Tað er tí, tú ert so deilig!

Karin Dyhr sigur frá sínum ræðandi barna- og ungdómsárum. Men eisini, hvussu ein sjúkrarøktafrøðingur, ið vildi lurta í 14 ár, bjargaði henni. Í endanum er hetta ein lívsjáttandi søga.

Í hesum brotinum sigur Karin frá ræðuleikunum í barndóminum, teimum sálarligu avleiðingunum av teimum, og hvussu illa búgvin psykiatriin var at taka sær av henni. Hetta er brot úr hennara frásøgn á Orð og tónum í oktober 2016.