Eg hati botox!
Varð biðin um at hugleiða um bókina Archie/Hanus og hugsaði beinavegin um tvey mál. Tað fyrsta er, hvussu henda bókin staðfestur so dyggiliga eina inniliga sannføring: Eg hati botox! Eg hati botox og allar aðrar hættir at broyta tey, vit eru, ella viska tað lív, vit hava livað, út. Og eg haldi, tað er deiligt, at nú, ið eg kjakist við onkran vakurleikaserfrøðing, sleppi eg frá at brúka nógv orð. Eg biði tey bara fara í bókhandilin at keypa ‘Archie / Hanus’.
Hetta er ein ómetaliga vøkur og áhugaverd
bók. Men ímynda tykkum, hvussu keðilig hon hevði verið, um Hanus javnan doyvdi
andlitsbrøgdini við botox ella skar tey vekk, tá ið hann lyfti andlitið upp.
Bókin hevði so bert verið ein óendalig endurtøka av tí sama. Ja, hon hevði slættis
ikki verið til, tí Archie hevði ikki havt eitt lív at tekna og mála. Tað hevði
verið viska út í tí forgudan av ungdómi, ið okkara tíð er so fongd við.
Men lukkutíð hevur Hanus loyvt rukkunum og
foyrunum at siga sína søgur, og sum Archie so fangar hegnisliga í sínum strokum
og litum. Men tað eru ikki bara myndirnar, sum eru áhugaverdar, men samspælið
ímillum myndirnar og so tekstirnar, ið eru stroyddur um alla bókina, hesi
tekstabrotini úr lívinum hjá Archie og stuttu fyndarorðini, tey flestu, ikki
óvæntað, eftir Poul F.
Hetta samspælið ímillum myndir og tekst er sjálvandi
tað, eg l fyrst varnaðist ímeðan eg týddi bókina til enskt. Til dømis í ein av
fyrstu myndunum, sæst beint inn í andlitið á Hanus; og burtursæð frá bjørtu
reyðu bakgrundini í ovara hornunum, sæst einans rísna hárið og skeggið. Á blonku
síðuni yvirav er eittans fyndarorð hjá Poul F.: “Stormur loystur er úr bondum.”
Og tað er júst tað. Myndin er ikki av manni í vindi, men heldur er tað ein
innari stormur, sum loystur er úr bondum, sum kann ikki annað enn blæsa úr
hálvopna munninum, eygunum, sum eru huld í skugga, úr knyklum, brúm og rukkum.
Tað er hesin vindur, ið rykkir hár og skegg í allar ættir.
Men hvat er tað fyri stormur?
Í einum teksti, tá Archie greiðir frá
tónleikalívinum í 60árunum, sum hevur havt stóra ávirkan bæði á Hanus og
Archie, nevnir hann, hvør kollveltandi uppliving tað var, tá ið hann fyrstu ferð
hoyrdi the Beatles. Tað var nakað, hann ongantíð hevði hoyrt fyrr, tað boðaði
eina nýggja tíð, og hann vildi vera við.
Og eg hugsi, er tað júst hetta,
kollveltingarnar í 60unum, sum er stormurin, ið enn blæsir í teimum báðum?
Nakrar síður seinni, upploysist høvdið á Hanusi í hvítum ljósi, sum skiftir
yvir í reyðgult. Skiftið frá andliti til bakgrund er líðandi, og Poul F sigur
stutt “Í einum Eldhavi.” Og í mínum høvdi hoyri eg eymu røddina syngja um
tíðarhav og hana, sum ongantíð fer úr huga. Og tú verður tikin inn í tær ymsu
kenslur, ið eru so nógv meir enn ein sjálvur. Og soleiðis kundi eg hildið á.
Men hetta er mítt samspæl við myndir og tekst. Um tú tekur tær tíð, fært tú
eitt annað.
