Ver Úlvur

Søgan um Héðinn Unnsteinsson er bæði ein sigurssøga og ein søga um at stríðast við fordómar, við skipanina og enntá málið sjálvt.

Ver úlvur  sigur ærliga, atfinningarsamt og opinskárað frá, hvussu ein
maður fellur og síðan reisist aftur, ein maður, ið einaferð fekk staðfest
sjúkuna maniodepressión.

– Eg
var maður í úlvshami, vargur, útlagin. Mátturin í mær var mátturin í
úlvinum…Orðið vargur merkir bæði úlvur og gudloysingur.

Henda
bókin er ein einsýnd frásøgn um eina ferð inn í ein heim, sum eingin hevur
tamarhald á, ein heim, ið summi kenna, og mong óttast, men øll áttu at roynt at
skilt betur.

Héðinn
hevur starvast við heilsumálum í tjúgu ár sum serfrøðingur í íslendska
heilsumálaráðnum og hjá Altjóða heilsumálastovninum (WHO). Hann hevur undirvíst,
hildið fyrilestrar og skrivað greinar um sinnisheilsu.

Les
brellbita her


Ver úlvur kann keypast her

Les
ummæli, sum Grækaris Magnussen hevur skrivað, niðanfyri.

 

Ummæli:

VER ÚLVUR
Heðinn Unnsteinson
Ver Úlvur
Forlagið Sprotin2015

Tað
ómøguliga er kanska kortini møguligt, skalt tú trúgva Heðinni Unnsteinson. Tað
hevur í hvussu er borið til hjá honum. Við bit og slit. Og við sjáldsamari
viljastyrki. Og viljastyrkin gongur aftur sum reyður tráður í hesi óvanligu
bókini um sinn og sinnisólag. Ein viljastyrki, sum í sjálvum sær birtir vón.

Bókin snýr
seg um høvundan sjálvan. Hann fekk á ungum árum sjúkugreiningina – ella sum vit
kenna tað best “diagnosuna” maniodepressivur”, tað, sum í dag
vanliga verður rópt bipolar sjúka.
Heðinn Unnsteinson
var sum barn bráður og skjótur hvønn vegin. Men samstundis var hann smæðin,
innhugsin og eftirskettin. Sat undir hvørjum orði, tey eldru talaðu. Hann lærdi
væl í skúlanum, og var virkin og óførur í ítrótti. Onki bagdi honum, fyrr enn
hann sum 19 ára gamal, seinasta árið í studentaskúlanum, fekk fyrsta óttaherðindið,
og tunglyndi kom á hann. Hann varð strævin at hava við at gera, fekk illa
hildið mat í sær, og goymdi seg mest inni í kamarinum. Hann hevði tað, fyri at
nýta egnu orð hansara, av hundanum til. Sundurloysn og vónloysi.
Tíðin gekk.
Heðinn fekk sítt studentsprógv, og í 1991-92 fór hann til USA at lesa. Seinni í
1992 byrjaði hann at lesa til lækna á Háskúla Íslands, og her byrjaðu sveiggini
aftur. Hann ovbyrjaðist, svav lítið og arbeiddi nógv. Heðinn Unnsteinson
gjørdist spakuliga øðrvísi enn hini. Spenningurin umskapaðist til ótta og
vónloysi. Hann billaði sær inn, at tær avgerðir, hann tók, sum onki kundu gera
av, hvør gjørdist forseti í USA. Á heysti hetta árið varð hann fyrstu ferð
innlagdur á psykiatriska deild. Her fekk hann eisini á fyrsta sinni sonevndan
nervaheilivág.
Í 1993
slepti hann ætlanini at gerast lækni og fór í staðin á ítróttarskúla. Ikki fyri
at gerast ítróttarlærari, men fyri at mennast likamliga. Á sumri í 1994 komu
sveiggini í hæddina, og hann gjørdist rættiliga maniskur. Fór hann ein biltúr,
ja, so tók hann trygdarbeltið av, langt áðrenn hann var komin fram, tí hann var
so altráður. Ótolin. Hann hirdi ikki at sova, tí hann var so ótolin eftir at
vakna. Yvirhugur var á honum. Maniskur. Her finna vit eisini upphavið til
heitið á bókini, Ver úlvur – ella varúlvur. Hin sjúki skiftir ham frá tí
vanliga til tað óvanliga. Ella frá tí óvanliga til tað vanliga, um vit vilja.

 

Nú varð
hann aftur innlagdur á sálarsjúkrahús. Og her fekk hann dómin:
Maniodepressivur. Tað var ein skelkur fyri hann, serliga tí at hann metti sær
onki bila. Her fekk hann spjaldrið á seg, spjaldrið, sum hann seinni í lívinum
hevur gjørt alt fyri at sleppa av aftur við. Saman við heilivágnum
“lithium”, sum gjørdist fylgisneyti hansara tey næstu nógvu árini.

