Kári á Rógvi in memoriam
Fróðskaparsetrið hevur mist ein av sínum allarstørstu hugsjónarmonnum.
Kári var ein sjaldan gløggur maður, sum vildi so nógv, kravdi so nógv, og sum m.a. ikki vildi lata sær lynda, at vit í staðin fyri at smíða lógir, sum skipa hetta landið soleiðis, sum landið eigur at vera skipað, avrita lógir, sum smíðaðar eru til annað land, og seta tær í verk her.
Bergur Joensen helt hesa prædikuna yvir Kára á Rógvi fríggjadagin 20. februar.
við børnunum av húsum við eini blæu í einum lumma og vátklúti í hinum. Men tá
hevði hann longu verið í Tinginum og fyrireikað tingarbeiðið, og nú bíðaðu
studentarnir honum á Setrinum.
Keypmannahavn, Aberdeen, New York og í Reykjavík, og hann gjørdist
løgfrøðingur, master, doktari og professari – og nú var hann ávegis til dómara.
Samstundis var hann seyðamaður og óðalsmaður í síni frítíð gerandis
og trúgvur kirkjugangari heilagt. Hann hevði seriøsar løgfrøðifyrilestrar ta einu løtuna, og ta næstu undirhelt hann einari stórari samkomu.
Altíð framá. Altíð størri mál.
tú kanst, tí tíðin er stokkut”
Tað er sjón fyri
søgn, nú Kári eg farin bara 41 ára gamal.
at títt arbeið kann búnast í frið.”
leti ella óvilji forða sær at “sáa” í tað veltu, sum var hansara, tað føroyska
samfelagið!
til gamans og álvara, har Kári var stovnari og heiðuslimur, gevur hann teimum
lesandi ráðini eftir Rasmus Effersøe til seinast: “Ofta í neyðum tó vinirnir tróta;
hann ið vil framá hann gloymi tí ei: sjálvur sær slóðir at bróta!”
við ymist, hann hevði verið uppií: “Umframt advokatvirksemi, at vera tingmaður,
grundlógarskrivari og nú útbúgvingarleiðari, havi eg eittnú eisini verið
formaður í javnstøðunevndini, ritstjóri á føroyskum lógarriti, so gjørdist eg
eisini formaður í nevndini, sum stovnaði Fasta Gerðarrætt og endurskoðaði
semingslógina – og annað mangt.”
Og til “annað
mangt” teljast bøkur hansara og mongu greinar í ritum.
Men tað føroyska
projektið, at menna tjóðina við nevum og stuttum lógarsmíði og nøktandi
stjórnarskipan visti hann fór at taka ættarliðsskifti, “men”, legði hann
afturat við vón, “so hvørt fleiri verða útbúgvin í Føroyum og uttan fyri Norðurlond
og í meiri víðsýndum donskum útbúgvingum, so fara vit ivaleyst at fáa neyðuga
karmin um føroyska løgdømið.”
og stuttligur í senn.
av øðrum og av samfelagnum, men hann kravdi mest av sær sjálvum. Við árunum
lærdi hann betur lívið og menniskju at kenna, og at lívsgleði og humor saman
við einum kryddi av spei krevst, um tú vil menniskju náa. “Maður er mans
gaman.”
annað ørindi:
hugsa ikki um tað,
at so fátækt og lítið tað er,
hvussu kundi tú tá farið glaður av stað,
har sum meistarin sendir teg her?”
skrivar Kári til mín:
“Vit eru í Nýggju
York, men boð eru júst komin um, at lagadeild háskóla Íslands hevur tikið meg
upp sum fyrsta PhD lesandi teirra innan lóg. Viðhvørt vera vit ikki bert
bønhoyrd, men eisini leidd á betri leið.”
onnur, mugu sjálv verða leidd! Tað er ein myndugleiki hægri enn nakar
jarðiskur. Tað finst ein dómurstólur hægdi enn nakar jarðiskur. Men tað finst
eisini ein rættvísi hægri enn nøkur jarðisk. Ein rættvísi um náði, ein rættvísi,
sum ger tann rættvísan, sum trýr á hin rættvísa Krist.
Íslandi og við lógarverkum og dómum í londum nær og fjar og við atliti at
fornum norrønum siðvenjum og lógarsmíði, og við atliti at hugburði hjá yngri og
eldri her á landi, fekk Kári íblástur og sjónarring, sum hann vildi gagnnýta í
heimlandi sínum. Trúnna fekk hann eisini, at tað fór at bera til. Tað skuldi
bera til! Kundi hægri lærustovnar í Íslandi savna lesandi úr fleiri av heimsins
londum, kundi Fróðskaparsetrið eisini. Og bar tað til, at hava fullan
løgfrøðilestur í grannatjóðini fyri vestan, so kundu vit eisini. Hesum skuldi
hann stríðast fyri, kosta tað, tað kosta vildi!
skrivar Kári:
Hey!
