Tá ið kvinnur leita eftir kátum sáði
Oddny setur orð á forbodnar kenslur og tankar, tí frummegina hjá kvinnuni tosa vit jú ikki um. T.d. hvussu hyggja kvinnur, ið ikki barnast, eftir monnum? Hvussu meta tær menninar sum brundir, hvussu verða teir skannaðir fyri styrki og nøringarevni, um teir eiga umsorgan í sær at taka sær av einum barni og nóg nógvan stirðil í sær at vera menn.
Minnist, at eg fyrsta árið á sjúkrasystraskúlanum skrivaði eina uppgávu um óviljað barnloysi. Tá ið eg las tekstin hjá Oddny Eir Ævarsdóttir og gjørdi eina ferð aftur til mína fatanarverð tá, má eg viðganga, at eg sum 20 ára gomul als ikki kendi neyðina hjá hesum menniskjum.
Vit skrivaðu mest um typtar eggjaleiðarar, PCO, endrimediosu og rættan kost og ymsar orsøkir til barnloysi, numu við okkurt tabu og einsemi og kensluna ikki at kenna seg sum rættan mann og rætta kvinnu.
Nú eg lesi hesa bókina 23 ár seinni hevur høvundin sagt mær so nógv um seg sjálva og sítt fjøltáttaða kenslu- og tankalív, sína pátrúgv og sínar forbodnu tankar – sum eg kenni aftur frá mær sjálvari – má eg viðganga, at eg tá, sum 20 ára gomul, hevði eg slættis ongantíð smakkað frumdriftina og hennara øgiligu megi, fyrr enn eg sjálv upplivdi hana næstan 30 ára gomul.
Alheimurin er ein himmal av sáði
Undir bókarheitinum stendur: leitandi eftir kátum sáði. Um bókina liggur ein kápa við sáðkyknum. Ógviliga humoristisk og fullkomiliga í samsvari við innihaldið í bókini. Oddny fær jú sáð og gitnað upp á heilan, og onkur lesari man hugsa: hetta er totalt yvirdrivið og helst skrøgg fyri undirhaldið, men sæð úr einum metaperspektivi og tvinnað saman við egnum royndum, vil eg siga, at Oddny bara hevur fingið FRUMmegina í sær at kóka – tað snýr seg um lív, at gerast við barn verður hennara ultimativa svar upp á lukku. Fái eg eitt barn, so kann eg doyggja glað og vita, at eg royndi alt, sigur hon.
Bókin er skrivað sum dagbók, og vit sleppa at fylgja Oddny í hennara stremban eftir at gerast við barn.
Sum lesari fylgi eg Oddny í hennara desperatu royndum fyrst at køva nøringartrongdina. Hon roynir at síggja vansarnar og ta stereotypu myndina av eini kvinnu, sum bundin á hond og fót av børnum, einsamøll við ongum manni. Tað verður ein góð grundgeving fyri ikki at fáa børn. Hon vil heldur vera fræls listakvinna og rithøvundur, og hon roynir at vera lesbisk, velja eitt lív saman við aðrari kvinnu við tí motivi at útihýsa og temja nøringartrongdina.
Men tað riggar ikki.
Trongdin er so ógvisliga stór og sum lesari fylgi eg henni fullkomiliga í jagstranini eftir sínum káta sáði.
Mannjagstran
Oddny setur orð á forbodnar kenslur og tankar, tí frummegina hjá kvinnuni tosa vit jú ikki um. T.d. hvussu hyggja kvinnur, ið ikki barnast, eftir monnum? Hvussu meta tær menninar sum brundir, hvussu verða teir skannaðir fyri styrki og nøringarevni, um teir eiga umsorgan í sær at taka sær av einum barni og nógv nógvan stirðil í sær at vera menn.
