Orð og tónar tjóvstartar mentanarnáttina

‘Orð og tónar’ tjóvstartar árliga mentanardagin í Havn hóskvøldið 11. juni kl. 20:00 við suðuramerikonskum litum og galdri, við harðligum føroyskum søgnum og við Terrysa fatan av okkara søgu. ‘Orð og tónar’, mentanartiltakið sum er samstarv millum Reinsaríið í Havn og Sprotan, verður á Reinsaríinum.

Orð
og tónar
tjóvstartar árliga mentanardagin í Havn
hóskvøldið 11. juni kl. 20:00 við suðuramerikonskum litum og galdri, við
harðligum føroyskum søgnum og við Terrysa fatan av okkara søgu. Orð og tónar – mentanartiltakið, sum er
samstarv millum Reinsaríið í Havn og Sprotan, verður á Reinsaríinum.

Byrjað verður við eini samrøðu við Ennu
Garðshorn Mikkelsen um kópakonuna, og hvussu henda søgnin er ein
eksistentiellur spegil inn í okkara innaru rúm, inn í longsil, tráan, vald,
valdsloysi og heimloysi. Enna fer í næstum at geva sína endursøgn og viðgerð av
“Kópakonuni” út á føroyskum og enskum. Elsa Heinesen hevur myndprýtt bókina.

 

Marianna Hoydal og Dorit Hansen fara at
viðgera og skifta orð um stórverkið hjá nobelsheiðurslønta rithøvundanum
Gabriel García Márquez, Hundrað ára einsemi,
ein episk og litrík søga um eina familju og ein bý. Hon er full av kríggi og
kærleika, longsli og einsemi. Hans Tórgarð fer at lesa brot upp úr bókini.

Kjartan Hansen fer at greiða eitt sindur
frá síni verkætlan Terrysa saga, har
hann úr sjónarhorninum hjá klovninum Terry finnur eina nýggja verð í føroyskari
søgu. Hann gevur okkum á tann hátt ein nýggjan og ósjálvhátíðarligan spegil at
síggja okkum sjálv og søgu okkara í. Terrysa
saga
verður skjótt givin út á filmi og verður eitt brot víst hetta kvøldið.

 

Eisini fáa vit eina persónliga og eitt sindur
ørkymlaða heilsan frá Viljálmi við Hoygil, ein av okkara bestu men eisin mest
undirmettu rithøvundum, sum gevur nýggju skaldsøguna Bókina um tað góða út í summar.

 

Budam fer at tryggja rætta teatriska og
magiska hugalagið við sínum hugtakandi tónleiki.



Skráin
er henda:

  

20:00 “Kópakonan”, ein
eksistentiellur spegil – samrøða við Ennu Garðshorn Mikkelsen

20:25 Hundrað ára einsemi. Viðgerð, upplestur og tónleikur – Marianna
Hoydal, Dorit Hansen, Hans Tórgarð og Budam

21:10 Steðgur

21:20 Um Terrysa Saga, innleiðsla og filmsbrot – Kjartan Hansen

21:40 Persónlig heilsan frá
Viljálmi við Hoygil

21:50 Budam        

Kaffi, vín og øl fæst at hava afturvið.

Til ber at ogna sær nakrar úrvaldar bøkur fyri serprís.  

Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl.
20:00 til á leið 22:00. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um
bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at
ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og
tónleikur.