sannleikin í nøkrum sum helst samanheingi “kann vera fangaður ígjøgnum hugskygni og leyst av viðrakingum og
sannroyndum.”
“Tann, sum byrjar við at elska kristindómin hægri enn sannleikan, heldur fram við at elska sína egnu trúarsamkomu ella kirkju hægri enn kristindómin og endar
við at elska seg sjálvan hægri enn øll onnur.” Hann báði dugdi og tordi at siga sannleikar, sum kundu øsa fólk, kanska eisini í dag.
Hin síðsti høvundurin, ið verður tikin fram er Bertrand Russell (1872 – 1970). Báði pápin og móðirin vóru mest kend fyri sínar víðgongdu áskoðanir. Tey bæði
doyðu tíðliga. Abbin , Lord John Russell, var eitt tíðarskeið forsætisráðharri, og var ein teirra, sum framdi parlamentsábótina í 1832. Nevnast má eisini, at
ein av gubbunum var John Stuart Mill.
Tey, sum eru um mín aldur, kanska eisini tey yngru, munnu minnast til Russell, tí hann var ofta at síggja í bløðunum. Hann hevði avgjørdar og fyri summi fólk
alt ov víðgongdar og avgjørdar meiningar.
T.d var hann ímóti Vietnamkrígnum og fyri at banna øllum atombumbum. Mundi næstan gloymt, at hann hevði fingið virðisløn Nobels í bókmentum árið 1950.
Sum sagt bara nakrir brellbitar, men ikki eiti á bitar, sum harafturat liggja leingi á.
Steinbjørn B. Jacobsen