Áhugaverd bók um seyð í søgu og veðri
Í eini 20 ár totaðist Helgi í Brekkunum við at savna inn hagtøl og skráseta seyð á ymsan hátt. Øll hesi hagtøl og allar niðurstøður eru savnað í bók hansara Seyður í søgu og veðri.
Hann fer aftur í søguna og kannar áseyðatal. Tekur m.a. Steigagarð sum dømi um áseyðatal og ógvislig felli fyri einum 300 árum síðan (les brotið um Steigina her).
Hann skrásetur, hvussu veðrið ávirkar trivnaðin og vektina.
Hann greiðir frá teimum royndum og ábótum, ið hava verið gjørdar gjøgnum tíðina til dømis í Hvalvík. Men ikki minst dugir Helgi at skilja teir gomlu, sum í øldir høvdu eygleitt og gjørt sínar niðurstøður.
Teir máttu duga at eygleiða og vita, hvussu veðrið fór at arta seg.
Teir máttu duga at lesa hvørt tekin á himmalinum og á sundinum.
Stundum leikaði hart á. Gávurnar og evnini at laga seg eftir náttúruni var einasta álitið – saman við Várharra.
Stundum stóð loft og løgur í einum og týndi fæ.
Seyðurin kendi á sær, áðrenn veðrið skifti. Maðurin visti, at seyðurin visti. Tí var eitt serligt samskifti teirra millum. Og ikki minni virðing, tí her var klókskapur, sum ikki var einum og hvørjum íborin. So mikið visti maðurin.
Seyðin hevði hann býtt í fylgi, og treytirnar hjá hvørjum fylgi og natúrin í teimum vóru ymisk. Ervaseyðurin treivst ikki í neðra. Treiskaðist í hæddunum heldur enn at sleppa sær oman á slætt, og tó at hann ikki sá sjógv, visti hann, nær tarin lá uppifjaraður.
Sambandið millum seyðamenn og seyð hevur altíð verið serligt.
Hvussu veðrið hevur hóreiggjað sær og týnt burtur av fylgjum seinastu øldirnar, greiðir Helgi frá.
Hvørjar avgjørdar meiningar eitt úrval av hesum serfrøðingum hevur havt um seyð, sigur hann okkum eisini á sín knappa og eyðkenda hátt.
Men tað, sum eyðsýndast stendur eftir hansara drúgvu skrásetingar og hagtøl, er, hvussu neyva samsvarið er millum tað, teir gomlu hava vitað í øldir, og tað, ið teldan og myndatólið avdúka so sjónliga fyri okkum nú á døgum.
Bókin verður løgd fram mentanarnáttini 02. juni kl. 21.30 á Reinsarínum.
Øll eru hjartaliga vælkomin til framløguna og prát við høvundan. Til ber at ogna sær bókina tað kvøldið við nógvum avsláttri. Tiltakið verður skipað sum hugnaløta við tónleiki og til ber at keypa sær eitt glas við onkrum góðum afturvið.