Og sum tú hyggur og gerst tínar egnu
ímyndir, so spøkja kanska somu tveir spurningar í tær sum hjá mær: Hví eru
andlitsmyndir so hugtakandi? Og hvat í allari víðu verð fær ein listamann at
tekna og mála so nógvar myndir av sama andliti? Í bókini eru 57 myndir – og tær
eru bara tær úrvaldu, tað munnu vera aðrar, ið liggja so forfjónaðar onkustaðni
heima hjá Archie, og so ikki at tala um ta ørgrynni av skitsum, sum óivað ikki
hava sæð dagsins ljós. Hvussu nógvar tímar og dagar og mánaðir, hevur Archie
brúkt uppá, at mála hetta eina andlitið umaftur og umaftur. Hví? Hann er væl og
lukkuliga giftur, so eg vænti ikki, at tað er forelskilsi. Er hann kanska eitt
sindur autistiskur? Ella er tað okkurt annað? Tað er júst hesin spurningurin,
ið førir meg till hitt, ella rættari, til hin, ið kom mær til hugs.
Og tað er jødiski heimspekingurin, Emmanuel
Levinas. Hjá Levinas er andlitið symbol fyri persónsmenskuna, ið ikki kann avmarkast
av okkara tulkingum av einum menniskja. Hann sigur at “andlitið er ein livandi
nærvera; tað er eitt útrykk. . . andlitið tosar.” Og hetta er júst tí, at ein
tílík bók er so áhugaverd. Týdningurin kemur ikki bara fram sum fyndarorð og
tekstabrot, sum spæla saman við myndunum, men andlitið sjálvt tosar. Á summum
myndum sær tað út, sum Hanus brynjar seg til kamp, og skørpu eyguni minna meg
á, tá ið hann saman við Poul F. bjóðar tílíkum sum mær, ið bæði trúgva og prædika,
av við hvøssum men onkuntíð—kanska ofta?—beinraknum eygleiðingum. Og so blaði
eg á eina aðra síðu og andlitsbrøgdini eru mildari, rukkurnar, ið hómast í
eygnakrókunum eru heitar, og eyguni eru spyrjandi,og bjóða mær av á ein annan
hátt: Hvat sigur tú so, hvussu hongur lívið saman við tí, sum tú trýrt?
Á einari aðrari síðu, eru tað meira ljósir
reydligir litir saman við grásprongda hárinum og myrkum skuggum, sum mynda
andlitið. Eyguni hyggja út onkustaðni, langt urtur, har hvørki Hanus ella eg eru.
Andlitsbráðið er sorgblýtt, og tað er sum ein tøgn sigur frá minnum, um tað, ið
farið er, ella kanska frá onkrum brostnum dreymi. Og hetta sigur eisini nakað
um listamannin. Hann hevur ikki bara eygað, ið sær, at andlitið sigur søgur,
men hann hevur hegnið at fáa myndina at endursiga hesar søgur. Á tann hátt er
Archie eisini í myndunum. Hvussu nógv av tí, eg hoyri tær siga, er møguliga
hansara?
Men hví so nógvar? Hava vit ikki funnið
útav, hvør Hanus er við einari mynd, har vreiðin sæst, einari har hann smílist,
einari har hann er hugsavnandi og einari, tá hann er syrgin? Aftur Levinas,
hann sigur: “Andlitið fløðir myndina,” t.e., andlitið er altíð meir enn ímyndin,
vit gera av tí. Og eina aðra staðni sigur hann: “Andlitið setur seg ímóti
ognartøku, stendur ímóti maktum.” Og haldi eg, at tað er júst tað, sum Archie / Hanus vísir. Ígjøgnum mongu myndirnar av tí eina andlitinum og við øllum
variasjónunum av nøkrum ávísum kenslum og hugaløgum prógvar Archie júst hetta.
Um tú gevur tær stundir, so finnur tú útav, at tú aldrin kann tøma eitt andlit,
tú kanst ongantíð taka ræði á tí. Tú kanst ongantíð ognartaka tað, uttan at tú
drepur tað. Men tú kanst halda á at undrast og undrast meira, um tú loyvir
einum andliti at vísa seg av nýggjum fyri tær í tess óendaligheit.
hesi bók – tað, at tað eru málningarnir hjá einum listamanni, Archie, av einum
ávísum persóni, Hanusi – sum ger hana so universella. Við at síggja tær
fjølbroyttu variasjónirnar av Hanusi, ið Archie hevur málað, eru vit mint á, at
okkara andlit eisini er ótømandi og ótamt, t.e. um vit ikki viska tað út við
botox.