Um hetta
sama mundið komu Heðinn og sálarlækni hansara ásamt um, at ov lítið tilfar var
til, sum lýsti sinnisólagið maniska depressjón. Læknin lánti honum eina gamla
teldu, og so fór Heðin undir at skriva ein bókling um sjúkuna. Bóklingurin varð
givin út í 1995, og síðan hevur Heðinn Unnsteinson verið íðin í íslendska
samfelagskjakinum um sálarligar sjúkur sum heild og heilsurøkt í hesum
sambandi, men eisini um, hvat manisk depressjón í veruleikanum er. Endamálið hevur
verið at beina fyri ranghugsanum um sinnisólag av ymsum slag, upplýsing og
fyribyrging.
Hóast sjúku
sína hevur Heðinn Unnsteinson alla tíðina fingið nógv burtur úr lívi sínum.
Eftir lokið læraraprógv fór hann til Bretlands at lesa millum annað heilsumál.
Eftir lokið prógv fór hann í starv á heilsudeildini í Altjóða
Heilsumálastovninum hjá Sameindu tjóðum, WHO. Seinni hevur hann starvast sum
ráðgevi bæði í íslendska heilsumálaráðnum og forsætismálaráðnum. 
 

Starv og
royndir hansara í WHO førdu til, at hann í 2005 tók avgerð um at minka
lithiumnýtsluna fyri púrasta at sleppa av við heilivágin yvir eitt tríára
skeið. Hetta kostaði honum millum annað góða samstarvið við sálarlæknan, hann
hevði havt í fleiri ár. Men hann fann skjótt annan sálarlækna, sum eggjaði
honum til, bæði at sleppa av við heilivágin – og at kunna almenningin um
møguleikarnar at sleppa undan heilivági, tá talan er um sinnisólag. Tað kostaði
honum eisini likamlig hjáárin í byrjanini, tá hann varisliga minkaði um
heilivágin. Men viljastyrkin var øðilig, og síðan einaferð í 2008 hevur hann
onki lithium tikið. 
Og júst
hetta, at sleppa av við heilivágin eftir at hava verið maniodpressivur í mong
ár, er bæði fantastiskt og óskiljandi hjá einum sum undirritaða, ið hevur somu
sjúkugreining sum Heðinn Unnsteinsson. Og hesin parturin av bókini er tað, sum
eigur at geva einum og hvørjum við onkrum slag av sinnisólagi nýggja vón. Eina
vón um at sleppa av við heilivágin og møguliga til tjúgund og síðst at sleppa
av við sjúkugreiningina – í hesum førinum sum maniodepressivur. 
 
Heðinn
Unnsteinsson helt í fjør fyrilestur – ella hevði eitt slag av framførslu um
sítt lív og bardagan móti heilivágnum og sjúkugreiningini. Ein av framførslunum
var á Landssjúkrahúsinum. Flestu áhoyrarar vóru hugtiknir av framførsluni. Men
hendan bókin er bátslongdir framman fyri nevndu framførslu. 
Bókin er
hugtakandi, fangandi, beista ósmæðin og bersøgin. Frásøgukynstrið er framúr. Og
so er hann eisini skemtiligur. Hann dylir ikki ørskuna, hann tíðum var í
orsakað av sjúkuni. Sum tá hann vildi bjóða Mel Gibson av at berjast í
eysturlendskari bardagalist. Tað hevði Mel Gibson bara gott av, helt hann.
Tú fært eisini
eina rúgvu av hugskotum frá høvundanum um, hvussu tú kanst røkka hesum annars
ómøguliga máli at sleppa av við heilivágin. Ella í minsta lagi at hava tað gott
hóast sinnisliga sjúkugreining. At sleppa burtur úr heilivágsnýtsluni er næstan
ov gott at vera satt, men treyðugt so, eisini eg hómi her ein møguleika. Ein
spildurnýggjan- og heilt øðrvísi møguleika at sleppa av við heilivágin. Men tað
skal ein óvanligur vilji til. Og tú skalt vera væl stoyptur. Kanska er tað
ómøguliga kortini møguligt. 
 

Carl Johan
Jensen hevur týtt bókina úr íslendskum, og tað hevur hann gjørt fyrimyndarliga.
Bókin er løtt at lesa, og trupult er at sleppa henni, áður enn tú hevur lisið
hana alla sum hon er. Ver Úlvur talar ikki bara til okkum, sum av og á dragast
við sinnisólag, men eisini til avvarðandi at slíkum, til starvsfólk innan
sálarheilsuøkið og onnur við áhuga fyri hesum økinum.
Grækaris
Djurhuus Magnussen