Fyrsta kápukappingin

Vit avráddu, at peningurin, sum myndirnar hjá Frits kastaði av sær, skuldi verða brúktur til føroysk myndlistafólk at prýða okkara bókakápur. Og tær flestu kápurnar í ár hava føroyingar gjørt.

Vit kenna summi, sum duga at gera kápur, men fyri at fáa fatur í nýggjum gávaðum kápusmiðum, vit einki vistu um, útskrivaðu vit eina kapping, og inn komu fleiri fín uppskot.

Uppgávan var at gera kápu um eina bók, sum í stuttum er um ein ungan mann, sum rennir á við bilinum og doyr. Og nógvir ósvaraðir spurningar standa eftir.

Hvat hendi ímillum hann og vinmannin og unnustuna? Hví situr vinmaðurin í fongsli nú? Hví er genta hansara rýmd av landinum? Hví brunnu húsini hjá ommuni? Var deyði hansara eitt óhapp – ella var tað sjálvmorð?

Ein ókendur rithøvundur roynir at stykka saman eina mynd av hesum lívinum, ið fór fyri skeytið. Rithøvundurin tosar við vinfólk hjá tí deyða, skyldfólk og kenningar, og smátt um smátt dagar søgan fram. Gjøgnum samrøðurnar birtist ein týðilig mynd av hesum unga manninum, sum hevur verið øgiliga góður við ommu sína, sum var skrivstovumaður, sum gjørdi alt fyri unnustuna, og sum gav besta vinmanninum lut í øllum sínum. Til hann misti sambandið við tey bæði tvey.

Hetta er eisini søgan um ein rithøvund, sum við at fylla holini út í søguni um unga mannin, roynir at finna sannleikan um seg sjálvan. Tí tá ið samanum kemur, hvat verður eftir av øllum okkara minnum, sum so skjótt fjara burtur? Hvat liggur fjalt í øllum tí, vit ikki minnast? Og eitt sindur filosofiskt: hvat eru vit, annað enn frásagnirnar hjá øðrum um okkum?” 

Høgrumegin er káputekningin, ið vann kappingina. Heimurin er til við orðum, tankarnir sum eru skipaðir við orðum – og hvat hendir so, um hetta viðbrekna, fantastiska amboðið fer í smildur?

Tað hevur listamaðurin snøggliga víst okkum við at viska út tað, ið einaferð bar týdningin og skipaði tilveruna, so heimurin og fatanin verður ein gráur vavstur av høpisloysi. Alt í og kring mannin eru orð – men høvuðsteldan er farin. Illa viskað, so har sæst, at okkurt hevur verið – men Guð viti, hvat tað var, tí tað krevur eina sundurgreiningarskipan, sum er farin í hundarnar. 

Ungi maðurin, sum visuelt tulkaði innihaldið soleiðis, og vann sær ein kekk, sum er 4000 kr og vann sær ferðaseðlavirði, sum er 4000 kr frá Atlantic Airways. Listamaðurin eitur Niels Jensen. Til lukku.