Orð og tónar mentanarnáttina

Sprotin og Reinsaríið skipa fyri einum sera áhugaverdum “Orð og tónar-kvøldi” mentanarnáttina 2. juni. Ikki færri enn tríggjar nýggjar bøkur verða lagdar fram.

Fólk eru vælkomin at hugna sær við áhugaverdum práti ella njóta góðan tónleik við einum glasi afturvið. Kim Hansen og saksofonleikarin Hans Petur í Brekkunum standa fyri tónleikinum.

Dyrnar lata upp kl. 20, og fyrsta framløgan saman við Kim Hansen byrjar kl. 20.30. Steðgur er í millum framløgurnar, og til ber eisini at sita eina løtu, áðrenn hildið verður fram til onnur tiltøk.

Skráin er henda:

Kl. 20.30
Steintór Rasmussen: Hevndin úr havsins dýpi

Kl. 21.30
Helgi í Brekkunum: Seyður í søgu og veðri

Kl. 22.30
Øystein Morten: Leitingin eftir Sjúrði Jorsalafara

Vit enda kvøldið við tónleiki eftir Kim Hansen og Hans Petur í Brekkunum.

Allar bøkurnar fáast til keyps við stórum avsláttri mentanarkvøldið.

Orð og tónar á Reinsarínum borgar fyri áhugaverdum hugnaløtum!