The Islands and the Whales
Teinæringurin, ið kemur rógvandi inn eftir vágni fram við stórum konteynaraskipum, kranum og útláti og guvan á keiini. Tann eini leikarin, ið hevur verið bæði í grind og eftir fugli, gongur nú í einum handli við alskyns úrvali – tað er sum um plastikk og rusk hava sligið ring um hann. Ringurin, ið er við til at eitra havið, heimin, veiðina. Alt. Hvørja einstaka nebbasild, sum lundin flýgur inn til sínar ungar.
Her eru eingi glansbíløt og eingin folia, men myndir av einum oyggjaflokki í gerandishami í Norðuratlantshavi. Tað eru Føroyar, í sínum mjørkabúna, randhvítar og rávakrar.
Og tað eru júst hesar myndir, ið eru so bergtakandi vakrar.
Fleiri av myndunum eru okkara gerandisútsýni, kanska ikki júst tær við fuglaperspektivi, men minnast vit veruliga at hyggja at og veruliga síggja alt tað gandakenda og vakra í gerandisdegnum? Hóast regn og surk mangan hevur hug at tváa hetta burtur? Hetta er ein heimur fyri seg, í tí fjarskotna. Kríggj og stormar herja á uttan um okkum, og her sita vit í okkara fjálga, friðsama ævintýralandslagi.

Filmurin minnir okkum á ein sjaldsaman vakurleika og veruleika, sum ikki er so sjálvsagdur longur, tí ófriður og dálking úr umheiminum rakar okkum eisini.
Dálkingin er vorðin so umfatandi, at hon enntá hevur dálkað ‘reinasta’ havið og tí eisini djórini, ið liva í havinum og av tí, ið har er. Kyksilvur og PCB eru tí eisini í okkara tjóðarmati, tí heilagu grindini og eitt sindur í fuglinum. Um hildið verður fram at eta grind er upp til hvønn einstakan. Men vísindini hava talað, og avleiðingarnar eru fyri ein part greiðar, men ikki langtíðarárinini. Og hetta er eftir mínum tykki óhugnaligt.
Mike Day, leikstjórin, hevur við millumbilum í fýra ár verið í Føroyum og filmað. Filmurin er vakur og sakligur. Hann greiðir væl frá mentanararvinum og lýsir væl, hvussu fuglur og grind vera veidd. Men eisini eru myndir, ið gera púra greitt, at hetta er um at vera ein farin tíð, tí umheimurin er komin inn um okkara gátt, og hetta er ein ‘umheimur’, ið er við til at eitra allan heimin.
Teinæringurin, ið kemur rógvandi inn eftir vágni fram við stórum konteynaraskipum, kranum og útláti og guvan á keiini. Tann eini leikarin, ið hevur verið bæði í grind og eftir fugli, gongur nú í einum handli við alskyns úrvali – tað er sum um plastikk og rusk hava sligið ring um hann. Ringurin, ið er við til at eitra havið, heimin, veiðina. Alt. Hvørja einstaka nebbasild, sum lundin flýgur inn til sínar ungar.
Hví er handilsvinnan ikki komin longur enn so við plasti? Keypir tú vistfrøðiligar bananir, eru tær pakkaðar inn í plast. Tvey súrepli, ið liggja í flamingu eskju og pakkað í plast. Er hetta ein andsøgn?
Pól F. skrivaði longu í síni tíð
Vit eru sum maðkar í køsti
ei fyri náttúrini meir
og okkara vónir og longslar
ei hirðir hon stórt um teir.
Filmurin hevði einki sáld. Grind var rikin á land, og tú hoyrir, hvussu hon hvínur og grætur. Eg hevði hug at gráta við teimum, men samstundis var tað ein uggi, tá ið eg sá, hvussu skjótt hetta varð avgreitt, og at hvør hvalur doyði við brestin, tá ið hann fekk mønustingin. Eisini sært tú eitt sindur um, hvussu Sea Shepherd royna at gera burtur úr sær, men greitt er, hvussu fremmand tey eru bæði fyri náttúruni og mentanini í hesum landi, tey eru komin til.

Tað, sum teimum ikki er greitt, er, at tá fremmand fólk koma til okkara land og royna at deingja oman yvir okkum teirra trúgv og meiningar, tá stendur føroyingurin saman. Tá ið fólk koma inn í okkara ævintýrland og ikki virða tað, tey ikki skilja, tá skal útnyrðingur tað av landinum føra, sum sápubløðra, sum Jóannes Patursson tók til.
Mike Day hevur gjørt eitt framúr gott arbeiði. Leikararnir eru væl valdir og kenna seg tryggar framman fyri myndatólinum, ið er umráðandi fyri at hyggjarin skal kenna seg væl. Myndirnar eru allar flottar, ymsu støðini, filmað verða, eru væl vald, og greitt er, at Mike Day hevur fingið sær ta vitanina um bæði føroyingin og mentanina, sum krevst til at skapa eina sannførandi mynd av okkara sjaldsomu mentan.

Filmurin er um at enda, og huglagið er onkursvegna avskeplað. Tað er tjóðarhátíð okkara, føroyingar, ið hava latið seg í føroysku klæðini, savnast og hugna sær saman, kvøða og syngja felagssang og saman við hesum myndum er ein ófrættadapur tónleikur, ið hevur hug at leggja seg sum ein mjørkaflóki oman yvir mentanina og goyma hana, kanska gloyma hana. Tað hevði hug at brenna í eygunum av afturhildnum tárum, tí hetta sigur ein sannleika, um man so velur at viðurkenna hann ella ikki.
Hetta er at reingja okkara sannleika, sum vit kenna hann, um okkara reinu Føroyar. Men vit koma ikki nærri grøna heiminum við at avnokta sannleikan og gerningar hans.
Føroyingar kunnu vera við til at gera mun og taka ábyrgd, og soleiðis skapa ein grønari gerandisdag. Og tað ber væl til, um føroyingurin stendur saman um hetta, júst sum føroyingurin stendur saman ímóti Grindstop.
Tú kanst fara inn á facebook bólkin Zero Waste Føroyar og fáa íblástur um, hvussu tú kanst skerja burtkast og sum heild fáa ein burðardyggari lívsstíl og deila tína egnu vitan, viðkomandi leinkjur og royndir, og saman skulu vit skapa einar grønari Føroyar.
Sára Mikkelsen
—