Er hetta ikki nakað
fyri teg?
http://www.setur.fo/ssd/utbugvingar/grundskeidlog2005/
Melda teg til sum
skjótast og send øðrum skilafólki henda teldupost.
Vinarliga
Kári á Rógvi
svarað í einum. Tað var ein sjálvfylgja, at ein møtti, og atdráttarmegin av
trúgv hansara fekk meg mín sann at møta!.
royn av hjarta og sál,
gev bert Harranum orku og mátt,
og tú veitst, at ei hann nýtir okkara mál,
tá ið spurt er um stórt og um smátt.”
skrivi eg Kára hesar m.a. hesar reglur:
Hjartaliga
tillukku við tilnevningini, professari í løgfrøði!
Stuttligt hevur
verið at fylgt tær og sæð tíni avrik at menna tjóð okkara – serliga við at
menna fólk okkara innan løgfrøði.
Nógv er eftir bæði
at læra og at gera innan løgfrøðiøkið í landi okkara, blíðan byr! J
”Ótti fyri Guði er
upphav at vísdómi, og at kenna hin heilaga er vitska.” (Orðt 9,10)
Kári:
Initium sapientiae
timor domini [Tað er: “Byrjan at vísdómi er Gudsótti”]; stóð á grindini á
lógskúlanum í Aberdeen.
Takki fyri
lukkuynski.
Í heyst hava vit
skeið grundað á læruna hjá Thomas á Aquinas – vóni tú teknar teg.
Sami atdráttur.
Sama ídni. Og sama visión!
Og tú gert tær ómak! Og tú gert tær eisini ómak í dag!”, hoyri eg hann siga.
Veit ikki, um tit lesandi á Fróðskaparsetrinum kenna tykkum aftur? Og tit
lærarar! Eg eri vísur í, at tit eins og so mong lesandi hava svarað Kára ja,
áðrenn tit náddu hugsa tykkum um!
ørindi:
minst til, at tað er so:
Guð hjá øllum bert trúskap vil sjá.
Glaður ver, um tú bert eini neyðarslig boð,
tí hann sjálvur við hjálp er tær hjá.
O, tann gleði tann dag Jesus man siga tær:
tað, tú gjørdi, var gjørt móti mær!”
Gudstrúgv sína
tosaði Kári ikki so nógv um, men trúgvur vildi hann vera, har hann var settur –
trúgvur mótvegis konu og børnum sínum, móti arbeiðsplássi sínum og samfelagi
sínum. Og trúskapur er trúgv í verki!
ferðina Kári sat inni hjá mær, segði hann frá eini serligari
gudstænastuuppliving í russisk-ortodoksu kirkjuni í Keypmannhavn, har hann
hevði verið árla páskamorgun. Friðaliga fylgdi fylgið prestinum – yvir til
hellið, har hann fór innar! Fólkið stóð sum á glóðum uttanfyri, hvat hirðin
mundi sígga í grøvini. Og so við eitt!, nú kemur hann út og rópar: ”KRISTOS
VOSKRES!!!”. ”Kristus er upprisin!”. Og allur skarðin rópti afturímóti:
”VOISTINU VOSKRES!!!”. ”Sanniliga er hann uppupprisin!”
av frásøguevnum Kára og skakkur alt í einum, at eg brast útúr, og bað hann siga
mær hetta umaftur.
Sanniliga, eldur
logaði í hesum unga manni!
“Kristus er
uppstaðin!” er stytsta og elsta játtan kristnu kirkjunnar.
ommurnar høvdu storan týdning fyri Kára og vóru fyrimyndir hansara! Ommurnar,
“babushkurnar”, sum russar siga, eru andaligu lívgevurnar! – ikki bara í
Russlandi, men eisini í Føroyum. Gudsótti ráddi. Ikki Gudsræðsla men
Gudsvirðing! Omman í Havnini bar tað stillisliga fram, men omman í Vestmanna hoyrsist
betur. Hana sást tú í kirkju og á møti úti, og hon var bað og las fyri honum. Og so búði hon í
Vestmanna! Tað var staður við lít. Har átti familjan jørð, har átti hon hús, og
har savnaði Kári ættina. Og tað var eitt at gera hjá familjuni: At møta.
Strævið uppundir. Gott aftaná!
har hann lá á Ríkissjúkrahúsinum, nú, fyri bara nøkrum døgum síðan, sá hann við
vón fram ímóti, at hann aftur skuldi savna øll síni kæru í húsunum fyri norðan.
Men… Men so skuldi ikki vera… Men ein annar og betri bústaður bíðar! Har
rættvísi býr. Har lítaloysi ræður. Har falsleysur kærleiki er við borð. Við
trúnni á hin krossfesta og upprisna er hetta ein “livandi vón”, sum vit fara at
hoyra á gravarbakkanum um ein løtu.
upphav at vísdómi“ (Orðt 1,7).
