Blóðskemd, eitt glasbúr og trúbót

Nýggjar føroyskar stuttsøgur, sterkur dramatikkur og dramtisk søga fara at mynda Orð og tónar hóskvøldið 17. september. Og tónleikurin er sjálvsagdur — hesaferð verður tað Finnur Koba, ið syngur góðar søgur.

Meinhard Jensen fer at práta við Sámal Soll um nýggja stuttsøgusavnið Glasbúrið, ið Sámal júst hevur givið út. Jákup Veyhe lesur onkra søgu úr savninum upp.

“Festen” hjá Thomas Vinterberg syndraði ímyndina av fullkomnu familjuni og setti sjóneykuna eirindaleyst á blóðskemd, tá ið filmurin kom út. Nú er filmurin ikki bara settur upp sum leikur, men er eisini føroyskaður. “Veitslan” verður framførd í Føroyum í løtuni. Vit fáa vitjan av nøkrum av leikarunum, ið fara at spæla eitt brot úr leikinum.
Einaferð las Sverri Egholm, sáli, íslendska stórverkið Jón Árason upp í útvarpinum. Nú verður bókin givin út. Týðarin Heðin M. Klein fer at hugleiða um bókina, og vit fara at hoyra brot úr upplestrinum hjá Sverra.


Skráin er henda:

20:00 Vælkoma
20:05 Glasbúrið
          Meinhard Jensen prátar við rithøvindin Sámal Soll
          Jákup Veyhe lesur upp úr bókini
20:45 Tónleikur – Finnur Koba
20:55 Steðgur
21:05 “Veitslan” – brot úr leikinum
21:15 Jón Árason –
          Heðin Klein hugleiðir um bókina
          Brot úr ljóðbókini  – Sverri Egholm
21:45 Tónleikur – Finnur Koba

Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til á leið 22:00 á Reinsaríinum. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.