Kinesiskar orðabøkur út á Sprotanum

Fríggjadagin 1. februar kl. 16 leggja vit heimsins fyrstu kinesisku/føroysku orðabøkur fram!

Hetta er fyrsta stig, og bøkurnar verða tá almennar sum hinar á Sprotanum. Síðan heldur arbeiðið fram, og bøkurnar fara at vaksa, sum tíðin líður.

Vit settu okkum sum mál at náa tað, ið svarar til HSK 3, sum er ein altjóða førleikaroynd fyri útlendingar, ið læra seg kinesiskt. Skipanin er í seks stigum, og hildið verður fram við næstu stigunum beinanvegin. Skriftmálið, sum nýtt verður í bókunum, er ikki siðbundið kinesiskt, men einfaldað, sum verður mest nýtt nú á døgum. Ritstjórar eru Kimberly Joy Go Elambo, Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá.

Vit seta serligan kinesiskan dám á Reinsaríið fríggjadagin:

Gundur Fossdal á Hotel Føroyum ger okkurt gott til góman. Øl, vín og kaffi fæst til keyps afturvið.
 
Vit høvdu verið ógviliga fegin um at sæð tykkum til framløguna, nú vit taka fyrsta stigið at knýta málslig og mentanarlig bond millum tvær fullkomiliga makaleyst ymiskar mentanir.

Tú ert hjartaliga 欢迎 í Reinsaríið fríggjadagin kl. 16-18