Gittari ella gitar?
Í Føroyum hava fólk hug at smílast, tá vit norðoyingar siga “hon” um eina gitar. Øll onnur siga jú “hann”, altso gittarin. Seinast hetta fyribrigdið var á skránni, fóru vit at tosa um onnur tónleikainstrumentir. Fiól, banjo, mandolin, klarinett, floyta, cello o.s.fr. Flestu teirra fyri ikki at siga øll eru kvennkynsorð. Onkur onnur instrument eru hvørkikyn, t.d. klaver, flygel. Men hvussu kann tað vera, at málspillan (tað at siga hann um eina gitar) hevur fingið fastatøkur í ávísar føroyingar?
Orðið er ivaleyst vorðið vanligt, tá ið gittarin av álvara kom í brúk her á landi við t.d. Frelsunarherinum og popptónleikinum.
Viðm.
Ein trupulleiki við tøkuorðum, sum so at siga ikki eru góðtikin í tí føroyska málinum, er, hvussu tey skulu stavast. Gittari er einfalt at stava. Tað má hava tvey t. Men tað er ein spurningur, um gitar (kvennkyn) skal hava eitt ella tvey t. Eg havi valt at skriva tað við einum t, út frá økonomiprinsippinum, sum sigur, at ein skal ikki brúka fleiri stavir enn neyðugt til tess at endurgeva framburðin.
Í ritgerð sínari sigur Hjalmar, at lánorð hava vanliga bara eitt kyn, og kynstillutanin í lánorðum byggir á nakrar reglur, og her nevnir hann fyrst og fremst ta merkingarligu regluna. Hann sigur, at kanningar av kynstillutan yvirhøvur vísa, at tað eru tríggjar reglur virknar. Fyrst kemur tann merkingarliga (semantiska), sum hevur størri týdning enn tann bendingarliga (morfologiska) reglan, sum hevur størri týdning enn tann ljóðfrøðiliga (fonologiska) reglan. Vit kunnu siga, at høvuðsreglan er, at kynstillutan hevur við innihaldið ella merkingina hjá orðinum at gera. Við øðrum orðum so er kynið á orðinum bundið at, hvat orðið merkir. Sum nevnt omanfyri er gullregn kvenkyn og ikki hvørkikyn, og tað tulkar Hjalmar sum ávirkan frá teirri merkingarligu regluni, sum er virkin fram um aðrar reglur. Hann sigur, at kvennkynið í gullregn ikki er uttan grund, av tí at tann merkingarliga reglan sigur, at trø antin eru kallkyn ella kvennkyn. Men høvundurin minnir samstundis á, at málið ikki bara er ein samtíðarlig stødd, men hevur eina søguliga dimensjón. Hann sigur, at vit eisini mugu hava málkontaktina (málamótið) við danskt í huga, og í donskum er gullregn felagskyn, og orð, sum hava felagskyn í donskum, fáa sum oftast kallkyn ella kvennkyn í føroyskum. Men um málamótið ikki hevur ábyrgdina fyri kvennkynsforminum í gullregni, so er tað eitt dømi um, at tann merkingarliga reglan er sterkari enn tann bendingarliga (Petersen 2009: 55).
Eg kann endurgeva nakrar av reglunum, sum Hjalmar nevnir í bókini. Persónar eru kallkyn (dømi: adventistur, kommunistur, advokatur, fotografur, sjúkrarøktarfrøðingur, sandingur, danskari, s. 151). Sum áður nevnt eru trø kallkyn (dømi: apaldur, askur, pálmi, pílur, s. 154) ella kvennkyn (dømi: ahorn, ask, bjørk, bók, fura, grann, lerk). Fiskar eru kallkyn (dømi: állur, kalvi, laksur, makrelur, toskur, upsi s. 156) ella kvennkyn (dømi: brosma, hýsa, longa, sardina, sild, skrubba, tunga, ulka). Fuglar eru kallkyn (dømi: albatrossur, bakur, blikur, falkur, geykur, gorpur) ella kvennkyn (dømi: álka, bøga, dunna, erla, gás, høna, kráka, rita, terna, æða, ørn, s.157). Dømini um at tónleikaljóðføri eru kvennkyn eru nevnd omanfyri (s. 163).
Eitt dømi um at orð, sum í donskum hava felagskyn, bæði kunnu fáa kallkyns- og kvennkynsform á føroyskum, er orðið bilur. Ta fyrstu tíðina eftir at bilarnir vóru komnir til Føroya, var bilur kvennkyn, altso bilin hon. Fólk ringdu til bilastøðina og bóðu um eina bil. Men av onkrari grund broyttist hetta til kallkyn, og nú er bilur bara kallkyn.