Hópsamansetti hurlivasin
Stórt bókaverk við grafisku verkunum eftir Marius Olsen verður lagt fram í Norðurlandahúsinum í morgin kl. 16.
Í bók síni “Livandi List” gevur Inger Smærup Sørensen eini ráð til teirra, sum vilja skilja verkini hjá Mariusi Olsen:
”Tað ræður ikki um at síggja veruleikan við hansara eygum ella hansara linsum. Tað er at síggja veruleikan við sínum egnu eygum. At síggja veruleikan so uppbýttan, syndraðan, fjølbroyttan, sum tann hópsamansetta hurlivasan, ið heimurin er, og so at royna at finna sín egna hátt at halda øllum hesum saman. So heimurin ikki syndrast.”
—
Klokkan 8 minuttir yvir 3 seinnapartin tann 5. novembur í fjør fekk eg hetta teldubrævið (brot) frá Mariusi:
Góði Jonhard!
Havi eina ætlan um at fáa gjørt eitt katalog ella lítla bók í sambandi við, at eg í juni 2016 fari at hava eina stóra afturlítandi framsýning í Norðurlandahúsinum við grafikkmyndum frá fyrst í fýrsunum til nýliga gjørdar.
Hugsi mær, at har mugu vera nógvar, væl endurgivnar myndir (kanska 50?), men eisini fleiri tekstir.
Vinarlig heilsan Marius Olsen
Eg svaraði Mariusi, at tað var okkum á Sprotanum ein heiður at geva hansara listaverk út. Arbeiðið fór í gongd, og tann 27. apríl kl. 08.16 fekk eg seinasta brævið frá Marius, sum segði seg vera nøgdan við avrikið.
Tá var ætlaða ritið vorðið bók, sum er 400 síður í brotinum 30×30, so sama um myndirnar standa ella liggja, er rúmsátt hjá verkunum, og tey sleppa at tala fyri seg hvørt á sínari opnu.
Sprotin leggur hetta stóra bókaverk fram, tá ið framsýningin letur upp kl. 16 tann 17. juni.