Tað veldst um hugburð

Henda dagin, tú í miðlunum sást ungdómar sita í trøppum og á trappupøllum í miðnámsskúlum, leitaði hugurin til Janus skald, til eina reglu í eini yrking, sum hann yrkti fyri skjótt áttatifimm árum síðani: “Ungdómur, oyggjalands vørn!”

Soleiðis tók skaldið til, og væl
kann tað vera, at hetta átakið ein kaldan januardag í 2015 var avgerandi
nykkið, sum fekk enda á hesum klandursmáli, sum tíbetur endaði við, at allar
føroyskar orðabøkur nú liggja ókeypis á netinum.

Men ungdómurin má gera sær greitt,
at meira enn hetta skal til at bjarga føroyskum máli, sum sambært summum “er í
fríum falli”.

Orðabøkurnar hjálpa til, men líka
so týdningarmikil er mállæran í víðastu merking, bendingarnar, orðaraðið,
setningalæran – tað, sum best lærist við at lesa væl skrivaðan tekst og hoyra
liðiligt mál á manna munni.

Hugburður er eitt lykilorð.

Og nær fara studentarnir á
Setrinum at kvaklast við?

Tey, sum lata sær lynda, at at
kalla ongar grundbøkur eru á móðurmálinum.

Tey, sum síggja, at føroyskt verður
niðurraðfest í lærara- og námsfrøðinga­útbúgv­ingunum.

Tey, sum vita, at starvsvenjingin
í báðum hesum útbúgvingum er álvarsliga skerd, bera vit saman við
starvsvenjingina hjá fólki, sum tóku prógv fyri bara 10-15 árum síðani.

Tey, sum ganga á einum lærdum háskúla, sum krevur,
at starvsfólkaumsóknir skulu orðast á donskum ella enskum.

Tey, sum ganga á einum lærdum
háskúla, hvørs altjóða skrivstova vendir sær til almenningin á donskum – sí eitt
nú hetta dømið lagt út á FirstClass 18. í hesum :

”Til uddannelsesfolket. Nordplusinteresserede.
Onsdag d.
28.januar 2015 i Nordens Hus kl.19.00-21.00 afholder Altj
óða Skrivstovan oplysende møde om Nordplus ansøgninger specielt omkring Nordplus Junior og Nordplus Voksen. Tidligere deltagere
medvirker. Ansøgningsfristen er 2.marts 2015 for skoleåret 2015/16. – Se
nærmere i bilaget.”

 

Og fylgiskjalið er alt á
donskum.

Í øllum londum – uttan teimum
ensktmæltu – verður størsta hóttanin móti málinum mett at vera tann, ið vit
rópa økismiss (á enskum: domain loss). Tað merkir í okkara føri, at føroyskt
ikki longur verður brúkt á teimum økjum, har ið tað hevur verið brúkt, ella at
tað ikki verður brúkt á økjum, har ið tað eins væl og tað útlendska kundi verið
brúkt.

Tað unga ættarliðið tekur
avgerðina:

Vilja tey seta føroyskt í
hásætið, ella vilja tey, at tað skal fara fyri bakka?

Tað veldst um hugburð!
Árni Dahl