Orð og tónar á flaggdegnum

Heimslýrikkur og íslendsk krimi á føroyskum. Hetta verður yvirskriftin, tá ið Sprotin leggur tvær bøkur fram við Orðum og tónum á flaggdegnum kl. 20 í Perluni

Tann 23. apríl, á føðingardegi Alexandur Kristiansens, kom stórverk út. Fjøtrað á flogi – Heimslýrikkur. Bókin, ið telur 600 síður, hýsir týddum lýriskum perlum gjøgnum sløk trý túsund. 

Bókin DNA eftir Yrsu Sigurðardóttir fekk Palle Rosenkratz-heiðurslønina í 2014 sum ársins brotsskaldsøga. Hevur tú dirvi, og ert tú drigin at grimd og ísakøldum óndskapi, so er hetta ein bók fyri teg. Og nú ber til at lesa hana á føroyskum. Jákup Sørensen hevur týtt. 

Skráin verður hendan:

Kom oman í Perluna hóskvøldið til ‘Orð og tónar’. Set teg upp afturá. Njót løtuna. Fá tær ein kaffimunn, eina øl ella eitt glas av víni afturvið.