Kæru Sprotavinir
So eru vit enn eina ferð komin so langt, at vit kunnu ynskja tykkum eini góð og hugnalig jól.
Tað er ógviliga stutt síðan, vit gjørdu tað seinast.
Tíðin er eitt løgið fyribrigdi, fortíðin er farin, framtíðin er ikki komin og nútíðin verður fortíð, meðan vit royna at fáa greiðu á henni.
Soleiðis eru enn
eina ferð 365 dagar farnir úr framtíðini inn í fortíðina, meðan vit hava roynt
at virkað í tí stokkuta núinum. Men einki annað alternativ er, tí ímillum tær
mongu vísu niðurstøðurnar, menniskju ígjøgnum øldirnar eru komin til, er henda
ein teirra: Tann, sum roynir at forða tíðini, verður trýstur aftur í hana,
tann, ið gevur seg undir tíðina, hevur hana undir liðini. Vit kunnu øll nikka
játtandi og viðurkenna, at so man vera, og vit royna at hava hana undir liðini,
so leingi vit orka at fylgja við henni, áðrenn vit spakuliga dragna og hava hana
longri og longri fyri okkum, til eisini vit eru fortíð.
At tíðin hevur
gingið skjótt merkir ofta tað gleðiliga, at núini hava verið góð, og at núini
hava borið meining í sær.
Hesar 365 dagarnar hava vit fingið eina serstakliga góða, nýggja føroyska skaldsøgu
á marknaðin, sum vit fingu høvi at hátíðarhildu í Steinprenti í summar. Tað var stórverkið Eg síggi
teg betur í myrkri, sum Carl Jóhan Jensen hevur skrivað.
Vit fingu fleiri góðar, týddar
skaldsøgur. Millum aðrar stórverkið Hara við ravgulum
eygum, ið Annfinnur í Skála týddi, og Tíðin
við víkjandi ljósi, sum Elin Henriksen læt úr hondum í vár. Bøkur, sum verða
fagnaðar á mongum málum, og sum vit nú eiga á okkara. Edvard Olsen basti tríbindaverkinum
um Sverra kong, ið Finnbogi Ísakson totaðist við, áðrenn tíðin tók hann.
Vit endurprentaðu fleiri klassikarar,
sum máttu koma aftur í ljós – m.a. tær góðu hjá okkara Williami, sum hava verið
útseldar í fleiri ár.
upp í skránna, tí vit vildu vera við til at birta kjak um okkara fólkaræði, sum
hevur nógvar spenningar í sær í løtuni og hevur stórar dystir fyri framman.
Vit royndu okkum við listabókini
Hanus/Archie, sum hevur vakt ans mangastaðni og sum endaði við einari samansettari
listaframsýning/konsert í Reinsarínum í vikuni. Eitt upplivilsi av teimum heilt
stóru. Fleiri aðrar útgávur hava eisini verið á skránni. Tær kanst tú lesa um í Árshefti Sprotans.
sína tíð, so vit hava eyðvitað bæði eina og aðra í gerð. Vit arbeiða í núunum og búgva okkum á ymsan
hátt at taka ímóti framtíðini, tá ið hon kemur. Fáa vit alt tað inn í tíðina,
vit fegin vilja, verða Sprota-bøkurnar stívliga tríati í tali í 2015. Sum ein av okkara høvundum plagar
at taka til: Livst so spyrst
ímillum okkum sum minni og royndir. Á
einum forlagi hvørvur hon als ikki. Tú kanst altíð kveita aftur á hana, tí hon
er vorðin bøkur, ið kunnu verða lisnar umaftur
og umaftur!