Orðtøkini eru
gomul. Tey eru nógv tey elstu vesturlendsku siðmentanini. Og tó, so eru tey
viðkomandi á okkara døgum og verða tað til allar tíðir. Orðtøkini eru skrivað
av vísastu monnum Ísraels!
kýnikarunum var vísdómur at avsaka sær nakað, sambært epikurenum at njóta lívið
og sambært stóikarum at halda á, men sambært Orðtøkunum er vísdómur at óttast
Gud.
upphav at vísdómi, vitsku og aga vanvirða dárar.“ (Orðt 1,7).
Tá ið Luther
byrjar vegleiðing sína til hvørt av teimum 10 boðunum, sigur hann í Lítlu
Katekismus: „Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki [tað og tað…]“.
Vit óttast Gud, tí
vit kenna til veikleikan í holdi okkara, men vit elska eisini Gud, hann, sum Paulus
skrivaði um, „sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg“ (Gal 2,20). Vit
virða hansara kærleika og hansara frelsu so nógv, at vit vilja gera tað, vit
kunnu, at halda okkum frá at synda ímóti honum. Heldur vilja vit elska Gud og
elska okkara næsta.
Hvørjum líkjast
vit? Tí vísa? Ella dáranum?
hugsjónum villist fólkið“ (Orðt 29,18).
Valdsgirnd er ein
freisting, vit eiga at varða okkum fyri. Øll hava vit fingið okkurt at umsita,
øll hava vit fingið okkurt at siga, øll hava vit ein lut av valdi. Vit leiða tí
øll á ein og annan hátt. Men girnd má ikki tengjast at valdi. Valdsgirnd kann
gerast okkara avgudur, sum valdar okkum.
val, og tú verður valdur, tú hevur vald og leiðir. Tú, sum hevur børn, tú hevur
fingið nakað at umsita og leiðir. Tú, sum hevur við fólk at gera, tú hevur eina
ávirkan og leiðir.
umsitur tú, og hevur tú ávirkan, krevst vit og umhugsni. Men eisini sjónir. Í
andligari leiðslu sum verðsligari krevjast hugsjónir. „Við ongum hugsjónum,
villist fólkið“.
„Ótti fyri Guði er
upphav at vísdómi“ (Orðt 1,7).
“Initium
sapientiae timor domini.”
eftir!
“Tað er óveruligt,
at tú skuldi fara soleiðis”, málber ein lesandi kvinna úti á Facebook, sum
gongu á Setrinum: “Eg fari at verða tær æviga takksom fyri stuttu – men so
óendaliga virðismiklu løtuna á Fróðskaparsetur Føroya.”
fyrrverandi starvsfelagar á Tingi og núverandi á Setri. Nú sita tit næmingar –
skeiðsnæmingar og lesandi til víðari lestur. Nú sita tit óðalsbóndur og
nevndarlimir í ymsum nevndum. Nú sita foreldrini og systkini og konan og
børnini eftir. Gud varð og vælsigni tykkum Eyðun og Sunneva, Heri og Elin,
Jóhanna, og Bragi, Brestur og Bryndis! Jesus fylgi tykkum vinir hansara og
ættarfólk og tykkum øll, sum sita eftir.
hjá hansara kæru, familjukærur hann var, og minnini eru góð, gávumildur hann
var. Land og fólk hevur mist ein av sínum trúgvu!
Arbeiðsgevarafelag orðar tað væl á Portalinum: “Hóast Kári nú fór alt ov ungur,
hevur hann í sínum stutta lívi lagt eftir seg fleiri spor og bygt fleiri
varðar, enn tey flestu gera eitt langt lív.”
og nýt allan tín mátt,
nú er stundin, men stokkut hon er,
eftir vár kemur heyst, eftir dag kemur nátt,
og eitt sinn tað at lýsa ei fer.
Ver tí íðin at sáa og gev ikki grið,
at títt arbeið kann búnast í frið.”
uppfinnarin, Thomas Edison, upphavsmaðurin at gløðiperunu, segði: “Flogvit er
eitt prosent íblástur og 99 prosent sveitti.”
Um Kári kundi lært
okkum at “sveitta” meiri við tí “sindrinum”, vit hava fingið lutað, so livdi
hann ikki til fánýtist, og so vil samfelagsuppbyggingin eisini halda á og vera
Gudi til heiðurs og øllum borgarum okkara at frama.
voskres!”. ”Kristus er upprisin!”.
”Voistinu
voskres”. ”Sanniliga er hann upprisin!”
Við tøkk og við
virðing, vilja vit við hesum orðum lýsa frið yvir minnið um Kára á Rógvi.