Hon finnur sær ein egnaðan mann. Hann er frískur, væl vaksin, blá eygu, intelligentur og umsorganarfullur ….. og so fylgja vit teirra desperatu ferð at gerast við barn. Ferðin er hennara, tí mannin síggi eg bara dinglandi aftan á hennara tráan og helst kastreraður í hesi jagstranini ella mentalt avmonteraður, tí hann megnar jú ikki at ger hana við barn. Hvør kann hjálpa teimum? Hann verður vavdur inn i jagstranina eftir einum hjálpara!
Sum lesari fari eg totalt við á hesa ferð, hvussu hon er í einum syklusi, hvar hon sveiggjar millum vón og vónloysi hvønn mánað.
Hon roynir ALT, bønarpulvur, spákonur, at gera góðar samfelagsgerningar, tí so fer lagnan at geva sær eitt barn afturfyri, moralur og etikkur fer og allir menn verða sæddir sum potentielt sáð til at gera hana við barn
Oddny nemur við spennandi spurningar í bókini, sum eg haldi, vit kvinnur eiga at vera tilvitaðar um, at vit hava ávirkan á.
Desperasjónin
Hvat er tað til dømis, sum ger, at hetta at gerast við barn verður ein desperatión? Hví kann ein kvinna ikki bara koma til sættis við at liva eitt dygdargott lív við ongum børnum?
Tað er samfelagsskipanin!
Hvat er tað, vit kvinnur og allar kvinnur frammanundan okkum hava lagt í normin fyri “tað rætta lívið” ?
At vera mamma!
Ikki tí, eg unni øllum kvinnum at gerast mammur. Tað er deiligt. Men spurningurin er, um tað er uppskriftin til tað góða lívið. Tað eru ikki børn, sum geva mestu eydnuna sambært nýggjari gransking, men sosialar relatiónir, sum kvalitetur er í.
Øvund ella svartsjúka
Øvund ella svartsjúka er eitt annað evni.
Hon lýsir í bókini sína egnu svartsjúku – oftast fullkomiliga bannað at tosa um og sum liggur ósagt millum okkum kvinnur.
Hon var til barnadóp og fór at bløða, aftan á fertlitetsviðgerð. Hon sigur, at hetta var fyrstu ferð hon eymkaði seg sjálva, …. eg kendi beiskleika og bládjúpa sorg, øvund ímóti børnum hjá øðrum og vakrar og trivaligar kvinnur ….. longdist eftir eini lítlari veru, at lata hjarta á mær upp, fekk mótboð ímóti familjuforminunum og kirkjuforminum ….. øvund inn á alt og tankar um, at lívið er órættvíst ímóti mær.
Limaskapur í kvinnuheimin
Men skal eg hugsa um, hvat tað er, sum ger, at ein ikki kennir seg sum rætta kvinnu við ongum barni, so er tað at fáa barn ein innliman í kvinnuverðina. Eg kendi tað sum eg fekk limaskap hjá heimsins kvinnum/mammum ígjøgnum vøggustovu, skúla, barnagarð, mammubólkar, blæur, at kunna reypa um at eiga og fekk nýtt samband við mammu mína og mannin ….. “raska konan hjá mær” og “eg riggi,” hugsar maðurin, eg havi gjørt mína skyldu her í verðini
Vald … tign, meining í lívið – eg tæni einum endamáli – tað eksistentiella meiningsloysið er minni.
Henda bókin er kærkomin, tí hon gevur øllum teimum kvinnum, sum stríðast av øllum alvi at gerast við barn, sum liva í einum syklushelviti, millum vón og vónloysi, eina rødd – tá ið tað seksuella gerst ein skylda og ofta missir sítt njótilsi og so hugsi eg um allar, sum eru í fertilitetsviðgerð – skulu fyrst fyllast við hormonum, síðani ísáðing, at sáðið verður sett uppí, alt í einum kliniskum umhvørvi … hart fyri parlag og ikki minst samleikan og sum eg skilji út frá tøttum sambandi við nógv fólk, so er hetta tabu.