Ein bergtakandi skaldsøga

Hetta er ein bergtakandi skaldsøga. Lýsingarnar og málið eru so fullfíggjað. Og eingin man skilja hesi fólkini betur enn føroyingar, vaksnir upp á bygd. Bygdafólk, sum hava havt seyð og neyst og bát.

Bókin Tey ósjónligu fer fram á Barroy ytst í einum flógva á Helgelandsstrondini og fer fram millum 1913 og 1928. Helst er oyggin ímyndað. Søgugongdin er kortini ikki íspunnin. Hon er grundað á høvundans egnu ætt í móðurlegg.

Á Barroy liva hjúnini Hans og Maria Barroy, og tey eiga eittans barn, Ingrid. Á oynni býr eisini Barbro, systir Hans, og eisini aldrandi pápi teirra.

Ingrid er trý ár og skal doypast, og henni fylgja vit ígjøgnum alla bókina. Ein sterk kvinna, sum verður alt ov tíðliga vaksin, tí kørg kor og tilvildarligar umstøður fáa hana til tað.

Pápasystirin Barbro er eitt rættiligt villkvendi og er ikki væl skikkað til eintáttaða og einsliga lívið har úti í flógvanum, hon vil meira enn umstøðurnar har loyva henni – og ein dagin endar tað eisini galið. Bróðirin Hans hevur roynt at sloppið sær av systrina, skaffað henni eitt pláss í húsi inni á landi, men hon kemur út aftur nakað seinni við pápaleysum barni í búkininum í staðin fyri. Eitt barn, sum verður ein ágrýtin og skilagóður drongur, sum tey, sum frá líður, ikki kunnu klára seg fyri uttan.

Eftir kríggið (fyrra heimsbardaga) koma nakrir sviar út á oynna, og tá verður svenskarabrúgvin bygd. Eitt sterkt bygningverk, sum skal standa har í allar tíðir, tí hon er gjørt úr gróti. Tað ger bryggjuhúsið ikki. Teir baksast við at fáa hetta húsið upp at standa, men illveðrið skræðir tað niður so hvørt – ein alsamur dystur við óvanliga harðliga veðrið her úti í flógvanum.

Ovurstóran týdning fyri oynna hevur Lofotfiskiskapurin. Tey fáa smávegis inntøkur og mat til húsarhaldið frá húsdýrahaldinum, men fiskiskapurin tryggjar teimum allar inntøkurnar.  Tá ið menninir leggja til havs, vága teir lívið. Tú veitst ongantíð, um tú sært teir aftur. Tíðin, áðrenn teir fara, er tí merkt av hesum spenta veruleika.

Og so slær álvarsemið niður í tey.

Ikki álvarin í ódnini, men ársins og oyggjanna langligi og grundleggjandi skúli í einsemi. Brádliga eru tey færri, meðan menninir spæla happadrátt við deyðan. Hvønn einasta vetur látast 200 menn á sjónum. Tað verður ikki tosað hart um tað, men verður nomið við  í hálvkvødnum vísum.   

Og soleiðis líða dagarnir í januar.

Og tríggjar mánaðir aftrat. 

Tað eru sterk fólk, ið her verða lýst, og kortini eru summi, sum ikki klára hetta lívið. Mamman, Maria, endar á sinnissjúkahúsinum, men hon kemur tó heim aftur. Fína frúgvin, sum Ingrid varð send at halda hús hjá, kemur ongantíð út aftur, eftir at maðurin fór á heysin og helst mundi doyggja fyri egnari hond. Og brádliga verður lívið hjá Ingrid, sum ikki enn er vorðin rættiliga vaksin, fylt við ábyrgdini av tveimum børnum, sum eru uppvaksin í ríkidømi, og sum nú mugu lata sær lynda alt tað fátæksliga, sum hon og húski hennara út á oynni eiga at bjóða …. Tað er eitt fátæksligt lív, eitt helvitis lív … Lítið verður tosað, og ætlanir og dreymar halda fólk fyri seg sjálv.  

Hetta er ein bergtakandi skaldsøga. Lýsingarnar og málið eru so fullfíggjað:

“Prestur kemur skundandi aftaná og verður standandi hugtikin av teirri hvítkálkaðu kirkjuni, sum er komin undan sum eitt bleikt frímerki undir teimum svørtu fjøllunum, har tær seinastu kavafannirnar líkjast tonnum í einum rotnum kjafti.”

Jacobsen er málsliga tryggur, lýsingarnar eru knappar, og nógvur undirtekstur er, sum verður latið lesarunum at leggja meining í.

Vit fáa eina ráa og harða lýsing, men høvundurin brúkar ongantíð bíligar snildir og ráð at tala til lesaranna kenslur. Tú ivast heldur ongantíð í, at soleiðis sum hann lýsir kørgu umstøðurnar – akkurát soleiðis man tað hava verið hjá teimum, ið búleikaðust so langt frá fólki, so langt úti ímóti teimum ytstu flógvum, sum til ber.   

Eingin man kortini skilja hesi fólkini betur enn føroyingar, vaksnir upp á bygd. Bygdafólk, sum hava havt seyð og neyst og bát. Sum hava røkt bát og gørn og línur og líggjar – øll tey amboð, sum vórðu brúkt í gerandisdegnum, meðan røkt vórðu bjørg og skorar og hagi og bøur. Skera torv, fáa hoyggið til høldar, kasta nót, á kyrrindir. Gerandisdagur við arbeiði, sum lagað varð eftir árstíðunum – hvør árstíð sínar skyldur og sína røkt – ár út og ár inn við sama fasta stevi.

— 

Heiti: Tey ósjónligu
Høvundur: Roy Jacobsen
Týtt: Edvard Olsen

Síður: 242
Prísur: 248,-

Les eisini: Tey ósjónligu eftir Roy Jacobsen

Vilt tú verða klubbalimur? Trýst her