Advent – jólaføsta

Løgið, so skjótt árshjólið er farið at hurra. Um stívar tríggjar vikur verður enn eina ferð stytsti dagur. Men hugnin er mangan í hæddini hesa myrkastu tíðina, tí vit laga okkum eftir myrkrinum og birta sjálv ljós á ymsan hátt. Í dag kveikja vit eisini sambært gamlari siðvenju í eitt ljós, tí í dag byrjar jólaføstan

Niðanfyri er ein frágreiðing um orðini advent og jólaføstu. Teksturin er úr Orðabókin – J.H.W. Poulsen.

Í dag er fyrsti sunnudagur í advent, sagt /ead-/ ella /ad/vent. Til er eisini staðbundna orðsniðið adventa. Stundum verður fyrri liður stavsettur at-.

Orðið er komið inn í okkara mál eins og fjølmong onnur við kristindóminum úr hinum ”heilaga” máli latíni, har ið upprunaliga heitið var adventus Domini, t.e. ’koma Harrans’ í heimin, Jesu føðing, ið minnið um verður hátíðarhildið á jólum.

Fyrsta sunnudag í advent byrjar sum kunnugt kirkjuárið. Í orðinum advent býr hitt latínska sagnorðið venire at ’koma’. Adventistar eru trúarflokkur, ið væntar afturkomu Krists í næstum. Teir nevna seg eisini sjeyndadagsadventistar av tí, at teir halda sjeynda dag í vikuni, leygardag, heilagan.

Men aftan úr fyrndini hevur her fyri norðan verið annað og heimligari navn á hesum tíðarskeiði. Tað er jólaføsta, sum eftir teimum heimildum, ið eru til taks, tykist hava livað óslitið í málinum frá gamlari tíð.

Sum navnið letur skilja, var fyrr í tíðini fastað hesar vikurnar fyri jól. Í gomlu íslendsku løgbókini Grágás stendur, at kjøt skuldi ikki verða etið í jólaføstuni. Tá vóru sum vera man eingi jólaborðhøld sum nú vikurnar fyri jól!

Løgið er, so skjótt nýggir siðir taka seg upp og breiðast út í hvønn krók. Í hentari bók Nye ord i dansk (1955-1998) sæst, at orðið julefrokost fyrstu ferð sæst á prenti í blaðnum Information 23.12.1969, men fyribrigdið sigst vera íkomið 1965.

Í nýggjara kristnirætti Gulatings í Noregi stendur, at jólaføstan byrjar tann sunnudag, ið næstur er andrasmessu, hvørt sum tann sunnudagur er fyri andrasmessu ella eftir; ber andrasmessa upp á sunnudag, byrjar jólaføstutíð á tí sama sunnudegi.

Orðið jólaføsta kemur fyri hjá nøkrum av teimum eldru rithøvundunum okkara.

Føroysk orðabók (1998) hevur staðbundna orðið lítlaføsta ‘jólaføsta, advent’ (mótsett langaføstu), men so illa vil til, at ikki sæst í orðasavninum, hvaðan orðið er.