Úr duldum dýpum

– Eivør Pálsdóttir, Marjun S. Kjelnæs og Kristina Joensen í Reinsaríinum

Orð og tónar
mikuvøldið 27. jan. kl. 20:00


At
the Heart of a Selkie
eitur nýggja fløgan, ið Eivør Pálsdóttir gevur út 27 Jan. saman við DR Big Band.
Tekstirnir, ið fylgja kópakonuni frá tí, hon verður drigin úr havsins dulda
heimi, og til hon aftur velur dýpið, hevur Marjun Syderbø Kjelnæs skrivað.
Umframt at Eivør fer at
syngja løg av fløguni á Orð og tónum 27. januar, ið hesa ferð verður eitt
mikukvøld og ikki sum vant hóskvøld, fer Urd Johannesen at práta við Eivør
og Marjuna um samstarvið teirra millum. Við í prátinum verður eisini Kristina
Joensen, ið hevur málað ein málning til hvørja av teimum 7 yrkingunum, ið
Marjun hevur skrivað til Eivør.

Opna, nýútgivna yrkingasavnið eftir
Marjun S. Kjelnæs, er sprottið úr samstarvinum við Eivør. Her viðger Marjun
fleiri av evnunum, sum eisini síggjast í yrkingunum um
kópakonuna. Í Opnu sæst aftur stríðið
at finna heimin, ein kennir seg heima í; dirvið, ið krevst, at bróta seg
gjøgnum veggir, ið standa millum hjarta og andlitið vent móti øðrum; og
innlitið har “hvørt orð, hvør bókstavur, hvørt tekn er eitt far, ein flaki,
eitt sprek at royna at halda sær uppi við.” Paula Gaard fer at práta við
Marjuna um yrkingarsavnið.

Skráin er henda:
Vælkoma
At the Heart of a Selkie – Samrøða við Eivør, Marjuna S. Kjelnæs og
Kristinu Joensen

Eivør
syngur løg av nýggju fløguni

Steðgur

“1000
orð” – Durita Dahl Andreasen lesur upp
Opna – Samrøða við Marjuna S. Kjelnæs

Eivør syngur løg av
nýggju fløguni

Kaffi, vín og øl
er til keyps at hava afturvið.
Til ber at ogna
sær fleiri nýggjar, úrvaldar bøkur fyri serprís.