ORÐ OG TÓNAR – NÝTT TILTAK Á REINSARÍINUM

Hóskvøldið 16. apríl kl. 20 verður farið undir nýtt tiltak “Orð og tónar” á Reinsaríinum. Hetta er nýtt bókmenta- og tónleikatiltak, ið Sprotin og Reinsaríið skipa fyri í felag.

Tiltakið er ókeypis og verður eitt hóskvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20.00 til á leið 22.00. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman.
Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið.
Skráin tann 16. apríl
Marius Ziska spælir nakrar av sínum bestu.
Súsanna Tórgarð, Beinta Clothier og Allan Dalsgarð fara at framføra brot úr nýtýdda finska leikinum “Sangir við strendur gráa havs”.
Oddfríður Marni Rasmussen greiðir stutt frá nøkrum skaldsligum íblástrarkeldum.
Jonhard Mikkelsen hevur inngang til skaldsøguna Morgun og kvøld eftir Jon Fosse, sum verður bókin, ið verður viðgjørd næstu ferð (21. mai kl. 20).
Til ber at ogna sær bøkur o.a. fyri serprís hesi hóskvøldini.

Komið og upplivið, njótið og skiftið orð um bókmentir og tónleik á Reinsaríinum.
Tiltakið er ókeypis.